Gull

Gull 


                    Tíverri ber ikki til at taka gullstøði í Føroyum enn

Her er ein stutt frágreiðing um raðfylgjurnar, Dansk Kennel Klub ”Koyrikort til hund” – gull støði:


1. Gongurtúr á gongubreyt í skiftandi ferð:

Hundurin fylgir eigaranum í leysari línu – eisini tá eigari skiftir rætning og ferð. Stoppast skal við kantin á gongubreytini, har hundurin róliga skal bíða eftir loyvi frá eigaranum, áðrenn hundur og eigari ganga yvir um vegin til hina gongubreytina. Á túrinum skal hundurin róliga góðtaka sterka órógving frá t.d. øðrum hundum, syklistum, børnum og/ella vaksnum, barnavognum, rennarum o.s.fr.  


2. Verða hildin av einum fremmandum: 

Hundurin verður hildin av einum fremmandum, ímeðan eigarin gongur avstað og ikki er til at síggja í eina stutta tíð (ca. 1 min.). Hundurin skal verða róligur ímeðan.


3. Kalla inn uttan línu: 

Eigarin gongur ca. 10 metrar vekk frá hundinum og kallar hundin til sín (hundurin kann t.d. verða hildin av einum hjálpara, meðan eigarin gongur avstað). At enda skal hundurin fylgja eigaranum rímiliga tætt (uttan línu) í eina frástøðu uppá ca. 10 metrar. 


4. Fylgja frítt við tamarhaldi: 

Hundurin, ið ikki hevur línu á, men er undir tamarhaldi, skal fylgja eigaranum rímiliga tætt við eini frástøðu uppá ca. 25 metrar. Minimum 2 ferð skal eigarin skifta rætning, og á leiðini skulu tey fara framvið einum øðrum hundi í línu og eigara hans.


5. Verða verandi á sama stað uttan línu: 

Hundurin skal leggjast og eigarin gongur ca. 10 metrar frá hundinum, sum skal verða róligur í 2 minuttir. Á leiðini burtur frá  hundinum gongur eigarin soleiðis at hann ikki sæst eina stutta løtu.


6. Koyra hundin í ”song”: 

Eigarin tekur kurvina, teppi ella líknandi hjá hundinum við, sum skal plaserast ca. 5 metrar frá hundinum og eigaranum. Eigarin sendir so hundin yvir til kurvina/teppi, har skal hundurin glaður leggja seg og verða róligur. Eigarin ferð síðani til hundin.


7. Steðga hundinum: 

Hundurin rørir seg frítt runt um eigaran uttan línu. 10 metrar frá eigaranum skal hundurin steðgast sitandi, liggjandi ella standandi. Eigarin ferð síðan yvir til hundin og rósar honum.


8. Fara frá hundinum: 

Hundurin verður bundin í eina 2 metrar línu, og eigarin ferð frá hundinum so hundurin ikki sær eigaran í ca. 3 minuttir. Hundurin skal bíða róligt til eigarin kemur aftur (hundurin má ikki goyggja, ýla ella líknandi).


9. Góðsligur við matin: 

Eitt bein ella líknandi (nakað, sum kann etast, ið hundurin fegin vil hava) verður lagt so hundurin røkkur eftir tí. Hundurin skal bíða róligt og eftir ca. 3-4 sekund fær hundurin boð um at taka tað. Hundurin skal somuleiðis góðtaka at hetta róliga verður tikið frá honum af eigaranum. Eigarin skal hava tamarhald á hundunum aleinaður við at nýta kropssprog og røddina.


10. Tín ábyrgd sum hundaeigari