Várframsýning hjá HUFF 17 mai 2025


Framsýningin verður 17.05.2025 kl 10 í Hoyvíkshøllini í Tórshavn.
Dómarain kemur úr Norra og eitur Jari Partanen.

Skráin er soleiðis:
  • Rasu døming
  • Barn og hund kapping
  • Juniorhandling
  • BIS finalurnar
  • Lutaseðlar
Flokkarnir eru bólkaðir soleiðis:
Baby hvølpur: 3-6 mánaðir
Hvølpur: 6-9 mánaðir
Juniorklasse: 9-18 mánaðir
Mellemklasse: 15-24 mánaðir
Åbenklasse: úr 15 mánaðum og uppeftir
Championklasse: úr 15 mánaðum og uppeftir
Veteranklasse: úr 8 árum og uppeftir

Bara hundar við FCI-góðkendari ættartalvu kunnu luttaka og hendan skal vera skrásett hjá DKK.
Eisini hava vit eina barnakapping, har børn og ung undir 17 ár kunnu vísa hundin fram. Her hyggur dómarin eftir, hvussu hundurin verður vístur fram og ikki eftir góðskuni á hundinum. Tó skal hundurin verða tilmeldaður til framsýningina og vera í minimum juniorklassa. Kostnaðurin fyri hesa kappingina er 100 kr. Tað ber til at tilmelda til barna- og ungdómskappingina í høllini.
Tað er avmarkað tal á hundum ið kunnu luttaka á framsýningini.

Høvðusstuðul: Ocean Treats

G.G tað eru bara hundar sum eru tilmeldaðir framsýningina, sum sleppa inn í høllina.
Tit kunnu melda til framsýningina á hundeweb, fyrsta freist at melda til er tann 28.04.2025 og seinna freistin er 05.05.2025 kl 18 føroyska tíð. Seinna freistin kostar 100 kr eyka pr. hund
Sí leinkju