Hvølpa- og familjuhundavenjing í Vágum

Á hvølpa og familjuhundaskeiðnum hjá HUFF, Dansk Kennel Klub
kreds 12, læra tú og hvølpurin at venja soleiðis at hundurin varðveitir sín hug
at læra og venja. Hetta á ein jaligan hátt og á ein hátt har, ið hundurin
sjálvur má hugsa og taka støðu. Endamálið við hesum er, at styrkja tín leiklut
sum fyrimynd og at menna álitið ímillum teg og hundin.
Umframt tann teoretiska partin er størsti parturin
praktiskur har tú millum annað venur hetta saman við hundunum:
Tilvenjing av umhvørvinum - ljóð, ferðsla, trappir o.a í er
í nær og fjarumhvørvinum
Sosial samverða - skilagóða samverðu við hundar og fólk
Innkall og venjingar har vit handfara hundin - hundurin
lærir at koma, at sita, at standa og at liggja róliga.
Samskiftis venjingar - har eigarin fær hugskot til
venjingar, sum fyrimynd í gerandisdegnum.
At ganga pent í reim - hundurin verður motiveraður til at
fylgja eigara sínum har reimin hongur leys.
Leita - hundar hava eina náttúrliga góða nøs og hava stóran
tørv á at brúka hana. Tískil venja vit hundin, at brúka sína nøs til spennandi
venjingar og á ein áhugaverdan hátt.
Vit fara eisini at umráða hvussu ein fær hvølpin reinligan
Hvølpurin skal vera minimum 8 vikur, koppsettur og
ormaviðgjørdur.
Eisini skal hann vera ábyrgdartryggjaður, tó kann trygging
ikki teknast fyrenn hvølpurin er 4 mdr.
Teir eldru hundarnir skulu eisini vera koppsettir,
ormaviðgjørdir og hava ábyrgdartrygging.
Fyrstuferð vit hittast er mánadagin 06.05.2024 kl 19, tað er
til teori uttan hund.
Vit venja mánadagar kl 19, fyrstuferð 13.05.2024.
Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.
Tit fáa e-post tá freistin at melda til er farin.
Tilmelding er bindandi.