Nyheder fra kredsen


Forkvinna felagsins greiddi frá arbeiðnum hjá felagnum hetta seinasta árið. 
Vit hava havt nøkur hvølpaskeið.
Anne Birgitte Schilling var heima og hevði grooming skeið og hevði eisini handlaraskeið, sum limir hava fingið ágóðan av, og eisini fekk felagið ágóðan av tí, og fekk lært eitt sindur nýtt. 
Vit hava havt tvær framsýningar, eina í Februar og eina í September. Í Februar var Espen Engh úr Noregi dómari, og í September var Martin Baskaran úr Spania dómari. Vit fingu feedback um at dómarin úr Spania var torførur at skilja, vit hava tikið tað til eftirtektar og royna at taka dómarar úr norðanlondum framyvir á framsýningunum sum felagið hevur. 
Vit hava havt nógvar ringvenjingar, av tí at vit hava verið so heppin at havt vitjan av Klubben for små selskabshunde í summar.
Nevndin hevur avgjørt at tá KSS vitjar, so hevur felagið bert eina framsýning tað árið, orsaka av at vit síggja afturstig í tilmeldingum til okkara egnu framsýningar tá KSS er á vitjan.
Eisini hevur nevndin avgjørt at hundar sum skulu vera við í Barn og Hund ella Juniorhandling skulu vera minimum í junioraldri, tvs. 9 mdr. 
Kassameistarin legði ársroknskapin fram, og felagið hevur fingið meir inntøku í ár, og er hetta at fegnast um.