Viðtøkur

Viðtøkur

Fyri Hundaeigarafelag Føroya – HUFF

 

§ 1 

Navn felagsins er Hundaeigarafelag Føroya, stytt HUFF. 

 

§ 2 

Felagið er beinleiðis partur av Dansk Kennel Klub, stytt DKK, og er herundir nevnt kreds 12, Færøerne. 

 

§ 3

Endamál felagsins er millum annað; 

- at vegleiða og hjálpa limunum at ala og menna góðar hundar í Føroyum.

- at arbeiða við og menna aliarbeiði av rasuhundum. 

- at skipa fyri skeiðum, hundavenjingum og útbúgvingum av hundavenjarum. 

- at skipa fyri kappingum, gera skráir, og skipa tiltøk hundum og eigarum til góða. 

- eftir førimuni, og við góðum felagsanda, skal felagið verja, hjálpa og menna áhugamál limanna. 

 

§ 4 

Rætt til at gerast limir í felagnum, hava tey,sum hava áhuga fyri hundum. 

 

§ 5 

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Tó undir DKK. 

Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári, áðrenn endan av mars mánað við hesi dagsskrá: 

 

1) Formaðurin greiðir frá arbeiði felagsins fyri árið, sum farið er. 

2) Grannskoðaður rokniskapur verður framlagdur til samtyktar. 

3) Nevndarval, har skiftivís 3 og 4 av 7 limum verða valdir. 

4) Val av tveimum tiltakslimum. 

5) Val av grannskoðara. 

6) Ymiskt Nevndarformaðurin, ella um honum berts frá, annar nevndarlimur, gevur fundarboð minst 14 dagar áðrenn aðalfundin, annaðhvørt við brævi til limirnar, ella við lýsingum í fjølmiðlunum ella á heimasíðu felagsins www.huff.dk. Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur, tá ið hann er lógliga lýstur sbr. lóg § 7. Allar samtyktir á felagsfundi verða greiddar við vanligum meiriluta av persónligum atkvøðum.


 

§ 6

Eykafundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá ið 20 limir skrivliga biðja nevndina kalla saman til fundar. Tá talan er um slíkan fund, skal altíð vera tilskilað, hvat ella hvørji mál, skulu leggjast fyri fundin. Eykafundur skal lýsast á sama hátt, sum aðalfundurin og skal tá eisini fundarskráin kunngerast. Fundurin er viðtøkuførur á sama hátt, sum aðalfundurin. 

 

§ 7 

Um viðtøkubroytingar skulu gerast, skal broytingaruppskotið sendast limum felagsins 14 dagar áðrenn aðalfundin. Uppskot til lógarbroytingar skulu vera nevndini í hendi, áðrenn 1. desember undan aðalfundinum. Til lógarbroytingar krevst, at 2/3 av limunum eru á fundi, og at 2/3 av teimum greiða atkvøðu fyri broytingunum. Eru ikki 2/3 av limunum á fundi, kann broytingaruppskotið takast uppaftur á eykafundi, og fær tá lóggildi um 2/3 av limunum, sum eru á fundi eru fyri broytingunum. 

 

§ 8 

Roknskaparárið er álmanakkaárið. 

 

§ 9 

Á aðalfundinum verður vald ein nevnd við 7 limum til at hava ta dagligu felagsleiðsluna um hendi. Samstundis verða 2 tiltakslimir valdir. Valtíðin er 2 ár, tó soleiðis, at tríggir standa fyri vali annaðhvørt ár, og fýra annaðhvørt. Fyrsta árið við lutakasti. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, kassameistara, skrivara og trimum nevndarlimum. 

 

§ 10 

Á felagsfundum, setir formaðurin ella annar nevndarlimur fundin, og síðani verður valdur ein fundarstjórið, ið stýrir fundinum og avgerð øll trætumál viðvíkjandi fundinum. Nevndarval fer altíð skrivliga fram. Onnur atkvøðugreiðsla skal vera skrivlig, um ein av limunum krevur hetta. 

 

§ 11 

Nevndin skipar starv felagsins fundanna millum, og heldur nevndarfund ein av døgunum í fyrstu vikuni í hvørjum mánað ella so ofta hon heldur tað vera neyðugt. Hon heldur fund um, og viðgerð tey mál, sum verða løgd fyri felagsfundir, og fær serkøna hjálp, tá hon heldur tað vera neyðugt. Nevndarumboðini hava ábyrgdina av, at arbeiðssetningurin verður hildin. 

 

§ 12 

Persónur fær limarætt, tá ið hann hevur goldið limagjald til DKK.


 

§ 13

Árliga limagjaldið verður ásett á aðalfundi hjá DKK. Gjaldið verður innkravt einaferð um árið. Hesin peningur fellur beinleiðis til DKK.

 

§ 14 

Verður felagið niðurlagt, ella fellur niður, skulu ognir tess falla til Dansk Kennel Klub. Fyrstu lógirnar vórðu samtyktar á aðalfundi í august 2008, síðani soleiðis broyttar og samtyktar á eyka aðalfundi 28.09.2021