 |
 |
|
 |
 |
Silken Windhound
Rasumynd
Lyklaorð :
Elegantir - kerligir - skjótir - flottir - stoltir.
Uppruni :
Í Texas var ein gitin Borsoi alari sum ynskti sær eina rasu at ala afturat. Hon ynskti sær ein sum líktist Borsoi men minni og lættari. Eftir langa tíð fann, og keypti hon ein sum tann alarin kallaði langháraðan wippet. Francie Stull, sum hon eitur, sá her ein møguleika at skapa tí rasuna hon ynskti sær. Hetta við at ala henda hund við teim minstu Borsois og Wippets av bestu ætt. Soleiðis hevur Silken Windhound ikki nógv ár á baki sum rasa og hon er ikki enn góðkend av FCI. Men rasan hevur veri ald seriøst nú í áleið 30 ár og vantast at vera góðkend um ikki langa tíð. Í fleiri FCI londum loyvir man Silkens á framsýningum og kappingum. Tað eru javnan Silken framsýningar runt um í Europa og USA.
Um rasuna :
Sum sagt er rasan nýggj og ald til at vera selskapshundur. Allíkavæl er Silkens útpregað mynda av sinn og skinn. Av sinnalagi mild og kerlig, men kan vera óintereserða í fremmandum. Veiðiinstinkti er vakið so tað er ikki ein hundur sum man sleppur har djór ganga í nærmasta fjallalendi. Silken er ein sprintari og dámar sera væl ein skjótan spurt ella at renna (róliga) við síðunar av súkkluni.
Venjing/sinnalag :
Silkens eru klókir, lívligir og samstarva fegnir. Teir gera helst eigaranum til vildar. Teir egna seg væl til kapprenning og annað hundafimi. Sum hjá øllum myndum er sinnalagið sart og teir tola ikki harligan atburð og venjing. Hetta ger teir til bangnir og afturhaldandi hundar.
Vagthundur ? :
Nei.
Børn :
Silkens eru tolnir og familiukærir.
Pleyga :
Feldurin skal bustast javnan men krevur ikki tað stóra.
Stødd og litur :
46 - 60 cm til herðarnar
Vekt: 12 - 15 kg
Litir : Allir
Aktivitets krav :
Maðal/lítið.
Hendan rasan er
til tín sum :
Sum vil hava ein sofavin og ein at ganga/renna/súkla góðar túrar við.
Sæddur í Føroyum ?
Nei.
Her er ein Silken avmyndaður frammanfyri einum Borsoi.
Berner Sennen
Rasumynd
Lyklaorð :
Flottir-sterkur-stórur-kerligur- stoltur-imponerandi.
Uppruni :
Rasan hevur sín uppruna í Schweiz nærhendis Bern, og er í dag altjóða góðkend sum ein schweizisk rasa. Í Schweiz hevur hundurin upprunaliga verið garðshundur. Um summarið hava neytahyrðarnir haft hundin við sær í hagan sum vin, og til at verja ímóti úlvum og bjarnum. Hundurin hevur verið nýttur til at spenna fyri vogn og draga mjólkaúrdráttir ið skuldu á marknaðin.
Um rasuna :
Berner sennenhundur er ein stórur, trýlittur hundur við hálvlongum, sløttum ella bylgjutum feldi. Liturin er djúpt svartur, við reyðbrúnum eygnabrúm og leggjum, hvítari rípu á pannuni, hvítur um snýði, og hvítar labbar og halaenda, eins og ein hvítan kross á bringuni. Vøddamikli kroppurin, kraftigu beinini og stóru labbarnir eru eyðsýnd. Verður ofta blandaður við sankt bernhardshundum. Hetta kemst helst av slagnum á hundinum og skapið á høvdinum. Berner sennenhundurin er tó minni, lættari bygdur og altíð svartur um stórsta partin av kroppinum.
Tað eru fýra Sennenhundasløg ið øll eru schweizisk og øll eru trýlitt. Hini trý eru: Grosser Schweizer Sennenhundur, Appenzeller Sennenhundur og Entlebucher Sennenhundur.
Bernarin er ein moloshundur; hesin bólkur av hundum umfatar fleiri stórar og tungar hundar so sum sankt bernhardshundin og newfoundlændarin. Mest sanlíkt er hann komin til Miðeuropa við romaraherinum umleið Kristi føðing; tó er helst eisini ein uppíblanding við eitt annað stórt hundaslag sum longu var kent í miðeuropa um hetta mundi. Í Berner Mittelland í Schweiz varð hann nýttur sum neytahundur og garðshundur. Fólk vildu hava ein stóran hund sum kundi verja garðin ímóti úlvum, bjarnum og óynkstum fólkum. Um eina leið ynkstu tey at hundurin skuldi kunna ganga leysur millum hini krýatúrini uttan at gera teimum mein. Haraftrat ynkstu tey at hundurin skuldi vera nær garðinum uttan at neyðugt var at binda hann. Hesir eginleikar vóru frammalaðir hjá ættarfaðirinum at bernaranum og síggjast aftur í rasuni í dag.
Tað var siðvenja at fólk tóku teir bestu hundarnir og tíkar sum gingu á illum við til krónna í bygdini Dürrbach. Av tí varð hundaslagið kallað dürrbächler.
