Hvølpavenjing

Hvølpasosialisering í Fuglafirði


Í august byrjar eitt sosialiseringskeið fyri heilt ungar hvølpar í Fuglafirði.

Skeiðið er ætlað hvølpum í aldrinum 2-5 mánaðar.

Vit gjøgnumganga nakrar venjingar, men skeiðið verður einamest fyri at lata hvølpar hittast og gerast tryggar við aðrar hundar, fremmand fólk, fremmand støð o.s.v.

Skeiðið kostar 300,-

Tilmelding:
Ester Áarskarð, hvølpavenjing í Fuglafirði, tlf. 220 233. Teldup. hogest@olivant.fo

Fyri hvølpavenjing í Havn skriva til huffdkk@gmail.com

Hvølpamotivatión

Um tú ert tann stolti eigarin av einum hvølpi, ið er ímillum 3 til 6 mðr gamal, so eru tit tilreiðar at byrja eitt hvølpamotivatiónsskeið. Ì hesum tíðarskeiðnum eru hvølpurin sera opin fyri nýggjum lærdómi. Tað er tí sera týdningarmikið at hvølpurin sleppir út at hitta vinaligum hvølpum/hundum og øðrum fólkum enn tey hann kennir í gerandisdegnum. Hetta fáa tit møguleika fyri á hesum skeiðnum.

Á hvølpamotivantiónsskeiðnum hjá HUFF, Dansk Kennel Klub kreds 12, læra tú og hvølpurin at venja soleiðis at hundurin varðveitir sín hug at læra og venja. Hetta á ein jaligan hátt og á ein hátt har, ið hundurin sjálvur má hugsa og taka støðu. Endamálið við hesum er, at styrkja tín leiklut sum leiðara og at menna álitið ímillum teg og hundin.

Skeiðið er áleið 1½ tíma hvørja ferð og er íalt 12 tímar. Umframt tann teoretiska partin er størsti parturin praktiskur har tú millum annað venur hetta saman við hvølpinum:
Tilvenjing av umhvørvinum - ljóð, ferðsla, trappir o.a í er í nær og fjarumhvørvinum

Sosial samverða - skilagóða samverðu við hundar og fólk

Innkall og venjingar har vit handfara hundin - hvølpurin lærir at koma, at sita, at standa og at liggja róliga.

Leiðara og samskiftis venjingar - har eigarin fær hugskot til venjingar, sum flokksleiðari í gerandisdegnum.
At ganga pent í reim - hvølpurin verður motiveraður til at fylgja ánar sínum har reimin hongur leys.

Leita - hvølpar hava eina náttúrliga góða nøs og hava stóran tørv á at brúka hana. Tískil venja vit hvølpin at brúka sína nøs til spennandi venjingar og á ein áhugaverdan hátt.

Vit fara eisini at umráða hvussu ein fær hvølpin reinligan