Ringvenjing

Ringvenjing

Ringvenjing er avbera góð venjing baði fyri hund og eigara. Tað er ikki so krevjandi - hundurin skal læra at ganga pent og standa pent, akkurát sum tú vil hava hann at standa.
Hann skal finna seg í at man hyggur at tonnunum, og merkjir eftur øllum kroppinum. Sjálvandi er hetta lættari hjá hundinum at skjila um tit hava vant hetta.
Venjarir kunnu vegleiða, hvussu skjótt akkurát tú skal ganga við tínum hundi. Hvussu hann skal vísast fram, so hann sær best út. Hvussu pelsurin skal pleygast so hann sær best út.

Hetta man verða lættasta venjingin, tí at tú skal fylgja hundinum í hansara tempo, og geva honum nógvar góbitar og rós og hava tað stuttligt saman við hundinum. Hundurin finnur skjótt útav at hetta er posetiv venjing, og er hundurin glaður sær hann gott út. Tað er endamálið!


Vit lýsa á Facebook vanganum, nær og hvar ringveningarnar eru.