Í nítjanda árahundrað tá ið ostaríini komu, nýttu fólk hundarnar at draga lítlar vognar við mjólk. Sum oftast var tað uppgávan hjá ynksta syni at fylgjast við hundinum, og tí var tað av størsta týdningi at hundurin hevði eitt pálítiligt lyndi. Í fátøkum økjum var vanligt at fólk høvdu ein dürrbächler, um tey ikki høvdu ráð at hava ross. Harav kom kelinavnið fátakarahestur. Heilt upp til
Aliarbeiði. Í 1883 varð hundaslagið góðkent sum serlig rasa. Áðren hetta varð hann oftani seldur undir følskum vøruheiti sum
sankt bernhardshundur ið var ógvuliga vældámdur um hesa tíð. Nústani í 1907 fekk racan núverðandi navni.
Fyrstu árini var rasan kroyst, bæði av tí at sankt bernhardshundurin var so vælumtóktur, og tí at hungursneyð var í miðeuropa umleið fyrra verðaldarbardaga. Tað vóru trupuleikar at stabilisera slagið, og tey høvdu trupuleikar við lyndinum á hundunum. Nógvir av hundunum høvdu varra- gómarivu, og hetta sást sum rivnaður snúti. Ein bólkur av berneránarum hildu at tey skuldu útnytta hetta til at skapa ein hund við einari meiri ræðandi útsjónd. Tíbetur samdust tey um at tey ikki vildu arbeiða við feilskaptum djórum. Í 1948 varð ein bernertík við hvølpum við einum newfoundlændara. Ánarin forkláraði at nuffarin var lopin uppum eitt hegn; tað er tó ikki ótonkiligt at blandingin var fyrireika. Hvølparnir arvaðu tað góða lyndi eftur pápanum. Eftirkomararnir vórðu skjótt meiri stabilir í slagnum, og teir roknast sum upprunin til teir bernarir vit hava í dag.
Tað týdningarmiklasta í aliarbeiðnum í dag er at berjast ímóti mjadnaliðsdysplasi og krabbaslagnum malign histiocytose.
Venjing/sinnalag :
Róligur og ógvuliga glaður fyri sambandið við fólk. Vil helst sita oman á fótunum á ánaranum. Ríma sjálvdan, fer helst ikki so langt vekk at hann ikki sær ánara sín. Hevur ógvuliga veikt veiðulyndi, og er tí neyvan egnaður til veiðuhund.
Lættur at venja, hann vil
gera alt fyri ein góðbita.
Aktivitetir sum serliga eru knýttir til berner sennenhundar er vognkoyring. Hesin sportur er nógv frammi í Svøriki, og vindur uppá seg í Danmark. Í Alpunum verður hann nýttur sum omanlopshundur. Hetta er hann sera vælegnaður til vegna sína kropsligu styrki, áhaldni og harðføri í veðurlagnum.
Vagthundur ? :
Er vagtsamur og goyr hart tá ið fremmanda fólk koma, men vísur sjáldan vreiði móti fólki.
Børn :
Vegna sítt róliga og blíða lyndi er ein bernari ein upplagdur familjuhundur við stórum tokka til børn.
Pleyga :
Hevur tættan undirfeld og grovari yvirfeld, og skal bustast eina ferð um vikuna so feldurin ikki filtrar. Í Føroyum er ofta vátt og tíðningarmiki er at feldurin verur turkaður hvønn dag.
Stødd og litur :
hundur: 64-70 cm
tík: 58-66 cm Vekt: hundur: 50 kg tík: 43 kg
Litir : Trýlittir
Aktivitets krav :
maðal.
Hendan rasan er
til tín sum :
Sum hevur tíð til pleygu og tolir at hundurin losar, slevar og dregur eitt sindur av náttúruni inn.
Sæddur í Føroyum ?
Ja. Í Føroyum eru í apríl 2010 uml. 6 berner sennenhundar.
Wippet
Rasumynd
Lyklaorð:
Elegantur, kerligur, skjótur, flottur og “eigarafikseraður”.
Uppruni:
Fyrr í tíðini var Greyhound ein “fínur” hundur hjá aðalinum í Onglandi, hann bleiv brúktur til veiðu av kaninum. Fátæku kolanámsbeiðararnir fingu gomlu og slitnu hundarnar, tá teir ikki kundu brúkast meira. Fyri uml. 170 árum síðani byrjaðu kolanámsbeiðararnir at para Greyhound við smærri terrier rasur, fyri eisini at fáa ein skjótan og góðan veiðuhund, og ein sum var bíligari enn Greyhound í útreiðslum – úrslitið bleiv Whippet, sum er “systkinabarn” stóru rasuna Greyhound og lítlu rasuna Italskan Greyhound.
Um rasuna:
Whippet hevur onga kenda arviliga sjúku ella feilir, tí eru vaccinatiónirnar vanliga einastu grundir fyri at hann skal til djóralækna.
Rasan skelvir av kulda, spenningi og kæti. Hetta hevur gjørt at hann eisini hevur verið hildin at vera veikur og bangin, men hann er robustur, kraftigur og sterkur sum ein arabarahestur.
Whippet sigur frá tá fólk koma inn, men goyr annars sera lítið, fleiri Whippets dáma at “tosa”.
Whippet “luktar” ikki av hundi, hann hevur stuttan pels, og dregur tí ikki móru og skitt inn í húsið. Teimum dáma væl at hava eitt “dækken” (áklæði) í kulda og regni, tí pelsurin verjir ikki so væl.
Venjing og sinnalag:
Whippet er sera kelin og elskar at kroysta seg upp í fólk í sofuni – eisini elska teir at sova undir dýnuni um náttina, men tað er ongin trupulleiki at venja teir at sova í búri um náttina, um man venur hetta frá hvølpi av.
Ein whippet má venjast við positivari motivatión, og er ikki til illsint fólk, sum rópa eftir hundunum, tá gerast teir nervøsir. Teir eru matglaðir g tí nemmir at venja við góðbitum. Orsakað av teirra matgleði eru teir eisini hopleysir at leita eftir mati á borðinum – so ein whippeteigari lærir at rudda mat burtur.
