HLT - Bronzu og Silvur í Klaksvík


Lýdnisvenjing fyri familjuhundar – Hverdagslydighed, stytt HLT

Vit fara nú aftur at bjóða gerandislýnisvenjingar til allar hundar yvir 6 mánaðir.
Allir hundar eru vælkomnir, eingi krøv eru til serlig evni hjá hundinum ella til venjing frammanundan. Støðið verður tikið í tí einstaka hundinum, soleiðis at hundurin við jaligari venjing verður mentur. Flestu familjuhundar eru í dag vorðnir ”arbeiðsleysir”, skilt á tann hátt, at teir ikki longur verða nýttir til tað endamálið, sum teir í síni tíð vórðu aldir til, eitt nú at reka, veiða ella vakta. Skjótt er hjá einum hundi, ið keðir seg, sjálvur at finna uppá ”sjálvlønt arbeiði”, sum ikki er til frama hvørki fyri hund ella eigara. Við hesi venjingini fær hundurin røktað sín tørv at vera virkin, og stimbrað arbeiðsgleðina. Dentur verður laggdur á evnini hjá førara at eggja sínum hundi til at varðveita arbeiðsgleðina, umframt evnini at hava fyrilit fyri støðum, ið kunnu uppstanda, tá hundur verður havdur, umframt at handfara hundin skynsamt – við virðing fyri ábyrgdini av hundinum og kringumstøðunum.
Endamálið er, at hundurin gerst glaður, dugnaligur og vælfungerandi, og soleiðis til stóra gleði hjá sínum eigara, samstundis sum hann ikki er til bága fyri onnur.

Venjingin er skipað í stigum, bronsa, silvur, gull og elitevenjing, og verða krøvini herd so hvørt eitt stig er lokað, við møguleika at fara upp í roynd. Klára hundurin og førarin royndina fáa teir útskrivað diplom og og vinna eina rosett. Tað er tó ikki neyðugt at hava staðið royndina í einum stigi, fyri at luttaka í venjing í næsta stiginum.

Fyri at vera við til venjingarnar skal hundurin vera koppsettur og hava ábyrgdartrygging.
Fyri at vera við til royndir, skal hann eisini vera chipmerktur.

Meira kann lesast um venjingina á heimasíðuni hjá Dansk Kennel Klub
https://www.dkk.dk/kurser-prover-og-traening/aktiviteter-med-din-hund/hlt