Dupult Várframsýning hjá HUFF


G.G Ein skal melda til BÁÐAR framsýningarnar fyri at fáa døming frá báðum dómarum.

Framsýningarnar vera 20.04.2024 kl 10 í Badmintonhøllini í Tórshavn.
Dómarar eru Sean Delmar og Cathy Delmar frá Írlandi.
Tað eru 2 framsýningar sum er í gongd í senn, men øll náa báðar 
Men man má minnast til, at melda til báðar, um man ynskir at vera við til tað.
Skráin er soleiðis, bara 2 ferðir.
  • Rasu døming
  • Barn og hund kapping
  • Juniorhandling
  • BIS finalurnar
  • Lutaseðlar
Flokkarnir eru bólkaðir soleiðis:
Baby hvølpur: 3-6 mánaðir
Hvølpur: 6-9 mánaðir
Juniorklasse: 9-18 mánaðir
Mellemklasse: 15-24 mánaðir
Åbenklasse: úr 15 mánaðum og uppeftir
Championklasse: úr 15 mánaðum og uppeftir
Veteranklasse: úr 8 árum og uppeftir

Bara hundar við FCI-góðkendari ættartalvu kunnu luttaka og hendan skal vera skrásett hjá DKK.
Eisini hava vit eina barnakapping, har børn og ung undir 17 ár kunnu vísa hundin fram. Her hyggur dómarin eftir, hvussu hundurin verður vístur fram og ikki eftir góðskuni á hundinum. Tó skal hundurin verða tilmeldaður til framsýningina og vera í minimum juniorklassa. Kostnaðurin fyri hesa kappingina er 100 kr. Tað ber til at tilmelda til barna- og ungdómskappingina í høllini.
Tað er avmarkað tal á hundum ið kunnu luttaka á framsýningini.

Høvðustuðlar: Labbin & Sóljan Glaslist

G.G tað eru bara hundar sum eru tilmeldaðir framsýningina, sum sleppa inn í høllina.
Tit kunnu melda til framsýningina á hundeweb, freistin at melda til er tann 10.04.2024 kl 22 føroyska tíð.
Sí leinkju