Nose Work Hold


Kom og lær hundin at snodda.

Vit fara nú undir at hava hold venjing í nosework.

Venjingarnar vera mánadagar og hósdagar kl 18:30 til áleið kl 20.

Tað verður í Tórshavn, men staði verður ikki tað sama hvørjaferð, so hetta fáa tit nærri boð um.

Hendan venjingin er á byrjunarstøði, tó er gott um hundurin kennur lavendel angan, men hetta er ikki eitt krav.

Hvat er Nose Work?

Heilt stutt so er tað at læra hundin at arbeiða við nøsini og snodda seg fram til nakrar ávísar angar.

Hetta er ein rættiliga nýggj ítróttargrein í hundaverðini og sera væl dámd kring allan knøttin, tí hetta kunnu allir hundar og eigarir vera við til.

Nøkur venja Nose Work við kapping fyri eyga, men tey flestu sum venja Nose Work gera tað, tí tað er so stimbrandi fyri hundin.

Freistin at melda til er leygarkvøldi kl 18 og tit fáa ein teldupost við upplýsingum tá freistin er farin.

 

Tað eru avmarka pláss og tí er tilmeldan bindandi.

                              

Mødetid/sted Vit byrja longu mánadagin 06.05.2024 kl 18:30 í Tórshavn.

Vit venja mánadag og hósdag til og við 20.05.2024

 

Freistin at melda til er leygarkvøldi kl 18 føroyska tíð og tit fáa ein teldupost við upplýsingum tá freistin er farin.

 

Tað eru avmarka pláss og tí er tilmeldan bindandi.