Áðrenn tú keypir hund

Áðrenn tú fært tær hund

Tú átekur tær eina sera stóra ábyrgd, tá tú fært tær hund. Tí alt lívið hjá hundinum avhongur av, hvussu tú ert ímóti honum. Har afturímóti gevur hundurin eina ørgrynnu av góðum upplivingum, nógva gleði og eitt gott vinarlag í nógv ár. Tí eiga vit at vísa hundinum virðing. Tá tú tekur avgerðir, ið viðvíkja hundinum, mást tú vera umhugsin og skija hundin og hansara tørv. 

Hevur tú ikki havt hund fyrr, er tað sera týdningarmikið at kunna seg væl um, hvat tað inniber at hava hund. Dagligdagurin hjá teimum, sum fáa sær hund, broytist nógv. Hundurin hevur ikki bert tørv á kærleika og tryggleika, hann hevur eisini tørv á áhugaverdum ítrivi saman við sínum eigara.


Tað er ikki trupult at ímynda sær gleðina, við at hava hund. Nógvar kenslur eru knýttar at tí at hava hund, men fyrst og fremst er tað ein ein lívsstílur. Fyri nógv fólk er tað óhugsandi at liva uttan hund. Men tað er ein stór ábyrgd, ið fylgir við at hava hund. Vit hava ikki bert ábyrgd fyri hundinum, men eisini fyri øðrum rundan um okkum, grannum og samfelagnum sum heild. Hundarnir skulu vera væl vandir og ikki til ampa fyri onnur. Tú verður sera bundin av at hava hund, so um tú ivast í, um hettar verður ein trupulleiki, er tað betri ikki at fáa sær hund.

  Gleðin

Gott fyri heilsuna

Vit, sum hava hund vita væl, tað eru nógvar kanningar ið prógva, at tað er gott fyri heilsuna at hava hund! Børn, vaksin og eldri ávirkast á ein góðan hátt baði kropsliga og sálarliga í samveru við hund

Eitt virkið lív

Tú rørir teg nógv, um tú hevur hund. Teir mongu túrarnir, spæl og venjing halda hundaeigararnar virknar og geva teimum dagliga rørslu. Kilometrarnir eru nógvir hvørja viku, harafturat koma eykatúranir við dustsúgvaranum og gólvmoppuni. Eitt suff og tvey biðandi eygu gerða sítt til, at vit ikki seta okkum við telduni ella  í sofuna framman fyri sjónvarpinum.

Tú kanst vænta at hava ein frískan vin alt árið, sum altíð er klárur til at fara út í náttúruna, óansæð veður. Góðir skógvar, reyðir kjálkar og regnklaði verða ein partur av daglidegnum.

 

Gott fyri sálina

Tað er ikki uttan orsøk, at vit kalla hundin menniskjans besti vinur. Hann er vinaligur, trúfastur og líkatil, tann heiti snútin og tann látandi halin er nakað, sum hundaeigararnir síggja sum góðar grundgevingar fyri at hava hund. Aftur í móti teimum tvíbeintu hugsa hundar ikki ilt, og teir virða okkum ikki minni, um vit hava nøkur grá hár. Teir eru líka glaðir at síggja okkum, um vit hava verið burtur í 10 dagar ella 10min. Teir eru trúfastir óansæð hvat hendir.

Tað er eisini natúrligt fyri menniskjað at hava umsorgan fyri øðrum, og hundar hava tørv á umsorgan. Teimum tørva, at onkur hvøn dag gevur teimum ans og umsorgan, lønin sæst beinavegin við einum látandi hala og smittandi góðum lagi.

Fyri mong ger hundurin tað eisini lættari koma á tal við onnur fólk, tá man gongur túr.

Við einum hundi ert tú heldur ongantíð einsamallur, tú hevur altíð onkran at tosa við. Børn hava ein vin, sum bíðar, tá tey koma heim úr skúlanum. Um tú hevur mótgongd, hjálpir hundurin at halda fast við teir dagligu vanarnar. Ein hundur ”lurtar” gjarna eftir tær, um okkurt hevur verið keðiligt tann dagin og situr hjá okkum, um vit hava tørv á at gráta Tað er prógvað, at samvera við hund lækkar blóðtrístið, sissar teg og ger, at tú verður minni strongdur.

Tað er eisini loyvt at spæla og fjolla, tá tú hevur hund. Tað ber næstan ikki til at ganga og gronast, tá hundurin gongur aftaná, við einum látandi hala. Tá tú hevur hund, verða smílibondini og láturmusklarnir ofta nýtt.

