Nyheder fra kredsen


Stuttleika kapping

Stuttleikakappingar

Leygardagin 28.03.2020 kl 10
dyrnar lata upp kl 09.
Minnist til at hundarnir skullu vera koppsettir og ormaviðgjørdir eftir leiðbeining frá djóralækna.

Hendan kappingin er eitt sindur annaleiðis enn tær vanligur framsýningarnar.
Tað eru 2 hundar í ringinum í senn, hvør skal kappast ímóti hvørjum verður avgjørt við lutakast í høllini, tað verður gjørt við einum kortspæli. (Reytt ímóti svørtum)

Vit hava 2 ymiskar stuttleika kappingar.

Tann fyrsta, kapping 1, er fyri allar DKK hundar, her verður dømt eftir rasustandarinum. So “udstillingsreglementet” skal haldast.
Vilt tú gjarna við, men hundurin hevur onkran feil/brek, sum gerð hann ikki kann luttaka í kapping 1, so kunnu tit koma til kapping 2 sum er Bamsu kappingin.
Feilir/brek kann til dømis vera ein hannur sum er geldur, ein hundur sum hevur fingið operera, fjerna ella mist eitt petti av halanum ella oyrunum.


Tann seinna, kapping 2 er ein “Bamsu” kapping, her kunnu allir hundar uttan ættartalvu luttaka, men eisini DKK hundar, sum ikki kunnu vera við til tí fyrru kappingina vegna feil/brek, her verður dømt eftir hvat dómarin dámar. Tað kann vera hundurin er fittur, frekur uppá tann fitta máta, penur osfv.
Dómarin hevur ikki ein standard at ganga eftur.

Dómarin er Anne Birgitte Schilling frá Danmark.

Umfar 1:
Tað er eitt innleiðandi umfar, har allir vinnarinir fáa reytt band og nr 2 fáa blátt band.

Umfar 2:
er eitt umfar har øll við bláum bandi kappast umaftur og vinnarinir fáa so reytt og nr 2 fær blátt. Hevur man fingið blátt 2 ferð, so er kappingin liðug. (Tað vil so siga at øll koma inn í ringin minimum 2 ferðir.)
Men fær man reytt í hesum umfarinum, so fer man víðari, at kappast í móti hinum sum fingu reytt í fyrsta umfari.

Umfar 3
Øll tey sum hava fingið reytt band kappast aftur og tey sum so fáa blátt í hesum umfarinum, er liðug við kappingina.

Umfar 4
Øll sum hava fingið reytt í undanfarna umfari, skullu nú aftur kappast, tey sum fáa blátt eru liðug við kappingina.
Soleiðis heldur man áfram, til tann endaligi vinnarin er funnin.

Tað er avmarka pláss til báðar kappingarnar, so um tit vilja við til hendan hugnaliga dagin, so skundi tykkum at melda til.

Prísurin fyri at luttaka er 100 kr pr hund um man er limur í DKK/HUFF og 150 kr pr hund um man ikki er limur.

Um man skal luttaka til kapping 2 “Bamsu” kapping, so send eini boð til HUFF ígjøgnum facebook vangan ella send ein teldupost til huffdkk@gmail.com
Skriva navn, aldur og nøkunlunda hvat slag/blanding tað er.
Og limanummar um man er limur.

Um man skal luttaka til kapping 1, so skal man tilmelda seg á hundeweb, sí leinkju

https://www.hundeweb.dk/dkk/public/openPage/arrangement/arrangement-mobile.html?_exp=0&arrangementId=2576


• — • — • — • — • — • — • — • — • — • — • — • — • — • — • — • — • — • — • — • — • — • — •
HYGG HER

Vit hava fingið nakrar fyrispurningar um tað eru nøkur serlig krøv til stuttleikakappingarnar og onkur krøv eru:

Hundurin skal vera koppsettur og ormaviðgjørdur eftir vegleiðing frá djóralækna, havi heilsubókina við, tí hetta verður kanna við dyrnar, er hundurin ikki koppsettur, sleppur hann ikki inn í høllina.

Av tí tað er avmarka pláss til kappingina, so er tilmeldingin bindandi og verður ikki afturgoldin vegna forfall ella manglandi koppseting.

Ein hvølpur skal vera minimum 3 mdr gamal.

Ein tík sum er við hvølpum, má ikki vera komin so langt, at 30 dagar ella minni eru eftir til hon skal leggja. Hetta verður rokna 63 dagar frá fyrstu parring.

Ein tík sum hevur lagt hvølpar fyri minni enn 75 døgum síðan kann ikki luttaka.

Tit fáa eitt bræv tá tit hava tilmelda og har er ein reglugerð við eisini.
Tað eru fyri tað mesta reglur um hvussu vit og hundarnir uppføra okkum í høllini.

Til tí fyrstu kappingina, kapping 1, verður dømt eftir rasustandardinum og dkk “udstillingsreglement”. Teir hundarnir sum luttaka á kapping 1, eru hundar sum kunnu luttaka á okkara vanligu framsýningum.

Kapping 2 Bamsu kapping
Eru allir hundar uttan papírir og teir dkk hundar sum vegna onkran feil/brek ikki kunnu luttaka í kapping 1.
Tað kann td vera ein hannur sum er geldur, ein hundur sum hevur fingið operera, fjerna ella mist eitt petti av halanum ella oyrunum.


Vit ynskja, at tit koma til ringvenjing áðrenn, hetta fyri at bæði hundur og eigari vita nøkunlunda hvat tað snýr seg um. (Serliga um man ikki hevur roynt tað fyrr)
Eisini fyri at hundarnir læra, at vera saman við nógvum hundum og læra at tað er ok, at fremmand fólk røra við teir.
Ringvenjingarnar Tórshavn eru týskvøld kl 19, sí kalendara. Tað kostar 40 kr hvørja ferð og ongin tilmelding krevst.
Ringvenjing Klaksvík, kontakta Dianu viðvíkjandi tíð og stað, teldupost: djohannessen@gmail.com