Nose Work - Kom og lær hundin angan Lavendel - Suðuroy


Nose Work

Kom og lær hundin angan lavendel.

Hendan venjingin er á byrjunarstøði, so øll fáa verði við.
Venjingin er í Suðuroy.

Hvat er Nose Work?

Heilt stutt so er tað at læra hundin at arbeiða við nøsini, finna fram til nakrar ávísar angar.
Vit byrja við lavendel.
Hetta er ein rættiliga nýggj ítróttargrein í hundaverðini og sera væl dámd kring allan knøttin, tí hetta kunnu allir hundar og eigarir vera við til.
Vit venja ein hund ísenn, so hundarnir mugu bíða í bilinum til teir skulu inn.

Nøkur venja Nose Work við kapping fyri eyga, men tey flestu sum venja Nose Work gera tað, tí tað er so stimbrandi fyri hundin.

Tað eru avmarka pláss og tí er tilmeldan bindandi.

Tit fáa ein mail við viðkomandi upplýsingum tá freistin at melda til er farin.

Brúkari á hundeweb/dkk krevst fyri at melda til, men hesin er ókeypis.

Venjarir: Margit og Rósa