Ringvenjing fyri óroynd Tórshavn

Hetta skeiðið er fyri óroynd og er skeiðið 5 sunnudagar.
Tað er avmarkað pláss og tí er tilmelding bindandi. Tað eru fleiri venjarar til hvørja venjing.

Hendan venjingin fyrireikar hund og eigara til framsýning, tit læra hvussu hundurin skal ganga og standa, fyri at dómarin kann síggja rørslur og bygna á hundinum.

Melda til við at trýsta á leinkjuna, man skal hava ein brúkara á hundeweb/dkk fyri at melda til, men hesin er ókeypis.