Whippet er aldur til at hugsa sjálvstøðugt (sum veiðuhundur), tí tíma teir ikki at gera tað somu venjingina fleiri fer – teir keða seg skjótt, men tá man hevur lært at gera eitt tricks er ongin grund til at endurtaka tað fleiri ferðir upp í saman, ikki so?
Vakthundur:
Orsaka av sínum stóru lungum goyr Whippet sum ein stórur hundur, men hann tekur væl ímóti gestum, um enn honum dámar best at “hyggja” at gestunum eina løtu áðrenn hann fer ov tætt uppá.
Børn:
Whippet elskar børn og er ein sannur familjuhundur.
Pleyga:
Whippet loðsar “miðal” nógv. Men brúkar man ein skinn vaskiklút til at busta honum við hvønn dag, er loðsingin minimal. Annars eru bert tenn og negl at viðlíkahalda.
Stødd og litur:
45-51 cm, uml. 13 kg. Allir litir og allar avtekningar eru loyvdar.
Aktivitetskrav:
Flest øll, sum ikki kenna til rasuna halda, at Whippets kevja eina rúgvu av motión, men so er ikki. Whippet krevur dagliga gongutúrin, eins og allar rasur gera, umframt at sleppa at renna leysur uml. 1 ferð um vikuna, men av tí teir eru “sprintarar” troyttast teir eftir bert 10 – 15 minuttum. Hann tillagar seg bæði róliga familjulívið og tí sportsligu familjuna. Men onki er sum at síggja dovna hundin á sofuni sleppa at spenna seg út á einum innigirdum øki. Økið skal helst vera innigirt, annars mugu teir hava “rennigrímu” á. Fáa teir eyga á eina kettu ella annað smádýr, kann veiðuinstinktið taka yvir, tá gloyma teir alt rundan um seg, og fanga lættliga eina kettu aftur.
Til tín sum:
Vilt hava ein miðalstóran, robustan, kerligan og “eigarafikseraðan” familjuhund. Tað sigst at trupulleikin við at hava ein Whippet er, at man altíð vil hava tveir!
Sæddur í Føroyum:
Ja.
Frá kennel magiic colour
Tibetansk Terrier
Rasumynd
Uppruni :
Tibetanskur terrier er sum rasa elligomul og upprunin til allar arðar Tibetanskar rasur, frá Shih-tzu, lahsa Apso til Tibetanska Spaniellin.
Munkar aldu rasuna og virdi hundarnar sum vóru hildnir at bera eyðnu. Teir vóru baði seyða,- og vakthundar og søgdu goyggjandi frá um nakar narkaðist templinum.
Teir vóru ikki seldir, men givnir sum gáva og komu soleiðis útum Tibet. Í Onglandi var alt miðvíst við rasuni.
Um rasuna :
Tibbin, sum hann kerliga verur kallaður, er ein robustir, sjálvsikkir, klókir og kerligir familiuhundur. Hann er uppfinnsamur og skeg. Hann líkist meira einum langháraðum seyðahundi enn einum terrieri. Longu fíni uttaru hárini eru sløtt ella bylgut. Undirlagið er ullint.
Venjing/sinnalag :
Sjálvsikkur sum Tibbin er krevst av eigaranum at hon/hann vísir seg sum ein mentalt sterkur leiðari. Tibbin er aktivur og trívist væl við at fáa langir dagligir túrar og høvi at renna frítt. Hann egnar seg til venjingar sum agility, lýðni oma.
Vagthundur ? :
Ja, hann er vakin og sigur frá.
Børn :
Tibbin er trúgvur og spælin, um barni ikki er ov harðligt.
Pleyga :
Pelsurin langur og dubultur. Hann losar ikki og krevur nógva pleygu, men tann stóra pleygan er ikki neyguð fyrr enn hundurin er um 1 - 1½ ár. Harafturímóti er alneygut at venja hvølpin frá byrjanini at liggja á borði og vera bustaður og pleygaður.
Stødd og litur :
Hædd uml. 35 - 40 cm. Vigar uml. 8 – 14 kg.
Litir : Allir u/ sjoko.- og livurlitir.
Aktivitets krav :
Maðal.
Hendan rasan er
til tín sum :
Vil hava ein stuttligan, lívligan familiuhund.
Sæddur í Føroyum ?
Ja!
Keldur :
www.tibetanskterrier.dk - Dog breed info center -
www.canis.no
Basset Hound
Rasumynd
Uppruni : Basset hound hevur sín uppruna í Onglandi, sum tann einasti av basset hundunum, ið annars hava sín uppruna í Fraklandi.
Um rasuna :
Basset hound er aldur av Basset artesien normand og Blood hound o.ø. fyri at ala ein seintgangandi sporhund.
Sum allir av slagnum hound/drívandi veiðuhundar, er hann ótroyttiligur, um hann fylgir einum spori. Somuleiðis hevur hann tað serliga ”syngjandi” goyggji, sum er serligt fyri houndin.
Basset hevur sera nógva húð, sum hongur leys og rukkut.
Sjálvt um hann er lágur, er hann ein stórur og sterkur hundur.
Ansast má eftur, at man ikki belastar langa ryggjin við yvirvekt og ov ógvisligum aktivitetum, t.d. við at ganga í trappum og harligt spæl við børn og størri hundum.
Venjing/sinnalag :
Eftur Blood hound hevur Basset hound óiva sín sterka vilja at fylgja sína egnu leið. Men við positivari og konsekventari venjing frá hvølpi av, er hann ein góðsligur og trúgvur hundur at hava í familiuni. Tað krevst av eigaranum at hon/hann er avgjórd/ur og viljasterk/ur.
