Finn rætta alarin

Her eru nøkur "tips og tricks" til hvussu tú velur ein alara, um tú ikki hevur møguleika at fara til DK at vitja alarar og ikki fært tína rasu í FO.

1. Far inn á 
https://koebhund.dk/hvalpeliste/breeders 
Her finnur tú alarar ið ala við DKK stambók. Ein DKK stambók kann kallast ein heilsuváttan, ið ger, at tú hevur størst møguleika fyri, at fáa ein sunnan hvølp. 
Aðrir kennelklubbar eru stovnaðir orsakað av vánaligum alarum ið eru blakaðir úr DKK.

2. Finn heimasíðuna við alarum av rasuni ið tú ynskir. Hygg inn á fleiri heimasíður. Hygg eftir hesum:
2.1: Er tað reint og hampuligt inni hjá alaranum eftir myndunum at døma.
2.2. Skrivar alarin nakað um seg sjálvan.
2.3. Fært tú eitt gott "inntrykk" av heimasíðuni.

3. Vanliga hava alarar eina síðu ið eitur "hvalpe". Hetta er eitt yvirlit yvir hvølpaløgurnar ið alarin hevur fingið fyrr. Hygg eftir hvussu ofta alarin fær hvølpar. 
Hygg inn á síðuna ið vanliga eitur "vores hunde" og hygg eftir hvussu nógvar hundar alarin eigur.
Summir alarar hava 5-8 hundar heima. Hetta kallast vanliga "stueopdræt" (onkuntíð køkkenopdræt). Hesin alarin skrivar vanliga á síni heimasíðu, at hundarnir búgva inni hjá sær og eru sum partur av familjuni. Hesin alarin fær oftast 1-2 løgur um árið.
Nakrir alarar hava fleiri hundar enn hetta, men teir búgva hjá øðrum familjum, so alarin kann brúka teir til aling - tað er eisini í ordan.
Aðrir alarar hava 15-25 hundar. Hesir búgva ofta í búrum og sleppa kanska sjáldan út ein túr. Hetta eru oftast teir alararnir ið ikki hava yvirskot til at sosialisera hvølparnar nokk. Hetta kann vera OK um tú kanst fáa hvølpin sum 8 vikur gamal. Men hetta kann ikki viðmælast tá hvølpurin ikki kemur til FO fyrrenn hann er 16 vikur gamal. Hesin alarin fær fleiri løgur um árið.

4. Skriva til alarar ið tú dámar og fært gott inntrykk av heimasíðuni. Skriva ikki ov nógv um teg sjálvan og tína familju. Men um tú skrivar til fleiri alarar, er best at skriva til teirra, at tú hevur skrivað til fleiri, og tú bert spyr teg fyri.

Tann vánaligari alarin: Hann spyr ikki nógv um teg og gevur avmarkaðar upplýsingar um seg. Hann kann vera vinarligur, men eisini "villigur" at selja ein hvølp til onkran ið hann ikki kennir, og enn verri at senda ein hvølp til Føroya, uttan at spyrja stórvegis um nýggja eigaran.

Tann betri alarin: Hann spyr nærri um teg og tína familju. Hann vil ofta vita hvussu dagligdagurin hjá hundinum fer at síggja út. Hann kann gott himprast við at senda hvølp til Føroya, sum hann (kanska) ongantíð sær aftur. 
Tann betri alarin er góður við sínar hvølpar og hevur lagt stórt arbeiði í teir, og vil ikki selja til ein og hvønn. Tann betri alarin kann gott krevja at tú skalt, í minsta lagi, til hvølpavenjing við honum. 

5. Ring til alaran og fá eitt inntrykk av honum.

6. Tann besti alarin vil sum oftast ikki hava eyka pening fyri at hava hvølpin til hann er 16 vikur gamal. Hann er heldur fegin um at hava fingið góðar nýggjar eigarar.
Tó so, er talan um eina stóra rasu, ið etur nógv, kann eitt sindur av fóðurútreiðslum verða neyðugt hjá tær at gjalda. Eyka djóralæknarokningar, fyri at senda hvølpin til FO, eru sjálvandi tínar.