Nyheder fra kredsen


So kom fyrsta jólagávan til okkum mongu, sum vilja ynskja eitt gott hundahald í Føroyum.
Helgi Abrahamsen hevur slept ætlanini um at seta forboð fyri ferðing við hundi.

Vit gleðast um, at vit sleppa at fara uttanlanda til eitt nú serviðgerðir hjá djóralækna, heilsukanningar, kappingar av ymsum slag, paringar osfv, alt hetta er umráandi fyri, at vit framhaldandi kunnu hava eitt sunt og gott hundhald í Føroyum.
Eisini gleðast vit um, at Helgi Abrahamsen vil varveita góðu djóraheilsustøðuna við harðari eftirlitið.

https://www.uvmr.fo/fo/kunning/tidindi/sleppir-aetlanini-um-forbod-fyri-at-ferdast-vid-hundi-og-kettu/