Honum dámar væl at fáa loyvi at ganga spor og aðra venjing í passar til slagið.
Vagthundur ? : Hann sigur frá, men tekur væl ímóti gestum.
Børn :
Basset hound er tolin og blíður við børn.
Pleyga :
Pelsurin er stuttur og krevur ikki nógva pleygu. Hann losar alt ári. Oyrini skullu pleygast væl, sum hjá øllum rasum við longum oyrum.
Stødd og litur :
Hundur 38 cm Tíkar 33 cm
Litir : svartur, reyður, beiga, vanliga við hvítum labbum, bringu, pannu og snúta.
Aktivitets krav :
Miðal.
Hendan rasan er
til tín sum :
Vil hava ein góðsligan sjálvsikran familiuhund.
Sæddur í Føroyum ? Ja!
http://www.breederretriever.com/photopost/showphoto.php/photo/321/size/big/cat/
Alaskan Malamute
Rasumynd
Lyklaorð : Flottur-sterkur-stórur-kerligur- stoltur-imponerandi.
Uppruni : Alaskan malamute er ein av upprununum til spísshundarnar. Rasan hevur útvikla seg í Alaska, í hørðum og køldum umhvørvið, hvar tey veiku fullu burtur.
Malamutin var og er nyttur av Eskimo’um sum sletuhundur, og teir hava verið nýttir á nógvum ekspeditiónum aftur til 1500- talið.
Um rasuna :
Malamutin er ein polarhundur, og tann stórsti av teimum rasunum. Hann er úthaldandi og tolir veður og vind. Hann trívist væl við at hava møguleika at vera úti, men skal sjálvsagt hava skjól.
Innandura kan vera for heitt hjá hundinum, sum hevur ein imponerandi tjúkkan og dubultan pels. Hann goyr ikki, men ýlur sum úlvur og summir ýla nógv og ofta.
Tað er ein sunn rasa og livur eini 11-12 ár.
Venjing/sinnalag :
Malamutin er ein góðsligur familiuhundur um hann fær rættu sosialisering og venjing. Hann krevur konsekvens og ein málfastan eigara. Hann kann vera illsligur við fremmandum hundum, serliga av sama kyni. Men trívist væl í flokki. Hann er útpregaður arbeiðshundur, dámar væl at fáa loyvi at hála sletu og er dugnaligur til lýðni. Av sinni trúfastur og kerligur við familjuna, men oftani ófólkaliga lítlan áhuga í fremmandum (reserveraður).
Vagthundur ? : Støddin einsamøll gevur respekt, men hann er ikki vaktsamur.
Børn :
Hann er stórur og sterkur, men við rættari venjing blíður við børn eisini.
Pleyga :
Pelsurin er tjúkkur við grovum dekkhárum og undirull. Hann skal bustast fyri at fjerna leys hár og fora fyri filtran.
Stødd og litur :
Hundar uml. 63 cm. Tíkar uml. 58 cm . Vigar frá 34 til 45 kg.
Litir : hvítir við ella uttan myrkum tekningum sum eru úlvalíknandi.
Aktivitets krav :
Stórt.
Hendan rasan er
til tín sum :
Sum hevur tíð, pláss og fysik til ein krevjandi og sterkan hund.
Sæddur í Føroyum ?Ja.
Suðurrussisk ovtcharka
Lyklaorð : Risi - róligur - trúfastur - kvikari enn man trýr
Uppruni : Suðurrussisk Ovtcharka kemur úr sunnara Russland og er ein seyðahundur/vogtari. Man heldur at mastiff líknandi hundar komu til Russland í 1700 talinum úr Spania og blivu blandaðir við Skotskum hjortahundi og Sibiriskum úlvahundi. Av hesum bleiv tað til skjótar og fimar hundar.
Um rasuna :
Suðurrussisk Ovtcharka er ein sjálvstøðugur hundur og víkir ikki fyri nøkrum. Hann er trúðfastur og góður við alla familiuna. Hann kan vera dominerandi við øðrum hundum, er vaktsamur og goyr nakað.
Hann má hava ein innhegnaðan hava/stykkið, sum hann verjir væl. Er einki hegn at halda hann inni víðkar hann um sítt umráði, og tað kan vera sera stórt.
Traditionelt vóru oyrir og hali skorin av, men tað er bannað í flestu vestanlondum í dag.
Venjing/sinnalag :
Suðurrussisk Ovtcharka skulu helst ganga ella trava langan túr hvønn dag. Hann kann sýnast at vera dovin og tungur, men hann er vakin og skjótur sum ein bjørn.
Skal hann verða familiuhundur skal hann sosialiserast væl við onnur djór, fólk, børn og samfelagið sum heild, heilt frá hvølpi av. Eigarin má vera sterkur, baði fysiskt og psykiskt og venja hundin konsekvent, so hann ikki er í ivað um hvør hevur leiðsluna.
Vagthundur ? : Ja, tað ger hann væl.
Børn :
Suðurrussisk Ovtcharka er tolin og verjir børnini sama sum familiuna.
Pleyga :
Suðurrussisk Ovtcharka kan vera stutt,- ella langháraður. Hann skal bustast javnan at taka undurullina av og halda hann filtfríðan.
Stødd og litur :
Hundur vigar uml. 55-79 kg. Tík uml. 40-65 kg. Hædd frá 60-78 cm. Eingin max. stødd er og summir eru størri.
Litir : Ofta hvítur við brunum blettum, kan vera einslittur.
Aktivitets krav :
Stórt.