  Forðingar

Gleðin hjá hundaeigarum er løtt at fáa eyga á. Men alt hevur sín prís. Arbeiði, gjøld, avbjóðingar eru eisini partar av at hava hund.

Tað er týdningarmikið, at tú kunnar teg væl um, hvat tað er at hava hund. Tú mást vita, hvat tú hevur at bjóða hundinum.  Øll djórin, vit hava, skulu verða viðfarin við virðing og skili fyri teirra atburi og tørvi. Hundurin kann liva upp til 10-15 ár, og tað er long tíð, tá hugsað verður um ábyrgdina.

Eingin kann síggja 10-15 ár fram, men vit kunnu hava framtíðarætlanir og seta nakrar tydningarmiklar spurningar, sum kunna hjálpa at taka røttu avgerðina. Tað skyldar tú hundinum, tær sjálvum og teimum rundan um teg.

Kennir tú tínar avmarkingar?

Vit eru sera bjartskygd, tá vit hugsa um okkara egnu evni. Hugsa um ætlaninar viðvíkjandi uppsparing, klænking o.s.fr. Tá tú hugsar um tíð og orkuna, sum tú fert at hava til hundin, er tað eitt gott hugskot at draga 20 % frá. Tað er meira sanlíkt, at tíðin tá fer at passa betri, og tú verður glaður fyri ikki at hava sett tær ov høg mál.

Hevur tú tíð?

Allir hundar, óðansæ hvat slag, hava tørv á nógvari tíð saman við familjuni fyri at trívast. Hundurin er, sum øll floksdjór, sera sosialur og hevur tørv á at knýta bond við sín nýggja ”flokk”, tað vil siga familjuna. Ein hundur eigur ikki at vera einsamallur heima í meir enn umleið 5 tímar um dagin og í mesta lagi 8 tímar. Minst til, at tú mást eisini leggja afturat arbeiðstíðini tað tíð, tað tekur til og frá arbeiði, innkeyp, frítíðarítriv o.s.fr.

 

Hevur tú 1½ tíma eyka hvønn dag?

Allir hundar hava ikki tørv á somu mongd av rørslu og virkni, teir hava allir til felags, at teir skulu út at uppliva nýggj ting, lesa tíðindablaðið, møta øðrum hundum, spæla o.s.fr.  Afturat at røra seg dagliga, hava hundasløgini ymsan tørv á at blíva pøstir, móðir og nøgdir.  At enda skalt tú leggja tað tíðina, tað tekur at busta og røkja hundin afturat. Samanlagt skalt tú leggja minst 1½ tíma av til hundin um dagin afturat tí tíðini, tú á aðrar mátar ert saman við hundinum.  

Ert tú kropsliga væl fyri?

Hundaeigarir fara tíðiliga upp. Hevur tú arbeiði, skal hundurin út, áðrenn tú fert og aftur, tá tú kemur heim. Hetta er galdandi alt árið.

Hvølpar eru eisini krevjandi. Teir eru lívligir og uppfinsamir. Ein vaksin miðalstórur hundur skal ganga minst ½ tíma 2 ferð um dagin.  

Vilt tú venja við hundinum?

Øll hundasløg hava eitt lægsta mark fyri venjing fyri at føla seg væl í menniskjaverðini. Ein hundur veit ikki frammanundan, hvat vit vanta av honum, tað skalt læra hann. Ver fyrireikaður uppá at nýta nógva tíð at sosialisera, uppdraga og venja hundin. Hettar er galdandi bæði, um tú velur ein hvølp ella ein vaksnan hund.

Sjálvt um tú ert vanur við hund, burdi tú gingið til hundavenjing, serliga um tú fært ein hvølp. Á einum hvølpaskeiði læra tú og hundurin grundleggjandi lýdni, og hundurin lærir eisini at vera saman við øðrum hundum og fremmandum fólkum. Minst til, at ein illa vandur hundur trívist ikki og er ikki væl sæddur av grannunum.

Passar ein hundur inn í dagligdagin hjá tær?

Ein hundur dámar væl vanar og trívist best við einum regluligum degi. Hann kann læra at vera einsamallur og kann eisini venjast at vera við, har tú fert. Men langir arbeiðsdagar, skiftandi bústaðir, ymiskar arbeiðstíðir, skiftandi ”dagrøkt” o.s.fr. kann gera hundin ótryggan, strongdan, og kann hetta viðføra trupulleikar.  

