Nyheder fra kredsen
Ársaðalfundur felagsins verður í hølinum hjá Sóljan glaslist á Karlamagnusarbreyt 11 í Hoyvík, tann 26.03.2025 kl 19.
Skrá fyri aðalfund:
1. Ársfrágreiðing
2. Ársroknskapur
3. Val av 4 nevndarlimum, á val eru Ronja Karinardóttir Wolles-Wardum, Nicolina Johansen, Elinborg Hultgren og Maria Bonde Vinther.
Ronja og Maria taka við endurvali.
4. Val av 2 tiltakslimum
5. Val av grannskoðara
6. Ymiskt
Um tú hevur hug at stilla upp til nevndina, so send okkum ein e-post á huffdkk@gmail.com.
Vit eru so heppin, at eftir aðalfundin hava vit ein fyrilestur um “Giardia og aðrar sníkar hjá hundi” sum djóralækin Annika Nørspang Nolsøe frá Djóralæknastovuni kemur at hava.
Hesin byrjar áleið kl 20:15 ella so skjótt aðalfundurin er lokin.
Øll eru vælkomin til fyrilesturin, aðalfundurin er bert fyri limir.