Silvur


Silvur 
  
Tíverri ber ikki til at taka silvurstøði í Føroyum enn

 

Her er ein stutt frágreiðing um raðfylgjurnar, Dansk Kennel Klub ”Koyrikort til hund” – silvur støði:

 

1. Spæl við hundin:

Eigarin skal spæla við sín hund róligt og hava tamarhald á støðuni. Hundurin skal verða glaður og eigarin skal kunna stoppa hundinum. Ein kann brúka lutir, ið hundurin er glaður fyri. Spælið skal ikki vera ein apporteringsvenjing, har hundurin heintar lutir.

 

2. Gongutúrur á gongubreyð v.m:

Hundurin skal fylgja eigaranum í leysari línu – eisini tá eigarin vendur sær til eina síðu og snarar um. Stoppa verður við kantin á gongurbeytini, har hundurin róliga bíðar til eigarin ferð yvirum vegin til mótsattu gongubreyt. Á túrinum skal hundurin róliga góðtaka órógvan frá t.d. – súkklum, menniskjum, øðrum hundum, rennarum, barnavognum, paraplyum, sum vera koyrdar upp o.s.fr.

 

3. Kalla inn:

Línan verður tikin av hundinum.  Eigarin gongur ca. 10 metrar frá hundinum og kallar hann til sín. Hundurin skal koma beinleiðis til eigaran og venjingin endar við at hundurin er róligur og er tætt inn at eigaranum. Tá hundurin er róligur verður línan sett á aftur. Hundurin kann verða hjá einum hjálpara ímeðan eigarin gongur avstað.


4. Verða verandi á sama stað í línu:

Hundurin skal leggja seg, standa ella sita. Línan skal leggjast við hundin. Eigarin gongur ca. 5 metrar frá hundinum, sum skal verða í somu støðu í 2 minuttir. Eigarin ferð síðani aftur til hundin.


5. Inn og út úr bilinum:

Hundur og eigari ganga við leysari línu yvir til bilin. Hundurin bíðar róliga, meðan bilhurðin verður latin upp. Ikki fyrr enn loyvi verður givið kann hundurin fara inn í bilin. Bilhurðin verður koyrd aftur. Hundurin skal verða róligur til hurðin aftur ferð upp. Hundurin skal uppá sama máta bíða til hann fær loyvi at koma út aftur. Gevi gætur, um hundurin tolir at leypa inn og út av bilinum, ella um hann møguliga skal lyftast. 


6. Fylgir eigaranum vekk frá órógving:

Hundur og eigari ganga við leysar línu millum ein bólk av menniskjum við hundum, sum eru í línu. Eigarin tekur línuna av sínum hundi, gangur/rennur vekk frá bólkinum og rópar á hundin. Hundurin skal beinanvegin koma tá rópt verður. Ca. 15 metrar vekk frá bólkinum stoppar eigari og hundur. Línan verður sett á aftur, og hundurin skal halda seg róligan.


7. Heilsa uppá menniskju við tamarhaldi:

Ein vinarligur fremmandur persónur heilsar fyrst uppá eigaran og so hundin. Hundurin má ikki leypa upp á tann fremmanda persónin. Eigarin skal kunna bremsa hundinum við røddini, um hundurin vísir tekin til at leypa upp.


8. Ikki bidda:

Eigarin tekur mat fram og etur, ímeðan hundurin er beint viðsíðuna av í leysari línu. Hetta skal hundurin góðtaka. Hundurin má ikki vísa átrokandi biddara tekin ella stjala matin.


9. Kanning av einum fremmandum:

Róliga skal hundurin góðtaka at ein vinarligur fremmandur persónur kannar munn, eygu, oyru, labbar o.s.fr. nágreiniliga. Hundurin skal góðtaka at sita, liggja og standa, ímeðan kanningin fer fram. 


10. Tín ábyrgd sum hundaeigari: