Søg på

Indtast søgeord nedenfor og klik "Søg"

×



Eygnakanning

Eygnakanning
Í vikuskiftinum 10-11 septembur kemur Susanne Kaarsholm til Føroya at gera eygnakanningar. Djóralæknarnir í Føroyum fáa ikki gjørt hesa kanning, tí djóralæknin skal hava sergrein innan eygu. Hetta er tí ein gyltur møguleiki at fáa kannað eyguni á hundinum, eitt nú um tú ætlar at ala. Nógvar eygnasjúkur eru arvaligar, og tí er umráandi at fáa eyguni kannaði. Summar rasur eru meira útsettar enn aðrar, hetta hevur við sær, at onkrar rasur hava eygnakanning sum krav áðrenn aling, og aðrar rasur hava tað sum tilmæli. Ivast tú í tíni rasu, kanst tú lesa um krøvini/tilmælini til tína rasu her.⬇️⬇️⬇️

https://www.hundeweb.dk/dkk/public/openIndex?ARTICLE_ID=115

Um tær tørvar hjálp, so skriva endiliga eini boð.
Hundar sum eru skrásettir í ISDS, kunnu taka blóðroynd/DNA fyri CEA, men Border Collie hevur eisini aðrar eygnasjúkur at dragast við, tær síggjast ikki í eini blóðroynd/DNA og vísa seg ikki frá hvølpi, men tær kunnu síggjast saman við CEA við eygnakanning. So kanningin er heilt sikkurt eisini áhugaverd fyri Border Collie. Sí leinkju niðanfyri: ⬇️⬇️⬇️

https://www.isds.org.uk/breeding-registration/eye-testing/

Allir hundar kunnu luttaka. (Tó skulu teir flestu vera yvir 12 mdr, um attestin skal skrásetast hjá eitt nú DKK)
Kanningin kemur at kosta 800 kr. Men eigur tú fleiri hundar, sum skullu eygnalýsast so fært tú teir seinnu hundarnar fyri 600 kr stk.

Tú skalt gjalda fullan prís fyri allar, men fært so afturgoldið fyri teir seinnu.
Tá man kemur skal djóralæknin síggja hundin, síðan skal hann hava dropar í eyguni, so fært tú hann aftur og skal bíða 20 minuttir, so skal hann kannast aftur.
Hevur mann ein hund við DKK ættartalvu, so skal mann sjálvur inn á www.hundeweb.dk at keypa eina “rekvisition”, tað kann tó ikki gerast áðrenn tit hava fingið boð um, hvørt tit sleppa til 10 ella 11 septembur. Vit hjálpa fegin við hesum, um tørvur er á tí.
Vónandi eru nógv sum vilja kanna hundarnar, nú møguleikin er her.
Trýst á hesa leinkjuna fyri at melda til. Man má skráseta ein brúkara fyri at kunna at melda til, men hetta er ókeypis. Tørvar tær hjálp til hetta, so send okkum eini boð.
Melda til:
⬇️⬇️⬇️

https://www.hundeweb.dk/.../arrangement-mobile.html...
Eitt sindur um Susanne Kaarsholm:

Har været ansat på Ringe Dyrehospital siden 1984. Medlem af Dyrlægeforeningens Øjenpanel fra 2000. Medlem af DSVO´s bestyrelse fra 2000 til 2015. Formand for DSVO og DDD´s øjenpanel fra 2009 til 2015.