Hvølpavenjing Miðvágur
| Á hvølpamotivatiónsskeiðnum hjá HUFF, Dansk Kennel Klub, Kreds 12, læra tú og hvølpurin at venja soleiðis at hundurin varðveitir sín hug at læra og venja. Hetta á ein jaligan hátt og á ein hátt, har ið hundurin sjálvur má hugsa og taka støðu. Endamálið við hesum er at styrkja tín leiklut sum fyrimynd, og at menna álitið ímillum teg og hundin. Venjingarnar eru áleið 1 tíma hvørja ferð. Umframt tann teoretiska partin, er størsti parturin praktiskur, har tú millum annað venur hetta saman við hvølpinum: Tilvenjing av umhvørvinum - ljóð, ferðsla, trappir o.a sum er í nær og fjarumhvørvinum. Sosial samvera - skilagóða samveru við hundar og fólk Innkall og venjingar har vit handfara hundin Samskiftis venjingar - har eigaren fær hugskot til venjingar sum fyrimynd í gerandisdegnum. At ganga pent í reim - hvølpurin verður eggjaður til at fylgja eigara sínum har reimin hongur leys. Hvølpurin skal vera minimum 8 vikar gamal, koppsettur og ormaviðgjørdur. Hvølpar eldri enn 4 mdr skulu hava ábyrgdartrygging. | ||
| Mødetid/sted | Venjarir: Hanna og Randarsól | |


