Vetrarframsýning hjá HUFF 01.11.2025

Framsýningin verður 01.11.2025 kl 10 í Gundadalshøllini í Tórshavn.
Dómari er Børge Espeland úr Norra.


Sum vanligt er skráin soleiðis:
  • Rasu døming
  • Barn og hund kapping
  • Juniorhandling
  • BIS finalurnar
  • Lutaseðlar
Flokkarnir eru bólkaðir soleiðis:
Baby hvølpur: 3-6 mánaðir
Hvølpur: 6-9 mánaðir
Juniorklasse: 9-18 mánaðir
Mellemklasse: 15-24 mánaðir
Åbenklasse: úr 15 mánaðum og uppeftir
Championklasse: úr 15 mánaðum og uppeftir (skal vera champion fyri at vera í hesum klassa, junior champion er ikki nokk)
Veteranklasse: úr 8 árum og uppeftir

Bara hundar við FCI-góðkendari ættartalvu kunnu luttaka og hendan skal vera skrásett hjá DKK.
Eisini hava vit eina barnakapping, har børn og ung undir 17 ár kunnu vísa hundin fram. Her hyggur dómarin eftir, hvussu hundurin verður vístur fram og ikki eftir góðskuni á hundinum. Tó skal hundurin verða tilmeldaður til framsýningina og vera í minimum juniorklassa. Kostnaðurin fyri hesa kappingina er 100 kr. Tað ber til at tilmelda til barna- og ungdómskappingina í høllini.
Tað er avmarkað tal á hundum ið kunnu luttaka á framsýningini.


G.G tað eru bara hundar sum eru tilmeldaðir framsýningina, sum sleppa inn í høllina.
Tit kunnu melda til framsýningina á hundeweb, fyrsta freist at melda til er tann 15.10.2025 og seinna freistin er 22.10.2025 kl 23:59 føroyska tíð. Seinna freistin kostar 100 kr eyka pr. hund

Melda til við at trýsta á "tilmeld via hundeweb"