Framsýning Mars 2017

 

Tjóðarframsýning verður tann 23/9 2017 í Hoyvíkshøllini
Dómari er Karl-Erik Johansson

Obs!! Kun for hunde bosiddende på Færøerne pga. importregler.

MINNSTIL AT HUNDARNIR SKULU VERA VACINERAÐIR OG ORMAVIÐGJØRDIR SUM ANBEFALA AV DJÓRALÆKNANUM: 

Nú er tíð at melda hundin hjá tær til framsýningina tann 23 sep.

Hendan framsýningin verður skipað sum seinast.

Bólkarnir vera ikki, tvs. at tit kappast í rasunum, men ikki bólkunum eftir, sum vanligt. Tey sum fáa BIR í sínu rasu koma tískil víðari til BIS kappingina. Les meira um hetta undir "framsýning mars 2017".

 

Minnist til at eigaraforhold mugu vera í lagið soleiðis at tú sum tilmeldar hundin eisini stendur sum eigari. Er tað ikki í lagið, er at seta seg í samband við DKK og fáa hetta í rætt lag sum skjótast.

Tað er avmarkað pláss, so ger skjótt av!

Tilmelda á hundeweb.dk - finn Udstilling, tilmelding og finn udstilling 23.09.17 og so Webtilmelding. Link : 

https://www.hundeweb.dk/dkk/public/openPage/paameldingUtstilling/steg0.html?UTLNR=170393  

Freistin er :

4 vikur áðrenn vanligur prísur
14 dagar áðrenn + 50 kr
5 dagar áðrenn + 100 kr
 

Riggar ikki at tilmelda, so skriva okkum ein mail á : framsýning@gmail.com  og sig okkum hví ikki ber til at tilmelda online.

Deildirnar eru soleiðis:

Pinkudeild: 3-6 mánaðir – 260 kr

Hvølpadeild: 6-9 mánaðir – 260 kr

Unghundadeild: 9-18 mánaðir – 375 kr

Millumdeild: 15-24 mánaðir – 375 kr

Opindeild: úr 15 mánaðum og uppeftir – 375 kr

Meistaradeild: úr 15 mánaðum og uppeftir – 375 kr

Brúkshundadeild: úr 15 mánaðum og uppeftir – 375 kr

Veterandeild: úr 8 árum og uppeftir – 375 kr

Hevur tú fleiri hundar, sum tú ætlar at melda til, hava vit eitt tilboð áljóðandi:

Fyrsti hundur: 375 kr

Annar hundur (sami eigari): 310 kr

Triðji hundur og hareftur (sami eigari): 260 kr

Bara hundar við FCI-góðkendari ættartalvu kunnu luttaka.

Eisini hava vit eina barnakapping, har børn og ung undir 17 ár kunnu vísa hundin fram. Her hyggur dómarin eftir, hvussu hundurin verður vístur fram og ikki eftir góðskuni á hundinum. Tó skal hundurin verða tilmeldaður til framsýningina.

Kostnaðurin til hesa kappingina er 100 kr.

Tað ber til at tilmelda til barna- og ungdómskappingina í høllinið ella beinanvegin við at viðmerkja hetta í telduposti og skriva navn og aldur á barninum.

Tað er avmarkað tal á hundum ið kunnu luttaka á framsýningini.

Hví tær ymisku deildinar?

Pinkudeild og hvølpadeild: Hesar deildirnar eru ikki almennar. Tað, dómarin dømir av hesum hundum, verður ikki skrásett men eigarin fær skriftligan kritik av hvølpinum. Dømingin er bara vegleiðandi, og tí er hundurin ikki aligóðkendur eftir hetta. Hundarnir kunnu ikki fáa vanligt certifikat ella altjóða certifikat.

Unghundadeild: Hetta eru fyri ungar hundar og tíkar, ið ikki eru fult útviklað, men feilir, um hundurin hevur slíkar, eru týðiligir, og tí kann dómarin lættliga síggja feilirnar og døma hareftir. Henda dømingin er almenn og verður skrásett. Hundurin verður aligóðkendur, um hann fær nóg góða døming. Hundarnir kunnu ikki fáa altjóða certifikat.

Millumdeild: Hevur tú eitt hundaslag, ið t.d. hevur tjúkan feld og feldurin ikki er fullbúnaður enn, er millumdeildin ein góð deild at melda sín hund til. Tó skal hundurin vera millum 15-24 mánaðir. Henda dømingin er almenn og verður skrásett. Hundurin verður aligóðkendur, um hann fær nóg góða døming. Hundarnir kunnu fáa vanligt certifikat og altjóða certifikat, um framsýningin lýkur tey røttu krøvini.

Opindeild: Hetta er fyri allar hundar, 15 mánaðir og eldri. Øll døming er almenn og verður skrásett. Hundurin verður aligóðkendur, um hann fær nóg góða døming. Hundarnir kunnu fáa vanligt certifikat og altjóða certifikat, um framsýningin lýkur tey røttu krøvini.

Brúkshundadeild: Fyri at kunna vera við í hesi deildini skal eitt FCI-brúksroyndarcertifikat fylgja við, tá ið meldað verður til hesa deildina. Mangla hesi pappír, tá ið meldað verður til, verður hundurin settur til at vera við í opnari deild.

Meistaradeild: Henda deildin er fyri hundar, ið hava fingið meistaraheiti. Tá meldað verður til hesa deild, skal eitt kopi av prógvum fyri tjóða- ella altjóða meistaraheitið fylgja við. Mangla hesi pappír, tá ið meldað verður til, verður hundurin settur til at vera við í opnari deild. Hundar í hesi deildini fáa ikki vanligt certifikat.

Veterandeild: Henda deildin er fyri hundar, ið eru 8 ár og eldri. Tað loysir seg eisini at luttaka við veteranum. Í august 2014 fann dómarin ein Bedste Veteran og hann bleiv eisini Danmarks meistari tann dagin.

Vit gleða okkum at síggja bæði 4-beint og 2-beint til framsýningina!!!

Venjing skal til

Í samband við framsýningina í septembur fer felagið at skipa fyri ringvenjingum mánadagar kl. 19. 


Ringvenjing er avbera góð venjing baði fyri hund og eigara. Tað er ikki so krevjandi - hundurin skal duga at ganga pent og standa pent, akkurát sum tú vil hava hann at standa.
Hann skal finna seg í at man hyggur at tonnunum, og merkjir eftur øllum kroppinum. Sjálvandi er hetta lættari hjá hundinum at skjila um tit hava vant hetta.
Venjarir kunnu vegleiða, hvussu skjótt akkurát tú skal ganga við tínum hundi. Hvussu hann skal vísast fram, so hann sær best út. Hvussu pelsurin skal pleygast so hann sær best út.

Hetta man verða lættasta venjingin, tí at tú skal fylgja hundinum í hansara tempo, og geva honum nógvar góbitar og rós og hava tað stuttligt saman við hundinum. Hundurin finnur skjótt útav at hetta er posetiv venjing, og er hundurin glaður sær hann gott út. Tað er endamálið!