Um HUFF
Nevndin er eftur aðalfundin soleiðis skipað:
Forkvinna :Maria Bonde Vinther
Næstforkvinna :Guðrið Dam
Kassameistari : Nicolina Johansen/Maria Bonde Vinther
Skrivari : Silvia Dánialsdóttir
Nevndarlimir : Margit Sørensen, Eva Gudmundsen og Ronja Karinardóttir Wolles-Wardum
Tiltaksmimir: Barbara Maria Hovsgarð og Helena Simonsen
Maria Bonde Vinther

Eg flutti heim til Føroyar í 2015, eftir at hava búð í Danmark í 10 ár, har eg havi brúkt mína frítíð á hundaframsýningum.
Eg havi rasuna yorkshire terrier og eigi kennel Faroe Breeze.
Mín áhugi er serliga innan framsýning.
Men eisini vil eg gjarna vera við til, at vit fáa fleiri og betri møguleikar til at venja og hava tað stuttligt saman við hundum okkara.
Guðrið Dam
Næstforkvinna:
Eg eri uppvaksin við hundi, men fekk mín egna hund í 2008.
Eg gekk til nógvar venjingar hjá HUFF og tað gekk ikki long tíð, so kom eg í nevndina og havi verið har síðan.
Í dag havi er 3 hundar, 1 Japanskan Spíðs og 2 Dvørgapudlar.
Tað sum hevur mín størsta áhuga í felagnum eru venjingar, framsýningar og tá eg havi fingið mær pudlar er áhugin fyri at læra at klippa egnum hundum eisini vaksin, so groomingskeið er nakað eg gjarna vil hava meira av.
Nicolina Johansen
Kassameistari:
Eg havi 2 Tibitanskar Spaniel, Bailey og Froya.
Okkum dáma væl framsýningar og tær venjingar sum hartil hoyra.
Mítt mál er at framsýningarnar framhaldandi skulu verða hugnaligar og stuttligar, so bæði hundar og eugarar føla at her er gott at verða.
Silvia Dánialsdóttir:
Skrivari:
Eg eri útbúgvin sum djórasjúkrarøktarfrøðingur og starvist til dagligt á Djóralæknastovuni. Eg eigi 2 hundar av slagum English Cocker Spaniel, Lilo og Azira. Mítt størsta áhugamál er djórarøkt, djóraatferð og aling. Eg tók útbúgving í aling í okt. 2019 og eigi Kennel Faroe Tails of Joy. Eg kom í nevnd hjá HUFF í nov. 2019
Mær dámar væl at ganga til venjingar og framsýningar við mínum hundum.
Eva Gudmundsen:
Nevndarlimur:
Eg eigi Stellu, sum er av slagnum Bichon Frisé. Okkum báðum dáma væl at ganga til framsýning og hundavenjing. Stella krevur sera nógva pelsrøkt, so tað brúki ef nógva tíð uppá. Eg gangi høgt uppí, at hundar verða havdir undir góðum og ábyrgdarfullum umstøðum og at teir hava ein innihaldsríkan gerandisdag, umframt góða heilsu og eru rætt og skynsamt aldir.
Ronja Karinardóttir Wolles-Wardum:
Nevndarlimur:
Eg eigi Stellu sum er ein Bichon Havanais. Eg eri uppvoksin við hundum og havi luttikið í fleiri framsýningum í DK.
Mín áhugi liggur í framsýning og hundavenjing.
Eisini er skilagóð aling eitt av mínum áhugamálum.