Hevur tú eitt gott netverk?

Tú mast vera fyrireikaður uppá, at alt ikki altíð gongur sum ætlað. Í einari familju eru tað sum oftast fleiri, ið taka sær av hundinum, men um tú býrt einsamallur, mást tú hugsa um, hvør kann taka sær av hundinum, um tú skalt ferðast, verður sjúkur o.s.fr.

Hevur tú ráð?

Tað kostar at hava hund. Her verður ikki hugsað um, hvat hvølpurin kostar. Kostnaðurin á hvølpinum er sera lítil í mun til, hvat tað kostar at hava ein hund í 10-15 ár, tað kostar helst meir, enn tú hevði vantað. Man skal rokna, hvat tað kostar at fara til djóralæknan, reimar, hálsbond o.t., vaksinatiónir, lúsa og ormakurar, trygging, venjing, røkt o.s.fr. Har afturat kemur kostnaðurin til fóður, sum sjálvandi er ymiskur, alt eftir støddini á hundinum.  

Hvussu býrt tú?

Býrt tú í einari íbúð, mást tú hugsa um, at tú skalt út við hundinum fleiri ferð hvønn dag. Tá hann skal pissa, venjast og røra seg. Nógvar trappur kunnu verða ein avbjóðing bæði fyri teg og hundin.

Um tú býrt í húsi, kanst tú lova hundinium út í garðin, tá hann skal lætta sær á, men tað er neyðugt at fara út at ganga túr við hundinum fleiri ferðir dagliga. Hundurin fær ikki rørt seg nóg nógv úti í garinum. Allir hundar skulu út at uppliva verðina.  

Hevur tú lov at hava hund, har tú býrt?

Um tú leigar, er tað týdningarmikið, at tú spyrt teg fyri, um tað er loyvt at hava hund, har tú býrt.

Familjan og hundurnin

Tey ungu

Tað er freistandi at fáa sær hund, tá man flytir heimanifrá, serliga um foreldrini hava noktað, tá man búði heima. Men fyri framman eru stórar broytingar í tínum dagligdegi. Byrja við at kunna teg um, hvat tað krevur at hava hund, og hvussu tey ymisku hundasløgini eru. Tú kanst møðuliga vitja fólk, sum hava hund, bjóða tær at ganga túr við hundum í grannalagnum ella hjá vinfólkum o.s.fr.

Ung pør kunna eisini freistast at fáa sær hund, um tey ivast í, um tey eru til reiðar at fáa barn og royna seg tí við einum hundi fyrst. Áhugin er stórur, men so fáa tey barn, tá er ikki sama tíðin og yvirskotið til tann virkna og rørslukrevjandi hundin. Tíðskil er tað kanska betur at bíða við at fáa sær hund, til man hevur fingið tað fyrsta barnið, so fær man at síggja, hvat man hevur yvriskot til.

Barnafamiljur  

Tað er sera ríkandi og gevandi fyri børn at vaksa upp við hundi. Tey læra at hava umsorgan og virðing fyri øðrum. Men tey vaksnu hava ábyrgd av hundinum óðansæð, hvussu børnini hava lovað at røkja hundin og ganga túr við honum. Tað eru eisini tey vaksnu, ið mugu velja hvat hundaslag, tað skal verða. Børnini verða glað fyri tann valda hundin óðansæð. Tað er betri at velja ein stóran hund, um tú hevur lítil børn, tí tey hava ofta hug at bera lítlar hundar, tíðskil føla størri hundar seg tryggari saman við børnum. Tú mást ongantíð lata smærri børn og hundar vera einsamøll. Størri børn kunnu hinvegin hava stóra gleði av miðalstórum hundum, sum tey klára at ganga túr við einsamøll.

Tá ein barnafamilja fær hund, er tað umráðandi, at bæði børnini og hundurin læra, hvat er loyvt og ikki er loyvt. Reglurnar skulu verða greðar, áðrenn man fær hundin heim. Børn skulu læra at vera hundavinarlig, og hundurin skal læra at verða barnavinarligur. Nakrar hundabøkur nevna barnavinarlig hundasløg. Einki hundaslag er forritað til at vera barnavinarligt, men tey flestu hundasløgini vilja bera yvir við og vera álítandi saman við børnum, um hann hevur havt góðar upplivingar saman við børnum, síðan hann var hvølpur. Hvølparnir eru serliga móttakilir fyri ávirkan og sosialisering frá teir eru 3-12 vikur, so tað byrjar hjá alaranum og endar í tí nýggja heiminum.

