Um HUFF

Nevndin er eftur aðalfundin soleiðis skipað:

Forkvinna :Maria Bonde Vinther
Næstforkvinna :Guðrið Dam
Kassameistari : Nicolina Johansen/Maria Bonde Vinther
Skrivari : Ronja Karinardóttir Wolles-Wardum
Nevndarlimir : Margit Sørensen, Eva Gudmundsen og Silvia Dánialsdóttir
Tiltaksmimir: Guðrið Leth & Elinborg Hultgren

Maria Bonde Vinther

Forkvinna:



Eg flutti heim til Føroyar í 2015, eftir at hava búð í Danmark í 10 ár, har eg havi brúkt mína frítíð á hundaframsýningum. 
Eg havi rasuna yorkshire terrier og eigi kennel Faroe Breeze.

Mín áhugi er serliga innan framsýning.  

Men eisini vil eg gjarna vera við til, at vit fáa fleiri og betri møguleikar til at venja og hava tað stuttligt saman við hundum okkara. 

Guðrið Dam

Næstforkvinna:



Eg eri uppvaksin við hundi, men fekk mín egna hund í 2008.
Eg gekk til nógvar venjingar hjá HUFF og tað gekk ikki long tíð, so kom eg í nevndina og havi verið har síðan.
Í dag havi er 3 hundar, 1 Japanskan Spíðs og 2 Dvørgapudlar.
Tað sum hevur mín størsta áhuga í felagnum eru venjingar, framsýningar og tá eg havi fingið mær pudlar er áhugin fyri at læra at klippa egnum hundum eisini vaksin, so groomingskeið er nakað eg gjarna vil hava meira av.


Nicolina Johansen

Kassameistari:

Eg havi 2 Tibitanskar Spaniel, Bailey og Froya.
Okkum dáma væl framsýningar og tær venjingar sum hartil hoyra.
Mítt mál er at framsýningarnar framhaldandi skulu verða hugnaligar og stuttligar, so bæði hundar og eugarar føla at her er gott at verða.



Silvia Dánialsdóttir:

Skrivari:




Eg eri útbúgvin sum djórasjúkrarøktarfrøðingur og starvist til dagligt á Djóralæknastovuni. Eg eigi 2 hundar av slagum English Cocker Spaniel, Lilo og Azira. Mítt størsta áhugamál er djórarøkt, djóraatferð og aling. Eg tók útbúgving í aling í okt. 2019 og eigi Kennel Faroe Tails of Joy. Eg kom í nevnd hjá HUFF í nov. 2019
Mær dámar væl at ganga til venjingar og framsýningar við mínum hundum.



Eva Gudmundsen:

Nevndarlimur:



Eg eigi Stellu, sum er av slagnum Bichon Frisé. Okkum báðum dáma væl at ganga til framsýning og hundavenjing. Stella krevur sera nógva pelsrøkt, so tað brúki ef nógva tíð uppá. Eg gangi høgt uppí, at hundar verða havdir undir góðum og ábyrgdarfullum umstøðum og at teir hava ein innihaldsríkan gerandisdag, umframt góða heilsu og eru rætt og skynsamt aldir.

Ronja Karinardóttir Wolles-Wardum:

Nevndarlimur:

Vit hava haft racuna Bichon Havanais í familjuni síðani 2017. Tó eri uppvoksin við hundum og í einum hundaheimið, har vit altíð hava haft nógv við hundar at gera, innan venjing, framsýning og aling.

Mín áhugið fyri hundum hevur altíð veri stórur, og er bara voksin eldri eg eri blivin. Vit ganga høgt uppí at hundarnir hava ein spennandi gerandisdag, góða heilsu og at alt verður við skili. 

Mítt mál er at vekja forvitni, innan bæði venjing og framsýning. Eg gleðist til hvørja framsýning at síggja nýggj fólk luttakað, og at síggja nýggjar rasur luttakað. Vónandi gerast okkara framsýningar og venjara toymi bert størri og størri við tíðini, so vit kunnu røkka so langt sum gjørligt.