Bronsa

Bronsa

 

Hvat hendir á teimum ymisku raðfylgjunum?


Her er ein stutt frágreiðing um raðfylgjurnar av skeiðunum undir heitinum ”Koyrikort til hund”  Dansk Kennel Klub– bronsu støði:

 

1. Taka upp eftir hundinum:

Allir hundaeigarar hava hundaposar við (og skulu sjálvandi brúka posarnar um tað er neyðugt). Hundurin skal hava navnaspjaldur, verða tryggjaður og eigarin skal verða limur í DKK. Hundurin skal vera róligur, meðan hugt verður eftir navnaspjaldrinum.


2. Hálsbond og línir:

Tað er týdningarmikið at hálsband og lína passar til hundin, og at eigarin dugur at seta tað rætt á hundin. Hundurin má ikki kunna hála seg úr tí. Nýtast kann bert hálsbond (uttan píkar) ella fastan sela.


3. Fylgja eigaranum í leysari línu:

Hundurin skal fylgja eigaranum í leysari línu. Eigarin má ikki rykkja í línuna. Eigarin skal vísa, at hundurin kann fylgja honum bæði á vinstru og høgru síðu. Tað verður lagdur dentur á at eigarin skilur at motivera hundin, og at tað er gott samband millum hund og eigara. (Legg til merkis at tað er ikki talan um ”kappingar-lýdni”).


4. Bíðar við t.d. hurð/portur:

Hundurin – sum er í línu – skal bíða, ímeðan hurð/portur verður opna. Tá tað er fríður bani, fara eigari og hundur ígjøgnum. Hundurin bíðar síðani róliga, ímeðan hurð/portur verður latið aftur.


5. Samvera millum menniskju og hundar:

Hundurin skal fylgja eigaranum í leysari línu millum ein bólk av menniskjum. Eigarin stoppar mitt í bólkinum og skal síðani práta við ein persón í ca. 1 min. Ímeðan skal hundurin verða róligur sitandi, liggjandi ella standandi (legan er valfríð og kann skiftast, men hundurin skal halda seg róligan við síðuna av eigaranum). Hundurin kann vísa áhuga, men skal vera undir tamarhaldi.


6. Verða verandi á sama stað:

Hundurin skal leggja seg og línan skal leggjast á jørðina. Eigarin gongur ca. 3 metrar frá hundinum, sum skal verða róligur í ca. 1 minut (ein einkult legubroyting kann góðtakast). Eigarin ferð síðani aftur til hundin.


7. Daglig uppsnákan:

Róðliga skal hundurin góðtaka, at eigarin greiður og rørur hann yvir allan kroppin í samband við tí dagligu uppsnákanina (2-3 minuttir uppsnákan).


8. Kanning av einum fremmandum:

Róliga skal hundurin góðtaka, at ein vinarligur fremmandur persónur, lættliga kannar pelsin hjá hundinum, munn, eygu, oyru, labbar o.s.fr.


9. Kalla inn:

Línan verður tikin av hundinum og eigarin skal kunna kalla hundin til sín frá 5-10 metrar frástøðu. Hundurin skal bert koma beinleiðis til eigaran. Hundurin kan t.d. verða hjá einum hjálpara, ímeðan eigarin gongur avstað.


10. Tín ábyrgd, sum hundaeigari:

Eigarin fær 6 umráðandi spurningar um hundagaeigarans ábyrgd í gerandisdegnum, her skulu minimum 3 vera rættir.