Málsetningar

Huff er eitt felag fyri allar hundaeigarar og hundaáhugaði, og stendur fyri Hundaeigarafelag Føroya. Felagið skal virkað fyri at hundalívið í Føroyum verður skipa á einum ábyrgdartilvitnum støðið.

Hundaeigarafelag Føroya er eitt áhugafelag og virkar fyri áhugamálum hjá hundum og eigarum teirra. Felagið er stovna við eini 7 manna nevnd.

Huff hevur, at byrja við, sett sær hesi mál at røkka fyri hundar í Føroyum:

1) Fríøkið til venjingar í agility, lýdni og samveru við aðrar hundar.
2) Skeiðir í lýdni fyri hvølpar og eldri hundar, agility og pleygu.
3) Framsýningar og kappingar.
4) Virka fyri at betra umstøðurnar fyri hundin, sum fylgisvein okkara.
5) At verja almennu áhugamál hundaeigarans.
6) Upplýsing - m.a. við barn og hund ráðgeving og mangt annað.

Sum ein partur av Dansk Kennel Klub (DKK) fáa vit ágóðan av teirri drúgvu royndum innan arbeiðið fyri hundinum í samfelagnum. 

Vit hava sum "lokal felag" sett okkum egin mál, men vit eru limir í DKK og eru teirri mál eisini okkara. Okkara øki eitur "Kreds 12".

Tað vil siga, at meldar tú teg sum lim í Huff, er tú eisini limur í DKK. 10 ferðir um árið fær hvør limur limablaðið "Hunden", sum inniheldur nógv gott at lesa um hundar. Eitt nú um framsýningar, kappingar, greinar og mangt annað.

Eisini sær ein í blaðnum, hvør hevur tlf. ráðgevingina, har limir kunnu tosa við serfrøðingar um trupulleikar, teir hava við hundi sínum.

Á heimasíðuni hjá DKK finnir tú alarar av øllum rasum í Danmark og ein altíð dagførdan hvølpalista við góðkendum alarum.

Sum sagt, so er Huff partur av DKK, ið er størsta felag fyri hundaeigarar í Danmark við einum limatalið uppá uml. 27.000.

DKK var stovnað í 1897, og hevur arbeitt fyri at fremja aling av sunnum og rasutypiskum hundum.

Felagið leggur seg harafturat eftir at verja áhugamál hundsins og eigara teirra í samfelagnum, hervið at framja ábyrgdartilvitna luttøku í útilívinum.

Í Danmark bjóðar DKK nógvar aktivitetir fyri hundar og eigarar, m.a. agillity, lýdni, framsýningar og royndir í ymiskum førleikum hundarnir eru trenaðir í.