Tey eldru 

Fólk, ið hava lívsroyndir og tíð og orku at taka sær av hundinum, eru ofta teir bestu hundaeigararnir. Um tað er ov strævið við einum lítlum hvølpi, skalt tú kanska heldur fáa tær ein eldri hvølp ella ein vaksnan hund.

Nøkur eldri fólk halda seg aftur at fáa hund, tí tey eru bangin fyri, at hundurin yvirlivir tey. Men tað nýtist ikki at vera ein trupulleiki, tí man kan avtala við vinir ella familju at taka sær av hundinum, um tað skuldi hent. Eitt djóratestamenti kann eisin gerast, sum tryggjar hundinum góða viðferð. Kunning um hettar kan fáast hjá djóraverndarfelagnum.  

At velja rætta hundin  

”lykken er en varm hundehvalp” ljóðar eitt brot úr tegniseriuni ”radiserne.” Til allar tíðir royna familjur, pør og støk um hettar veruliga er so. Í flestu førum er tað rætt, sum stóð í ”radiserne.”

Men tú skalt vera tilvitaður um, at tú hevur stóra ávirkan á, hvussu tað gongst, tá tú fært tær hund. Tú mást gera tær stóran ómak at velja rætta hundaslagið.  

Eitt ávíst hundaslag ella blandhundur

Allir hundar eru deiligir, óðansæð um teir eru ”rasu” ella blandhundar. Blandhundar kunna verða líka góðir familjuhundar sum ein hundur av einum serligum slagi, men tað er truplari at vita, hvussu hundurin verður, tá hann er vaksin, serliga um man ikki kennir bæði foreldrini. Tann óvissan er ikki bert galdandi fyri stødd og útsjónd á hundinum men eisini hansara sinnisligu eginleikar. Tað er tíðskil best at vera varugur við, hvørji sløg eru blandaði, tá eyðkenni frá ymsum sløgum kunnu vera ymisk hjá hvølpunum undan somu tík. Serliga skal man verða varugur við, at summar blandingar kunna virka sum spreingievni

Blandhundar eru ofta bíligari, men tá keypsprísurin er ógvuliga lítil í mun til, hvat tað kostar at hava hundin í 10-15 ár, eigur hettar ikki at verða avgerðandi.

Við at ala hundasløg, hevur man lag dent á serligar eginleikar hjá tí einstaka slagnum. Tað merkir, at man er rættuliga sikkur í einari ávísari líkheit í lyndi, útsjónd og brúkseginleikum, tá man velur eitt hundaslag. Hav tað í huganum, um tú ynskir serligar eginleikar t.d. um tú skalt nýtan hann til eitt serligt endamál. Um tú velur eitt ávíst hundaslag, er møguleiki at fáa vitan um slagið frá DKK. Tú kanst millum annað fáa upplýsingar um lyndið og heilsuna hjá hundum, sum verða ættførdir hjá Dansk Kennel Klub. Nógvir hundar av reinum slagi verða seldir uttan ættartalvu ella við einari meir ella minni heimagjørdari ættartalvu. Men hugsa teg væl um, áðrenn tú keypir ein slíkan hund. Nógv angra, at tey ikki keyptu ein hund við ættartalvu frá DKK, tí tað er verri at ættføra hvølpanir hjá hundinum, sum ikki hava ættartalvu frá DKK.

 

Stóran ella lítlan hund? 

Fleiri og fleiri fólk velja minni hundar heldur enn stórar. Minni hundar hava ikki færri atferðartrupulleikar enn stórir hundar, og tí mást tú hugsa um, at ein lítil hundur hevur líka stóran tørv á grundleggjandi venjing og upplivingum sum ein stórur hundur. Men ein stórur hundur kann vera verri at stýra orska av støddini.

Tú mást eisin hugsa um, hvar tú býrt. Býrt tú í eini íbúð og skalt upp gjøgnum nógvar trappur hvønn dag, er tað býtt at fáa sær ein stóran, tungan hund. Tí tað fer illa við  beinagrind, vøddum og liðunum hjá hundinum, áðrenn hann er fullvaksin.

Um tú ikki hevur bil og ferðast á súkklu, til gongu ella við bussi, er tað lættari at hava ein lítlan hund. Ein lítil hundur kann læra at sita í súkklukurvini og kann takast við í bussin, um tú hevur hann í tasku.

