Koyrikort til hund

Um koyrikortið

Koyrikort til hund (frá 6 mdr.)

Eitt tilboð til allar hundar yvir 6 mðr.

Endamál: Við nútíðar venjingarháttum og umráðandi aktivitetum skulu fáa ein glaðan og góðan hund, ið er vælvirkandi í mun til umhvørvi og gerandisdagin hjá familjuni.

Koyrikorti er í fylgjandi ræðfylgju: bronsu, silvur og gull. Í koyrikortinum eru bæði praktiskir og teoretiskir partar.

 

Virksemi fevnur um m.a.:

 

Venjing í umhvørvinum – ymiskar útferðir m.a. býtúr og har ymisk djór eru.

 

Órógv í gerandisdegnum – hundurin lærir at halda seg róligan í ymiskum støðum har hann uttan venjing hevði verið bangin.


Sosiala samveru – skilagóðan umgang við fremmandar hundar og menniskju.

 

Øvilsir at kalla inn og handfaran – eigarin fær hugskot til dagliga venjing sum flokkførari.

Ganga pent í línu – hundurin lærir at fylgja eigaranum í leysari línu, eisini tá hundurin møtir øðrum hundum og menniskjum.


Leiting – áhugin hjá hundinum fyri at brúka nøsina og leita eftir m.a. lutum uppá ein stuttligan og spennandi máta.

 

Venjing við samarbeiði – her verður givið uppskot til eina rúgvu av stuttligum ”hunde-tricks”, ið gevur hundinum sunna aktivering. Ein góður valmøguleiki til vanlig øvilsir í lýdni.

 

Teori undirvísing – ið tryggjar neyðugt innlit til egnan hund, hundalógina v.m.

Bronsa

 

Bronsa

 

Hvat hendir á teimum ymisku raðfylgjunum?


Her er ein stutt frágreiðing um raðfylgjurnar av skeiðunum undir heitinum ”Koyrikort til hund”  Dansk Kennel Klub– bronsu støði:

 

1. Taka upp eftir hundinum:

Allir hundaeigarar hava hundaposar við (og skulu sjálvandi brúka posarnar um tað er neyðugt). Hundurin skal hava navnaspjaldur, verða tryggjaður og eigarin skal verða limur í DKK. Hundurin skal vera róligur, meðan hugt verður eftir navnaspjaldrinum.

2. Hálsbond og línir:

Tað er týdningarmikið at hálsband og lína passar til hundin, og at eigarin dugur at seta tað rætt á hundin. Hundurin má ikki kunna hála seg úr tí. Nýtast kann bert hálsbond (uttan píkar) ella fastan sela.


3. Fylgja eigaranum í leysari línu:

Hundurin skal fylgja eigaranum í leysari línu. Eigarin má ikki rykkja í línuna. Eigarin skal vísa, at hundurin kann fylgja honum bæði á vinstru og høgru síðu. Tað verður lagdur dentur á at eigarin skilur at motivera hundin, og at tað er gott samband millum hund og eigara. (Legg til merkis at tað er ikki talan um ”kappingar-lýdni”).


4. Bíðar við t.d. hurð/portur:

Hundurin – sum er í línu – skal bíða, ímeðan hurð/portur verður opna. Tá tað er fríður bani, fara eigari og hundur ígjøgnum. Hundurin bíðar síðani róliga, ímeðan hurð/portur verður latið aftur.


5. Samvera millum menniskju og hundar:

Hundurin skal fylgja eigaranum í leysari línu millum ein bólk av menniskjum. Eigarin stoppar mitt í bólkinum og skal síðani práta við ein persón í ca. 1 min. Ímeðan skal hundurin verða róligur sitandi, liggjandi ella standandi (legan er valfríð og kann skiftast, men hundurin skal halda seg róligan við síðuna av eigaranum). Hundurin kann vísa áhuga, men skal vera undir tamarhaldi.


6. Verða verandi á sama stað:

Hundurin skal leggja seg og línan skal leggjast á jørðina. Eigarin gongur ca. 3 metrar frá hundinum, sum skal verða róligur í ca. 1 minut (ein einkult legubroyting kann góðtakast). Eigarin ferð síðani aftur til hundin.


