Ársaðalfundur felagsins 2026
Ársaðalfundur felagsins verður í hølinum hjá Sóljan glaslist á Karlamagnusarbreyt 11 í Hoyvík, tann 18.02.2026 kl 19.
Skrá fyri aðalfund:
1. Ársfrágreiðing
2. Ársroknskapur
3. Val av 3 nevndarlimum, á val eru Guðrið Dam, Margit Sørensen og Eva Gudmundsen, allar taka við endurvali.
4. Val av 2 tiltakslimum
5. Val av grannskoðara
6. Ymiskt
Um tú hevur hug at stilla upp til nevndina, so send okkum ein e-post á huffdkk@gmail.com.