 

Tík ella hund

 

Hjá teimum flestu sløgunum er tað støddarmunur á kynunum. Hundarnir eru sum oftast størri og kraftigari bygdir enn tíkirnar. Hundarnir kunnu vera meira ágangandi og hava størri hug at bjóða eigaranum av, um teir sleppa tað. Tíkir kunna eisini verða ágangandi ímóti tíkum á sama aldri sum tær. Kanningar vísa, at tíkir oftari vísa ótta enn hundar. Tað er tó ummráðandi at minnast til, at bæði ágongi og tupulleikar við ótta í teimum flestu førunum kunnu sleppast undan, um hundurin verður sosaliseraður og rætt viðfarin.

Tíkir ganga av illum tvær ferðir um árið í uml 3 vikur, ein part av tíðini drippar eitt sindur av blóði undan tíkini. Tær flestu tíkirnar royna at halda seg reinar. Blóðplettir fáast burtur við køldum vatni. Tíkin kann eisini verða í serligum buksum, tá hon er inni. Nógvar tíkir eru lættar at ávirka og eru viðkvamar, tá tær ganga av illum

Man kan skemtandi siga, at hundar ganga av illum alt árið. Teir hava altíð áhuga í einari vælangandi tík. Tað kemur fyri, at hundar rýma fyri at finna eina tík, um teir sleppa. Aðrir hundar kunnu missa matarhugin tá tíkirnar ganga av illum.

Baði kynini kunna venjast til stórt sæð tað sama. Tey eru sum oftast líka sosial og kerlig. Tað er upp til hvøn einstakan at avgera, hvat honum dámar best.

 

Røkt?

Hugsa um, hvussu nógva tíð og orku tú hevur hug at brúka til røkt. Tað er stórur munur á, hvussu nógv krevst á hesum økinum. Tað er alt frá tí lættasta pelsinum, har bert er neyðugt at taka ein klút eftir av og á ella einna lætta busting einaferð um vikuna, til ógvuliga krevjandi pelsar, sum skulu bustast fleiri tímar um vikuna ella skulu trimmast 2-3 ferðir um árið.

 

Hvølp ella vaksnan hund?

Hevur tú hugsa ,at tú helst vilt hava ein hvølp, ella ert tú opin fyri tankanum um ein eldri hvølp ella ein vaksnan hund?

 

Hvølpurin

Lógin sigur, at hvøpar hava í fyrsta lagi loyvi at verða tiknir frá tíkini, tá teir eru 8 vikur gamlir. Og tað er skilagott. Hvølparnir mennast nógv í hesum tíðarskeiðinum og læra nógv tídningarmikil ting. Millum annað læra teir ein stóran part av hundamálinum og sosiala atburðinum frá mammuni og frá hinum hvølpunum. Teir flestu hvølpanir skifta heim, tá teir eru um 8-10 vikur. Tað er ein stór (men eisini krevjandi) uppgáva at hava ein lítlan hvølp í húsinum. Tað er ein stór kolvelting fyri hvølpin, men hann er opin og móttakiligur fyri øllum tí nýggja hann sær og upplivir. Hann knýtir seg skjótt til tann nýggja flokkin, og góðir møguleikar eru fyri uppdraga hann tíðliga til lívið saman við familjuni.

 

Tann eldri hvølpurin

Tað kemur fyri, at hvølpar verða 4-5 og 6 mánaðar áðrenn tann rætti eigarin verður funnin. Ein slíkur hvølpur kann verða fínur at velja, men man má kanna, hvussu hann hevur livað, og hvat hann hevur upplivað higartil. Spyr um tú kanst ganga ein túr við hundinum uttanfyri har, sum hann byr. Tú skalt verða vís í, at hvølpurin hevur verið nógv saman við fólkum. Hann skal vera glaður, ikki ósikkur og afturhaldin. Hann skal vera vanur við at vera inni. Hann skal vera forvitin eisini yvirfyri børnum. Hann burdi verið vandur eitt sindur við ferðslu og ikki vera í móti at heilsa uppá fremmand fólk.

Um alarin hevur ávirkað og sosialisera hvølpin væl, um hann hevur livað saman við alaranum inni og verið ein partur av hansara dagligdegi er tað ein fyrimunur. Tú sleppur undan einum stórum parti av trupulleikunum við at hava hvølp, og tú hevur eina góða fatan av, hvussu hann verður, tá hann er vaksin.

