Framsýning
MINNSTIL AT HUNDARNIR SKULU VERA KOPPSETTIR OG ORMAVIÐGJØRDIR EFTIR VEGLEIÐING FRÁ DJÓRALÆKNA.
Minnist til at eigaraforhold mugu vera í lagið soleiðis, at tað er rætti eigari sum stendur fyri hundinum.
Er tað ikki í lagið, er at seta seg í samband við DKK og fáa hetta í rætt lag sum skjótast.
Tað er avmarkað pláss, so ger skjótt av!
Riggar ikki at tilmelda, so skriva okkum ein mail á : huffdkk@gmail.com og sig okkum hví ikki ber til at tilmelda online.
Deildirnar eru soleiðis:
Pinkudeild: 3-6 mánaðir
Hvølpadeild: 6-9 mánaðir
Unghundadeild: 9-18 mánaðir
Millumdeild: 15-24 mánaðir
Opindeild: úr 15 mánaðum og uppeftir
Meistaradeild: úr 15 mánaðum og uppeftir
Brúkshundadeild: úr 15 mánaðum og uppeftir
Veterandeild: úr 8 árum og uppeftir
Bara hundar við FCI-góðkendari ættartalvu kunnu luttaka.
Eisini hava vit eina barnakapping, har børn og ung undir 17 ár kunnu vísa hundin fram. Her hyggur dómarin eftir, hvussu hundurin verður vístur fram og ikki eftir góðskuni á hundinum. Tó skal hundurin verða tilmeldaður til framsýningina. Kostnaðurin til hesa kappingina er 100 kr. Tað ber til at tilmelda til barna- og ungdómskappingina í høllinið.
Tað er avmarkað tal á hundum ið kunnu luttaka á framsýningini.
Hví tær ymisku deildinar?
Pinkudeild og hvølpadeild: Hesar deildirnar eru ikki almennar. Tað, dómarin dømir av hesum hundum, verður ikki skrásett men eigarin fær skriftligan kritik av hvølpinum. Dømingin er bara vegleiðandi, og tí er hundurin ikki aligóðkendur eftir hetta.
Unghundadeild: Hetta eru fyri ungar hundar og tíkar, ið ikki eru fult útviklað, men feilir, um hundurin hevur slíkar, eru týðiligir, og tí kann dómarin lættliga síggja feilirnar og døma hareftir. Henda dømingin er almenn og verður skrásett. Hundurin verður aligóðkendur, um hann fær nóg góða døming. Møguligt er at fáa Junior certifikat og vanligt certifikat.
Millumdeild: Hevur tú eitt hundaslag, ið t.d. hevur tjúkan feld og feldurin ikki er fullbúnaður enn, er millumdeildin ein góð deild at melda sín hund til. Tó skal hundurin vera millum 15-24 mánaðir. Henda dømingin er almenn og verður skrásett. Hundurin verður aligóðkendur, um hann fær nóg góða døming. Hundarnir kunnu fáa vanligt certifikat.
Opindeild: Hetta er fyri allar hundar, 15 mánaðir og eldri. Øll døming er almenn og verður skrásett. Hundurin verður aligóðkendur, um hann fær nóg góða døming. Hundarnir kunnu fáa vanligt certifikat.
Brúkshundadeild: Fyri at kunna vera við í hesi deildini skal eitt FCI-brúksroyndarcertifikat fylgja við, tá ið meldað verður til hesa deildina. Mangla hesi pappír, tá ið meldað verður til, verður hundurin settur til at vera við í opnari deild. (Hetta er ikki møguligt í Føroyum)
Meistaradeild: Henda deildin er fyri hundar, ið hava fingið meistaraheiti. Hundar í hesi deildini fáa ikki vanligt certifikat.
Veterandeild: Henda deildin er fyri hundar, ið eru 8 ár og eldri. Tað loysir seg eisini at luttaka við veteranum. Møguligt er at fáa veteran certifikat.
Vit gleða okkum at síggja bæði 4-beint og 2-beint til framsýning.