Hvølpavenjing í Klaksvík
Á hvølpamotivantiónsskeiðnum hjá HUFF, Dansk Kennel Klub
kreds 12, læra tú og hvølpurin at venja soleiðis at hundurin varðveitir sín hug
at læra og venja. Hetta á ein jaligan hátt og á ein hátt har, ið hundurin
sjálvur má hugsa og taka støðu. Endamálið við hesum er, at styrkja tín leiklut
sum fyrimynd og at menna álitið ímillum teg og hundin.
Venjingarnar eru áleið 1 tíma hvørja ferð. Umframt tann
teoretiska partin er størsti parturin praktiskur, har tú millum annað venur
hetta saman við hvølpinum:
Tilvenjing av umhvørvinum - ljóð, ferðsla, trappir o.a í er
í nær og fjarumhvørvinum
Sosial samverða - skilagóða samverðu við hundar og fólk
Innkall og venjingar har vit handfara hundin.
Samskiftis venjingar - har eigarin fær hugskot til
venjingar, sum fyrimynd í gerandisdegnum.
At ganga pent í reim - hvølpurin verður motiveraður til at
fylgja eigara sínum har reimin hongur leys.
Leita - hvølpar hava eina náttúrliga góða nøs og hava stóran
tørv á at brúka hana. Tískil venja vit hvølpin at brúka sína nøs til spennandi
venjingar og á ein áhugaverdan hátt.
Vit fara eisini at umráða hvussu ein fær hvølpin reinligan
Hvølpurin skal vera koppsettur, ormaviðgjørdur og
ábyrgdartryggaður (trygging um hann er eldri enn 4 mdr)
Vit venja mikudagar kl 19
Tit fáa ein e-mail, tá freistin at melda til er farin.
tað er avmarka pláss, tí er tilmeldan er bindandi.
Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.