Um HUFF

Nevndin er eftur aðalfundin soleiðis skipað:

Forkvinna : Maria Bonde Vinther
Næstforkvinna : Margit Sørensen
Kassameistari : Guðrið Dam
Skrivari : Eva Gudmundsen
Nevndarlimir : Beinta Thomsen & Barbara Jógvansdóttir
Tiltaksmimir: Ruth Iansdóttir & Guðrið Leth

Maria Bonde Vinther

Forkvinna:



Eg flutti heim til Føroyar í 2015, eftir at hava búð í Danmark í 10 ár, har eg havi brúkt mína frítíð á hundaframsýningum.

Eg havi rasuna yorkshire terrier og eigi kennel Faroe Breeze.

Eg kom í nevnd hjá Huff beinaveg eg kom heim í 2015.

Mín áhugi er serliga innan framsýning og venjing.

Men eisini vil eg gjarna vera við til, at vit fáa fleiri og betri møguleikar til at venja og hava tað stuttligt saman við hundum okkara.


Margit Sørensen

Næstforkvinna:


Guðrið Dam

Kassameistari:



Eg eri uppvaksin við hundi, men fekk mín egna hund í 2008.
Eg gekk til nógvar venjingar hjá HUFF og tað gekk ikki long tíð, so kom eg í nevndina og havi verið har síðan.
Í dag havi er 3 hundar, 1 Japanskan Spíðs og 2 Dvørgapudlar.
Tað sum hevur mín størsta áhuga í felagnum eru venjingar, framsýningar og tá eg havi fingið mær pudlar er áhugin fyri at læra at klippa egnum hundum eisini vaksin, so groomingskeið er nakað eg gjarna vil hava meira av.

Eva Gudmundsen:

Skrivari:

Eg havi rasuna Bichon Frisé, mær dámar væl at ganga til framsýning og venjing, so tað brúki eg nógva tíð uppá. Eg gangi høgt uppí, at hundar verða havdir undir góðum og ábyrgdarfullum umstøðum, og at teir hava ein innihaldsríkan gerandisdag, umframt góða heilsu hjá hundum, og at teir eru væl og skynsamt aldir


Barbara Jógvansdóttir

Kassameistari:

Eg eri uppvaksin við hundi, og havi sum barn brúkt sera nógva tíð uppá at ganga til ymiskar hundavenjingar, harafturat havi eg altíð hugsað sera nógv um djóravælferðina.

Í dag havi eg rasurnar Pomeranian og Shiba Inu og eigi kennelmerkið Faroe Beauty.

Míni áhugamál eru serliga innan trivnað, heilsu, sosialisering, røkt, aling, venjing og framsýning.


Beinta Thomsen

Nevndarlimur:

Eg havi 2 hundar av slagnum Pomeranian. Eg eri uppvoksin við hundum, men í 2023 fekk eg mína fyrstu rasureinu týk og byrjaði til hvølpavenjing hjá Huff. Eg bleiv sera bitin av venjingunum hjá teimum og er tað ein fantastiskur møguleiki, at verða ein partur av felagnum í dag.

Pomeranian krevur nógva pelsrøkt, tí hevur tað mín stóra áhuga eins og heilsan. Eisini gangi eg høgt uppí skilagóða aling, positivar upplivingar og venjingar. Mær dámar sera væl framsýningar og tíðina upp til. Tað er altið líka hugnaligt og stuttligt, at møtast við øðrum hundaeigarum til venjing. Vit elska at venja og arbeiða hart fyri, at fáa møguleikanar til venjinganar og framsýningar enn størri.