 

Tann vaksni hundurin

 Ein vaksin hundur kann eisini skifta heim. Men líka sum við einum eldri hvølpi, avhongur tað av, hvussu væl hundurin er ávirkaður, sosialiseraður, og hvat hann hevur upplivað. Spyr nógvar spurningar um lívið hjá hundinum. Vænta at alarin ella familian sum skilir seg av við hundin svara spurningum erliga og við góðum huga. Um hundurin er fittur, góður í sær og kanska eitt sindur vandur, kann tað vera gott fyri allar partar. Tú kast spyrja, um tú kanst lána hundin í 2-3 vikur, so sært tú betur, um tit passa saman, og tað vil gagna øllum partum.

Tá tú keypir hund

Keyp av hundi krevur eisini álit. Tá tú hevur gjørt av, hvat hundaslag tú vilt hava, skalt tú finna ein góðan alara, og síðani finna ein sálarliga og kropsliga vælvirkandi hund. Her knst tú lesa meira um, hvussu tú fært hund, hvat tú burdi hugsað um áðrenn, og hvørjum tú skalt ansa eftir.

Keyp við umhugsni

 

7 góð ráð, áðrenn tú fært tær hund

 

  • Set teg væl inn í, hvussu ymisku hundasløgini eru og les bøkur um hundar, teirra atburð og venjing
  • Vitja fleiri alarar
  • Ansa eftir at foreldrini hjá hvølpinum eru sunn, trygg og væl fyri og bið altíð um at síggja mammuna hjá hvølpinum
  • Vitja hvølpin í hansara dagligu umstøðum. Ansa eftir, at hvølpanir eru væl viðfarnir, glaðir og forvitnir
  • Tak hvølpin eitt ókent/neutralt stað hjá alaranum og hygg, hvussu hann ber seg at, tá tú setur hann niður. Er hann forvitin ella er hann ótryggur og bangin.
  • Set teg í samband við DKK/ HuFF – evt. eisini ein racens specialklub, áðrenn tú keypir hundin.
  • Syrg fyri, at tú og alarin hava eina greiða keypsavtalu, sum báðir partar skilja og eru samdir um.

 

Vanliga eru tey flestu hvølpakeypini uttan trupulleikar, har keypari og seljari eru væl nøgd. Tó kunnu sjálvt teir bestu og royndastu alarnir ikki vissa seg um, at allir hvølparnir eru feilfríir. Tá er tað gott at hava ein keypssátmála, sum er bindandi fyri keypara og seljara. Niðanfyri standa nakrir góðir tummilfingrareglar.

 

?         Ger eina greiða avtalu, sum er bindandi fyri bæði keypara og seljara.  Ikki ber ikki at býta hvølpin um aftaná. Tí má avtalan verða púra greið.

?         Best er, at øll avtalan er liðug við tað sama. T.d. um hvussu hvølpurin skal gjaldast, um framtíðar paring, um útstillingarskyldu hjá keyparanum o.s.fr. Allar hesar avgerðir burdu verið greiðar áðrenn endaliga keypið fer fram. T.D. Um alarin hevur rættindini at para hundin, er gott at vita, hvar tíkin og hvølpanir skulu vera. Ella um alarin hevur fyrstarætt at keypa hundin, um hann verður settur til sølu, um so er, til hvønn prís? Um ov nógvir spurningar eru, ið ikki eru avgreiddir, kann tað verða ein trupulleiki seinni.

?         Alarin skal kunna um hundin.

Tað er álagt alaranum erliga at kunna keyparan um møðuligar feilir við hvølpinum, og um tað kann ávirka brúkið av hundinum. Hevur alarin gjørt hettar, má keyparin góðtaka hesar feilir og kunnu tíðskil ikki klaga um teir seidni.

  • Keyparar – ansi eftir

Sum keypari mást tú ansa eftir. Sjónligar feilir, sum ein og hvør skilagóður og vakin keypari sær, kann man ikki klaga um seinni.

 

Huff mælir til at nýta keypssáttmálan hjá Dkk, tá hvølpar verða keyptir og seldir. Tað er góður møguleiki fyri, at alarin hevur hana. Um hann ikki hevur hana, kann hon fáast við at venda sær til Huff ella Dkk.

 

Um tú ætlar at keypa ein hvølp, burdi tú lisið hann væl, áðrenn tú tekur avgeðina at keypa kvølpin m.a. tí at hon leggur upp til nógvar góðar spurningar.