Hendan rasan er
til tín sum :
Sum hevur tíð, pláss og styrki til ein megahund.
Sæddir í Føroyum ? Ja!
Løwchen Rasumynd
Lyklaorð :
Kerir - stuttligur - glaður - lærinemmur - uppfinnsamur.
Uppruni : Løwchen - ella Petit chien lion - hevur sín uppruna í Frankaríki, hvar hann var ógvuliga populerur sum selskaphundur og hitapúta hjá herskapinum í 18. øld. Herfrá kemur frisuran sum fær hundin at líkjast eini leyvu. Beri afturparturin gav hita í fanginum hjá eigaranum. Rasan er endurgivin nógv í málningum og standmyndum í rænessansuni.
Um rasuna :
Í dag er rasan sjálvsom, mest av tí at hon er lutfalsliga ókend. Eftir fyrsta veraldarbardaga var hon nærum útdeyð. Ein týsk kvinna gjørdi av at finna allir hundar av rasuni, hon kundi, fyri at ala og bjarga rasuni til eftirtíðina. Í 60'inum kárdi Guinnes rekordbókin rasuna sum tann mest sjálvsama. Í dag er hon meira og meira populer. Hann er tann av Bichon hundunum, sum er friðaligast og nemmast at pleyga pelsin á. Hann skilir seg eisini frá hinum Bichon rasunum við at hava longur bein og er líka høgur, sum ryggurin er langur.
Venjing/sinnalag :
Løwchen hevur altíð verið aldur sum selskapshundur og er glaður, góður í sær, spælisjúkur og dámar væl børn og onnur djór. Hann er lærinemmur/glaður og kann nýtast til flestu venjingar og tricks. Hann er sjálvsikkur og víkir helst ikki fyri nøkrum.
Vagthundur ? : Vinarligur og kann goyggja, um hann heldur tað vera neyðugt. Børn : Hann elskar at spæla og er tolin og blíður. Pleyga : Langi pelsurin krevur pleygu. Einaferð um vikuna skal bustast væl ígjøgnum og vaskast kann eftur tørvi - hetta er nemt at læra, um man hevur hug og tíð at hugna sær saman við hundi sínum. Man velur sjálvur, um man klippur hundinum í tí traditionellu leyvufrisurini. Stødd og litur : Hundar 32 cm. Tíkar 26 cm. Rasan vigar uml 6 kg. Litir: Allir Aktivitets krav : Lagaligt. Hendan rasan er til tín sum: Sum antin vil vera aktiv saman við tínum hundi ella hava ein góðsligan og friðaligan hund. Sæddur í Føroym?: Ja.
Mynd frá canis-minor.dk
Rasumynd
Chinese Crested
(Hárleysur og Powder Puff)
Lyklaorð :
Heilt serligir-kerligir-lívligir-sjálvsamir
Uppruni :
Tað er í Afrika man í útgrevstrum hevur funnið teir fyrstu hárleysu hundamumiirnar. Man meinar at tær eru 3.000 ára gamlar. Tað sigst at kinesiskir handilsmenn hava ferðast kring heimin og selt hundin í norðuramerika, sum var høgt virdur og tilbiðin.
Um rasuna :
Chinese Crested eru hárleysir uttan á høvdi, labbum og hala. Í sama holdi av hvølpum kunnu Powder Puff eisini vera. Tað er sami hundur við fullum pelsi. Hárini eru fín og mjúk, oyrini eru standandi og eyguni myrk.
At hundurin er hárleysur er ein mutatión, sum eisini gevur rasuni ymiskar heilsutrupuleikar. Td. missa teir skjótt tenn. Gev honum ikki bein o.t. sum er ov hart at tyggja.
Tað finnast fleiri hárleysar rasur, sum allar hava til felags at tannsettið er ókomplet og í ringum standi.
Powder puff hava færri trupuleikar og alarar mugu ala millum báðar variantarnar, fyri at gera hárleysa variantin sunnari við betur tonnum og fyri at fáa góðan hártop (Crest).
Venjing/sinnalag :
Chinese Crested eru klókir og arbeiðssamir. Vilja fegnir læra og vera aktivir saman við familjuni. Góðir til lydni og agility.
Nógvar smáar rasur líða undir at eigarin ansar hundinum sum eitt smábarn. Ansast má eftur ikki at verja teir ov nógv, so hundurin verður bangin av sær. Lat hann uppliva nógv,- djór, børn og fólk, trafik v.m. Og lat hann føla veðrið so hann ikki verður ov krillutur, men tá ið ov ábart er, má hann hava ein frakka. Hárleysi kan eisini verða skoldaður av sólini.
Vagthundur ? : Teir goyggja lítið og taka vanliga væl ímóti gestum.
Børn :
Chinese Crested eru sera góðir saman við børnum, men eru sjálvandi sartir, tá ið teir ongan pels hava at verja húðina.
Pleyga :
Hárleysi skal smyrjast javnan við sólcreme fyri at verja og feitta inn húðina. Powder puff skal bustast fleiri ferð um vikuna og klippast javnan. Busta eisini tenn javnan.
Stødd og litur :
Viga hægst 4,5 kg. Hædd 30 cm.
Litir : Allir. Einslittir ella blettitir.
Aktivitets krav :
Sámuligt.
Hendan rasan er
til tín sum :
Sum hevur tíð at vera saman við hesum kerliga hundi.
Sæddir í Føroyum ? Ja!
báðir variantarnir
Sealyham terrier
Rasumynd
Lyklaorð : Kerur-flottur-stoltur-charmør-klovn.
Uppruni : Sealyham terrier hevur sín uppruna í Wales, Onglandi. Ein kaptein John Edward blandaði rasur sum West Highland White, Dandie Dinmonde, ruhærdan Fox terrier, Corgi vf. og rasan var anerkend í 1910.
Um rasuna :
Av tí at Sealyham er blandaður av so ymiskum rasum er sinnalagi eitt sindur mildari enn man kennur tað hjá terrierum annars og pelskvaliteturin kan vera ymiskur.
Hann krevur ikki so nógv pláss og aktivering.
Sealyham er enn ein sjálvsom rasa, men var á verðinsframsýningini í Svøríki 08’ kosin baði Verðinsvinnari og ”Best in show”, so man ikki fleiri fara at velja sær hesa rasu framyvir.
Venjing/sinnalag :
Sealyham er kerligur og bindur seg tætt til eigaran. Hann hevur ógvuliga gott sinnalag og er nógv nyttur í terapiarbeiði við børnum í USA.
Sum ein terrier er hann viljasterkur, men er eisini sartur og skal venjast við virðing og konsekvens. Annars missur hann áliti á eigaran. Sjálvt um hann ikki er so krevjandi vv. aktiviteti, kan hann vera úthaldandi á sínum smáu beinum.
Venjing sum spor, agility og lydni passa honum væl.
Vagthundur ? : Goyr, men er ikki vagtsamur.
Børn :
Hann elskar at spæla og orkar væl. Við røttu venjing er hann kerligur barnavinur.
Pleyga :
Pelsurin er ruhærður, skal trimmast regluliga og bustast hvørja viku. Hann losar líti.
Stødd og litur :
Hægst 30 cm. 9 kg.
Litir : hvítir við ella uttan smáðum gulum, brúnum ella gráum plettum
Aktivitets krav :
Lítið.
Hendan rasan er
til tín sum :
Sum vil hava ein kerligan, stuttligan hund.
Sæddur í Føroyum ?
Nei.
Italiensk mynda (mjáhundur)
Rasumynd
Lyklaorð : Kløn - Flott - kuldakráka - skjót - stuttlig - springbóltur - kerlig.
Uppruni : Man veit at Kleopatra hevði nógvar smáir mjáhundar um seg, sama sum herskapi í Rom tað tíðina sum vildi gera sum Egyptiska herskarindan. Í egyptalandi eru tekningar og mumiir av hesum hundum funnar. Í øskuleivdinum í Pompeii eru ”stoypingarformar” av m.a. italienskum myndum. Á hesum funnum kunnu ærkeologar taka mát, og soleiðis veit man at talan er um sama hund.
Navni hava teir av tí populariteti tær høvdu og hava í Italien.
Um rasuna :
Italienskur Greyhound,- stytt IG og Italienarin, sum rasan eisini kallast, hevur altíð veri selskapshundur og varmapúta, men sanniliga eisini veiðihundur. Sum teir størru mjáhundarnar veiðir hann við sjónini.
Italienarin skelvir oftani, ikki altíð av kulda men eisini av kæti og tá hann er spentur. Hann luktar ikki av vátum hundi og er sera reinligur.
Teir trívast sera væl at vera fleiri enn ein og sigast at vera nemmir at hava saman.
Venjing/sinnalag :
Italienarin er ein kerligur familiuhundur. Ger ikki nógv um seg og vil gjarna ballast í sofuni hjá tær. Av tí at pelsurin er so tunnur hevur hann ilt við at halda varmanum og má hava eitt hvørt klæði tá ið regn og vindur er. Synd hevði eisini veri at nokta honum sofuna ella annað bleytt at liggja á.
Hann er lívligari enn tær stóru Mjáhundarnar, men eisini lættari at venja. Hann hoppar høgt og ansast má eftur at hann ikki loypur av borði og vindeygaskarmi meðan hann er hvølpur - hann veit ikki hvussu kløn beinini eru og beinbrot eru ikki óvanlig.
Agillity og lure coursing eru góðir aktivitetir til rasuna.
Av tí at hann er so krillutir, mán man vera sera konsekventur við reinligheitsvenjing.
Vagthundur ? : Vegna síni stóru lungur goyr hann sum ein størri hundur, men tekur væl ímóti gestum.
Børn :
Italienarin kemur væl útav tí við børnum, men tolir ikki baldrut spæl.
Pleyga :
Hárlagið er sera stutt og krevur lítla pleygu. Strúk hann við einum lappa nakrar ferðir um vikuna. Smáir hundar fáa lætt tannstein og daglig tannbust heldur tennirnar reinar og kjaftin frískan.
Stødd og litur :
32 – 38 cm. 3 - 5 kg.
Litir : Einslittur gráður til svart, skifergráður, gulur (Isabell) frá heilt ljóst til sjokoláta. Hvítt er bert loyvt á bringu og labbum.
Aktivitets krav :
Miðal.
Hendan rasan er
til tín sum :
Vil hava ein lívligan og kerligan lítlan hund.
Sæddur í Føroyum ? Ja!
Mynd: Kennel Astra Bravissimo
Stabyhoun
Rasumynd
Lyklaorð : Lívligur – Spælisjúkur – trúfastur - gløggur - treiðskur - hugagóður - ansin - róligur - áhaldin
Uppruni : Stabyhundurin ella stabijhoun eller stabyhoun (kært barn har mange navne) hevur sín uppruna í Hollandi, nær Frieseraøkinum eisini kalla Norður Hollandska provinsinum. Hildið verður at forfetrarnir eru spaniel líku støvarahundarnir. Hetta vóru hundar, ið spaniólar høvdu við sær norðureftri. Alt tað man veit hevur verið veitt við hesum hundum. Mest ímeðan veiðumaðurin hevur verið tilgongu. Hetta tí at hundurin dugdi at stilla seg upp(Tá ið hann sá tað, ið veiðumaðurin veiddi) og at bera aftur. Spakuliga valdi veiðimaðurin aðrar rasur og henda rasan minkaði í stórum stíli. Tíbetri megnaði Staby'in at finna onnur størv, ið hann dugdi væl. Eitt nú at veiða rottir og at veiða moldvørpurnar, ið plágaðu bøndirnar sera illa. Í 1942 byrjaði so eitt miðvíst arbeiði fyri at verja rasuna. Í dag verður hundurin framvegis nýttur sum veiðuhundur og er kendur fyri sín bleyta munn. Hann ger ikki skaða á veiðuna.
Um rasuna : Stabyin er ein veiðuhundur, men riggar eisini sera væl sum familjuhundur. Hann er mildur av sær og vil gjarna ansa familjuni um neyðugt.
Venjing/sinnalag :
Stabyin er ein sera gløggur hundur. Hann vil gjarna arbeiða fyri Harra sín, men kann verða heldur treiðskur. Tí má verða talan um reglubundna venjing. Tó skal ein leggja til merkis at hundurin svarar væl tónabroyting í røddini. Tí verður mælt til hvølpa og unghunda venjing við hesum hundum, eins og øðrum.
Vakthundur : Stabyin ansar gjarna familjuni, men er ikki vakt hundur burturav.
Børn : Trívist væl har børn eru.
Pleyga :
Stabyhoun krevur ikki nógva feldrøktan. Hin sindur siðhærdi feldurin skal tó bustast og greiðast javnan har, sum hann lætt kann filtra. T.v.s á bringuni, halanum og millum beinnin. Tey langu hárini ímillum labbarnar skal klippast.
Stødd og litur : Herðahæddin fyri hannar er 50-53 cm og fyri tíkar 48-50 cm.
Litir : Hvítur/svartur, ið er mest vanligt. Brúnt/hvítt, brandgulur/hvítt umframt svart ella brúnt skjórut
Aktivitets krav : Talan er um ein jakthund og tískil krevur hann at rættuliga nógva motión.
til tín sum : Ið ynskir sær ein miðal stóran hund, ið skal út at røra seg
Sæddur í Føroyum ? Ja!
Basje gjørdist DKK rasuvinnari, Nordiskur Champion, Keypmannahavnsvinnari í 2008. Eigarni er Anja Joensen(FO)
West Highland White
Rasumynd
Lyklaorð : Kerir – Lívligur – Skeg – Spælisjúkur – Skjótur - Ivrigur
Uppruni : Westie, sum hann er kallaður av vinum, hevur sín uppruna í ”The Highland”, Scotland.
Cairn terrierar fáa av og á hvítir hvølpar. Hesir vóru vanliga tiknir frá, tí mann helt, at teir vóru veikir. Men tað hendi av og á, at ein veiðimaður av misgávum skeyt sín Cairn, tí hann helt at hann var ein hara. Tí fór ein teirra, Oberst E. D. frá góðsinum Polltaloch, miðvíst at ala við hesum hvítu hvølpunum, sum síggjast so væl í landskapinum. Síðan tað hevur Westi verið aldur, sum sjálvstøðug rasa og er vældámd um allan heimin.
Í 1907 var rasan góðkend, sum egin í Onglandi.
Um rasuna :
West Highland White er ein veiðihundur. Td. fer hann í gravir og drívur rev og haru upp. Nú á døgum er hann mest kendur, sum familjuhundur og er ógvuliga vælkendur,- og dámdur um allan heim. Hann losar ikki og nevnist ”allergivinarligur”, men hann hevur sjálvur lyndi til at fáa allergi.
Venjing/sinnalag :
Westie vil gjarna læra og verða aktivir saman við familjuni. Hann skal venjast konsekvent, men við kærleika. Av tí at hann erveiðihundur, skal hann venjast við smádjór og onnur, ið hann kundi hugsast at fari eftir. Glaður og kerligur.
Vakthundur : Hann goyr gjarna, men er ikki vakthundur.
Børn :
Westie er vælumtóktur familjuhundur og kemur væl útav tí við børnum.
Pleyga :
Ruhærdið feldurin er skitt frávísandi og losar ikki, um hann verður røktur sum hann skal. Hann skal trimmast, - t.v.s.roytast 3 – 4 ferðir um árið og bustast minst eina ferð um vikuna.
Stødd og litur :
Hægst 46 cm. 7 – 8 kg.
Litir : Hvítur.
Aktivitets krav :
Miðal.
Hendan rasan er
til tín sum :
Vil hava ein lívligan og viljasterkan lítlan hund.
Sæddur í Føroyum ? Ja!
Labrador retriver
Rasumynd
Lyklaorð : Glaður og eigur at veittra við halanum - Virkin -gløggur – góðsligur – vinaligur – trúgvur – lættur at venja – hevur eina framúr góða nøs
Uppruni : Fiskimenn á Newfoundlandi høvdu ofta henda hundin hjá sær. Labradorurin tók ímóti fiskinótunum og svam í land við teimum. Soleiðis hálaði fiskimaðurin fongin uppá land. Sølan av hesum fiski fekk hundin við til byin Poole í Dorset í Onglandi. Onglendingar fingu eyguni upp fyri hvussu dugnaligur hesin hundur varð at heinta og koma við fuglum, ið vóru skotnir við hav ella vatn í heila tyki. Soleiðis bleiv hann víðagitin og sera vælumtóktur í Onglandi. Ì dag er Labradorurin enn jakthundur, men er eisini sera dugnaligur of ofta brúktur sum bumbu, narko og hjálparhundur.