7. Daglig uppsnákan:

Róðliga skal hundurin góðtaka, at eigarin greiður og rørur hann yvir allan kroppin í samband við tí dagligu uppsnákanina (2-3 minuttir uppsnákan).


8. Kanning av einum fremmandum:

Róliga skal hundurin góðtaka, at ein vinarligur fremmandur persónur, lættliga kannar pelsin hjá hundinum, munn, eygu, oyru, labbar o.s.fr.


9. Kalla inn:

Línan verður tikin av hundinum og eigarin skal kunna kalla hundin til sín frá 5-10 metrar frástøðu. Hundurin skal bert koma beinleiðis til eigaran. Hundurin kan t.d. verða hjá einum hjálpara, ímeðan eigarin gongur avstað.


10. Tín ábyrgd, sum hundaeigari:

Eigarin fær 6 umráðandi spurningar um hundagaeigarans ábyrgd í gerandisdegnum, her skulu minimum 3 vera rættir.

Silvur


Silvur 
 
Tíverri ber ikki til at taka silvurstøði í Føroyum enn

 

Her er ein stutt frágreiðing um raðfylgjurnar, Dansk Kennel Klub ”Koyrikort til hund” – silvur støði:

 

1. Spæl við hundin:

Eigarin skal spæla við sín hund róligt og hava tamarhald á støðuni. Hundurin skal verða glaður og eigarin skal kunna stoppa hundinum. Ein kann brúka lutir, ið hundurin er glaður fyri. Spælið skal ikki vera ein apporteringsvenjing, har hundurin heintar lutir.

 

2. Gongutúrur á gongubreyð v.m:

Hundurin skal fylgja eigaranum í leysari línu – eisini tá eigarin vendur sær til eina síðu og snarar um. Stoppa verður við kantin á gongurbeytini, har hundurin róliga bíðar til eigarin ferð yvirum vegin til mótsattu gongubreyt. Á túrinum skal hundurin róliga góðtaka órógvan frá t.d. – súkklum, menniskjum, øðrum hundum, rennarum, barnavognum, paraplyum, sum vera koyrdar upp o.s.fr.

 

3. Kalla inn:

Línan verður tikin av hundinum.  Eigarin gongur ca. 10 metrar frá hundinum og kallar hann til sín. Hundurin skal koma beinleiðis til eigaran og venjingin endar við at hundurin er róligur og er tætt inn at eigaranum. Tá hundurin er róligur verður línan sett á aftur. Hundurin kann verða hjá einum hjálpara ímeðan eigarin gongur avstað.


4. Verða verandi á sama stað í línu:

Hundurin skal leggja seg, standa ella sita. Línan skal leggjast við hundin. Eigarin gongur ca. 5 metrar frá hundinum, sum skal verða í somu støðu í 2 minuttir. Eigarin ferð síðani aftur til hundin.


5. Inn og út úr bilinum:

Hundur og eigari ganga við leysari línu yvir til bilin. Hundurin bíðar róliga, meðan bilhurðin verður latin upp. Ikki fyrr enn loyvi verður givið kann hundurin fara inn í bilin. Bilhurðin verður koyrd aftur. Hundurin skal verða róligur til hurðin aftur ferð upp. Hundurin skal uppá sama máta bíða til hann fær loyvi at koma út aftur. Gevi gætur, um hundurin tolir at leypa inn og út av bilinum, ella um hann møguliga skal lyftast.


6. Fylgir eigaranum vekk frá órógving:

Hundur og eigari ganga við leysar línu millum ein bólk av menniskjum við hundum, sum eru í línu. Eigarin tekur línuna av sínum hundi, gangur/rennur vekk frá bólkinum og rópar á hundin. Hundurin skal beinanvegin koma tá rópt verður. Ca. 15 metrar vekk frá bólkinum stoppar eigari og hundur. Línan verður sett á aftur, og hundurin skal halda seg róligan.


7. Heilsa uppá menniskju við tamarhaldi:

Ein vinarligur fremmandur persónur heilsar fyrst uppá eigaran og so hundin. Hundurin má ikki leypa upp á tann fremmanda persónin. Eigarin skal kunna bremsa hundinum við røddini, um hundurin vísir tekin til at leypa upp.


