Spurningar og heilsanir

FULT NAVN skal standa við hvørt innlegg. Tað er ikki loyvi at lýsa við hvølpum/hundum á síðuni. Niðrandi kjak er ikki loyvi á síðuni. Vit átaka okkum at sletta innlegg ið ikki eru í samsvari við okkara reglar. FULL NAME is required. Advertising is not allowed on this page. Demeaning posts will be deleted.

Flyt/placér taleboblen på billedet med din mus

Skriv tekst til din talebobbel

Shape:
 
Skrevet af Ester Áarskarð, d. 07-02-2012
Hey Sára =)

Takk fyri fyrispurningin.

Reglarnar fyri hetta kjakið er, at fult navn má standa við innleggið.

Tú kanst gott skriva eitt nýtt innlegg, men við fornavni og eftirnavni, so kunnu vit svara tínum spurnini =)
E-mail:
Skrevet af sára s, d. 07-02-2012
Hey, eg vil so sera fegin hava ein hund, men eg kenni ongan sum eigur hvølpar... Hvar finni eg lýsingar um hundar?
E-mail:
Skrevet af Nina Brockie, d. 29-01-2012
506876 er ein dama, ið dugir sítt kram :) Fríða Brekku
Skrevet af Elspa, d. 26-01-2012
Hey :)
Hvat er nummari hjá hundafrisørinum í tórshavn, eg finni onki nakrastaðni ? :/
E-mail:
Skrevet af Herborg Petersen, d. 24-01-2012
Ynskir sær ein Pomeranian ella ein boxer :)
Nækar ið veit nakað so eri eg ógvuliga áhuga ið at frætta nærri :)
E-mail:
Skrevet af Ole-Håkon Sælen, d. 20-01-2012
Hello.
Flotte sider.
Hilsen fra Norge.
E-mail:
Hjemmeside:
Skrevet af Ester Áarskarð, d. 13-12-2011
-Forrestin:

Undir síðuni "um hundar" í vinstru spaltu er ein stutt grein sum eitur "hundafóður", hon er eisini góð vegleiðing :)
E-mail:
Skrevet af Ester Áarskarð, d. 13-12-2011
Hey Sára!

Vit hava ikki loyvi at lýsa á síðuni, men um tú sendir ein teldupost á mína adressu, so kann eg siga tær nærri :)

Annars er best at finna tað fóðrið sum hóskar best til sín hund. Tá pelsurin er flottur og lítil afføringur kemur av hundinum hevur man funnið tað "skræddaraseymaða" fóðrið.

Tó so er úrvalið av dygdargóðum fóðrið her í FO sera avmarkað. Men send mær ein teldupost, so kann eg geva tær okkurt boð :o)
E-mail:
Skrevet af Sára J. Petersen, d. 12-12-2011
Nú spyrji eg kanska býtt, men fóðra tit øll við eukanuba fóðri? tað er tað einasta tey selja í djórahandlinum.
Ella hvar keypa tit fóður?
(spurningur til øll, ið tíma at svara ;-) )
Skrevet af Ester Áarskarð, d. 27-11-2011
Hey Aslaug :)

Tað er ofta eitt sindur torført at siga nakað ávíst tíðspunkt. Vit plaga at eggja fólki at melda til, so vit vita at áhugi og tørvur er :)

Í Havn eru venjingar javnt og samt, so eg vil meta at hvølpavenjing er aftur í várhálvuni.
Skrevet af Aslaug Jensen, d. 27-11-2011
Hey aftur

Eg hugsi um hvølpavenjing í Tórshavn :)

Vh Aslaug Jensen
E-mail:
Skrevet af Fríðu Matras Brekku, d. 27-11-2011
Basset er eisini ein sporhundur líkasum blóðhundurin men er aldur við stuttum beinum fyri ikki at ganga so skjótt. Basset sum vit kenna í dag eru ógvuliga tungir,ogvuliga nógva húð og sera stutt bein. Teir vera mest nyttir sum framsýningarhundar, men nøsin er enn drívmegin hjá teimum.
Basset artisien normand er upprunin til basset og er ein lættari útgáva, men báðar rasurnar hava somu kvalitetir annars.
Hygg undir rasumyndir.
Ring til alarar í DK og tosa við tey um hvar er best hjá tær at fáa hvølp frá og nær hvølpaætlannir eru. Tú finnur ein lista á DKK hundeweb. Har er mær vitandi bert ein Artisien alari og tey hava planir til summari sá eg á heimasíðu teirra.
Skrevet af Ester Áarskarð, d. 26-11-2011
Hey Annika!

Tað er tíverri bara ein Basset Hound í Føroyum - og tað er ein hundur. Hann fær neyvan nakran hvølp ;)
Skrevet af Annika Magnussen Gaard, d. 26-11-2011
Hey Huff! :)
Eg havi leingi ætlað mær ein blóðhund, men aftan á eg sá basset hundin, tá varð eg seld. Teir eru sera líkir blóðhundum, men eru eitt sindur minni í stødd.
Mín spurningur er, um tað ber til at fáa ein basset hund her í Føroyum?
Heilsan Annika.
E-mail:
Skrevet af Ester Áarskarð, d. 25-11-2011

Hey Sólvá!

Fríða M. Brekku klippir hundum :) Prøva og maila til hana og spyr um prís o.t. ;)

friamatrasbrekku@gmail.com
E-mail: