Hvølpavenjing
Á hvølpamotivantiónsskeiðnum hjá HUFF, Dansk Kennel Klub kreds 12, læra tú og hvølpurin at venja soleiðis at hundurin varðveitir sín hug at læra og venja. Hetta á ein jaligan hátt og á ein hátt har, ið hundurin sjálvur má hugsa og taka støðu. Endamálið við hesum er, at styrkja tín leiklut sum leiðara og at menna álitið ímillum teg og hundin.
Skeiðið er áleið 45 min til 1 tíma hvørja ferð og er íalt 8 ferð. Umframt tann teoretiska partin er størsti parturin praktiskur har tú millum annað venur hetta saman við hvølpinum:
Tilvenjing av umhvørvinum - ljóð, ferðsla, trappir o.a í er í nær og fjarumhvørvinum
Sosial samverða - skilagóða samverðu við hundar og fólk
Innkall og venjingar har vit handfara hundin - hvølpurin lærir at koma, at sita, at standa og at liggja róliga.
Leiðara og samskiftis venjingar - har eigarin fær hugskot til venjingar, sum flokksleiðari í gerandisdegnum.
At ganga pent í reim - hvølpurin verður motiveraður til at fylgja ánar sínum har reimin hongur leys.
Leita - hvølpar hava eina náttúrliga góða nøs og hava stóran tørv á at brúka hana. Tískil venja vit hvølpin at brúka sína nøs til spennandi venjingar og á ein áhugaverdan hátt.
Vit fara eisini at umráða hvussu ein fær hvølpin reinligan


