Hvølpa- og familjuhundavenjing í Vágum

Á hvølpa og familjuhundaskeiðnum hjá HUFF, Dansk Kennel Klub kreds 12, læra tú og hvølpurin at venja soleiðis at hundurin varðveitir sín hug at læra og venja. Hetta á ein jaligan hátt og á ein hátt har, ið hundurin sjálvur má hugsa og taka støðu. Endamálið við hesum er, at styrkja tín leiklut sum fyrimynd og at menna álitið ímillum teg og hundin.

 

Umframt tann teoretiska partin er størsti parturin praktiskur har tú millum annað venur hetta saman við hundunum:

Tilvenjing av umhvørvinum - ljóð, ferðsla, trappir o.a í er í nær og fjarumhvørvinum

 

Sosial samverða - skilagóða samverðu við hundar og fólk

 

Innkall og venjingar har vit handfara hundin - hundurin lærir at koma, at sita, at standa og at liggja róliga.

 

Samskiftis venjingar - har eigarin fær hugskot til venjingar, sum fyrimynd í gerandisdegnum.

At ganga pent í reim - hundurin verður motiveraður til at fylgja eigara sínum har reimin hongur leys.

 

Leita - hundar hava eina náttúrliga góða nøs og hava stóran tørv á at brúka hana. Tískil venja vit hundin, at brúka sína nøs til spennandi venjingar og á ein áhugaverdan hátt.

 

Vit fara eisini at umráða hvussu ein fær hvølpin reinligan

 

Hvølpurin skal vera minimum 8 vikur, koppsettur og ormaviðgjørdur.

Eisini skal hann vera ábyrgdartryggjaður, tó kann trygging ikki teknast fyrenn hvølpurin er 4 mdr.

Teir eldru hundarnir skulu eisini vera koppsettir, ormaviðgjørdir og hava ábyrgdartrygging.

                              

Fyrstuferð vit hittast er mánadagin 06.05.2024 kl 19, tað er til teori uttan hund.

Vit venja mánadagar kl 19, fyrstuferð 13.05.2024.

 

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.

Tit fáa e-post tá freistin at melda til er farin.

Tilmelding er bindandi.