8. Ikki bidda:

Eigarin tekur mat fram og etur, ímeðan hundurin er beint viðsíðuna av í leysari línu. Hetta skal hundurin góðtaka. Hundurin má ikki vísa átrokandi biddara tekin ella stjala matin.


9. Kanning av einum fremmandum:

Róliga skal hundurin góðtaka at ein vinarligur fremmandur persónur kannar munn, eygu, oyru, labbar o.s.fr. nágreiniliga. Hundurin skal góðtaka at sita, liggja og standa, ímeðan kanningin fer fram.


10. Tín ábyrgd sum hundaeigari:

Gull

Gull

                                          Tíverri ber ikki til at taka gullstøði í Føroyum enn

Her er ein stutt frágreiðing um raðfylgjurnar, Dansk Kennel Klub ”Koyrikort til hund” – gull støði:


1. Gongurtúr á gongubreyt í skiftandi ferð:

Hundurin fylgir eigaranum í leysari línu – eisini tá eigari skiftir rætning og ferð. Stoppast skal við kantin á gongubreytini, har hundurin róliga skal bíða eftir loyvi frá eigaranum, áðrenn hundur og eigari ganga yvir um vegin til hina gongubreytina. Á túrinum skal hundurin róliga góðtaka sterka órógving frá t.d. øðrum hundum, syklistum, børnum og/ella vaksnum, barnavognum, rennarum o.s.fr.  


2. Verða hildin av einum fremmandum:

Hundurin verður hildin av einum fremmandum, ímeðan eigarin gongur avstað og ikki er til at síggja í eina stutta tíð (ca. 1 min.). Hundurin skal verða róligur ímeðan.


3. Kalla inn uttan línu:

Eigarin gongur ca. 10 metrar vekk frá hundinum og kallar hundin til sín (hundurin kann t.d. verða hildin av einum hjálpara, meðan eigarin gongur avstað). At enda skal hundurin fylgja eigaranum rímiliga tætt (uttan línu) í eina frástøðu uppá ca. 10 metrar. 


4. Fylgja frítt við tamarhaldi:

Hundurin, ið ikki hevur línu á, men er undir tamarhaldi, skal fylgja eigaranum rímiliga tætt við eini frástøðu uppá ca. 25 metrar. Minimum 2 ferð skal eigarin skifta rætning, og á leiðini skulu tey fara framvið einum øðrum hundi í línu og eigara hans.


5. Verða verandi á sama stað uttan línu:

Hundurin skal leggjast og eigarin gongur ca. 10 metrar frá hundinum, sum skal verða róligur í 2 minuttir. Á leiðini burtur frá  hundinum gongur eigarin soleiðis at hann ikki sæst eina stutta løtu.


6. Koyra hundin í ”song”:

Eigarin tekur kurvina, teppi ella líknandi hjá hundinum við, sum skal plaserast ca. 5 metrar frá hundinum og eigaranum. Eigarin sendir so hundin yvir til kurvina/teppi, har skal hundurin glaður leggja seg og verða róligur. Eigarin ferð síðani til hundin.


7. Steðga hundinum:

Hundurin rørir seg frítt runt um eigaran uttan línu. 10 metrar frá eigaranum skal hundurin steðgast sitandi, liggjandi ella standandi. Eigarin ferð síðan yvir til hundin og rósar honum.


8. Fara frá hundinum:

Hundurin verður bundin í eina 2 metrar línu, og eigarin ferð frá hundinum so hundurin ikki sær eigaran í ca. 3 minuttir. Hundurin skal bíða róligt til eigarin kemur aftur (hundurin má ikki goyggja, ýla ella líknandi).


9. Góðsligur við matin:

Eitt bein ella líknandi (nakað, sum kann etast, ið hundurin fegin vil hava) verður lagt so hundurin røkkur eftir tí. Hundurin skal bíða róligt og eftir ca. 3-4 sekund fær hundurin boð um at taka tað. Hundurin skal somuleiðis góðtaka at hetta róliga verður tikið frá honum af eigaranum. Eigarin skal hava tamarhald á hundunum aleinaður við at nýta kropssprog og røddina.


10. Tín ábyrgd sum hundaeigari