Um rasuna :
Labradorurin er ein av heimsins best umtøktu hundum. Hann er ein framúr „allround“ hundur. T.v.s at hann er góður arbeiðs hundur, men samstundis riggar hann sera væl, sum mittpunktið í familjuni (Glaður, sum hann altíð er). Men tak enduliga ikki feil. Labradorurin elskar at røra seg og hevur tendens til at fitna um hann ikki rørir seg alt tað, hann hevur tørv á.
Venjing/sinnalag :
Labradorurin er ein gløggur hundur, ið er lættur at venja. Hann arbeiðir gjarna fyri harra sín og er ómetaliga lærunæmur. Hesin hundurin hevur so nógvar góðar eginleikar, at tað er stór synd bert at hava hann sum familjuhund. Labradorurin elskar jakt, spor og er rættuliga raskur til lýdni. Hann er eydnusamur, um familja hansara tekur sær stundir til at verða virkin, saman við honum.
Vakthundur : Labradorurin goyr hart og sigur frá, tá ið gestir koma. Hann er vanliga sera blíður og er tískil ikki vælegnaður sum vakthundur.Um hann sær, at talan er um kend fólk, steðgar hann skjótt at goyggja aftur og byrjar at veitra við halanum.
Børn :
Labradorurin spælir gjarna við børn. Tó er talan um ein stóran hund, so lat ongnatíð hundin spæla við børn einsamallan. Hesin kann lættliga koyra eitt minni barn um koll.
Pleyga :
Feldurin skal bustast á leið 1 ferð um vikuna. Teir kunnu losa sera illa, men mest í losingatíðini.
Stødd og litur :
Hædd 56-57cm fyri hannar og 54-56 fyri tíkar. Vekt uml.30 kg.
Litir :
Svart, gult og sjokolátabrúnt. Sí Dansk Retriver klub undir DKK.
Aktivitets krav :
Miðal til stórt. Hann elskar at røra seg, men tillagar seg at familjuni. Labrador Retrivarin elsar at svimja og apportere(bera aftur)
Hendan rasan er
til tín sum :
Ið ynskir ein stóran hund, ið er lættur at venja
Sæddur í Føroyum ? Ja
Beagle
Rasumynd
Lyklaorð : Glaður - Virkin – viljasterkur – kvikur – lívligir – útspekuleraður – gløggur – góðsligur - treiskur
Uppruni : Rómverjar funnu Beagle líknandi jakthundar í Stórbretlandi fyri nógvum árum síðani. Men í 1475 bleiv navnið nevnt fyri fyrstu ferð. Síðani vóru Beaglar sæddir hjá teimum ensku kongunum í 1600 talinum, har teir starvaðust sum jakthundar. Beaglehundurin hevur verður brúktur til harujakt hjá veiðumanninum.
Um rasuna :
Hesin lítli jakthundurin hevur nógv at bjóða veiðumanninum. Hann er fyrst og femst ein framúr góður familjuhundur, men umframt tað hevur hann eina einastandandi nøs, dugir væl at fylgja spori og egnar seg væl til sweissarbeiðið. Beaglehundurin hevur ofta verið brúktur í ymiskum barnafilmum, men hevur eisini havt stóran leiklut í eitt nú Stóru revajaktini í Dyrehaven.
Venjing/sinnalag :
Hann hevur góðar gávur at tillaga seg. Tískil hevur hann verið nógv brúktur sum labratorieroyndir og tíverri eisini sum royndardjór. Beaglin er framaldur til at snodda seg fram at einum fongi og at dríva hann framman fyri seg, ímeðan hann goyr hart og nógv. Fongurin verður síðani skotin, tá ið hann er í eygsjón hjá veiðimanninum. Hesir hundarnir verða eisini nevndir” Pack Hounds” og veiða í bólkum. Í bólkinum av rekandi jakthundum eru hesi felagseyðkenni: Sera sjálvstøðugir við stórum áhuga fyri villum(harum, rottum, seyði o.a), Áhaldin og arbeiðir í stórum aktionsradiusi(Flakkar gjarna), lætt við at goyggja og ringur at steðga, vanliga vinarligur og sosialur mótvegis øðrum hundum og fólki. Beaglin elskar at ganga spor. Hann krevur at sleppa at brúka nøsina og at røra seg. Hann má gjarna uppalast konsekvent, men altið við rættvísi.
Vakthundur : Goyr og sigur frá. Kann verða ringur at steðga aftur , men tekur væl ímóti gestum.
Børn :
Beaglin er ein ótroyttuligur spælivinur hjá børnum. Tekur gjarna lut í øllum apukattalótum.
Pleyga :
Hann krevur ikki nógva pleygu. Skal tó bustast, mest í losingartíðini.
Stødd og litur :
Hædd 33 til 40 cm
Litir :
Allir Hound litir. Sí Beagle klubben undir DKK.
Aktivitets krav :
Stórt.
Hendan rasan er
til tín sum :
Vil hava ein glaðan og lívligan vin í húsið.
Sæddur í Føroyum ? Ja
Shetland Sheepdog
Rasumynd
Lyklaorð : Aktivur – stuttligur – lærinemmur – mildur – lýðin – altíð til reiðar – vakur – sterkur - klókur
Uppruni : Shetland Sheepdogurin kemur sum navnið sigur av Shetlandsoynnum, ið liggja norðan fyri Skotland. Oyggjarnar eru kendar fyri smáu rossini, neytini og seyðin. Men eisini fyri hesar smáu hundarnar, ið fólk meina komu við víkingunum úr Íslandi uml. Ár 800. Rasan er heilt sikkurt í familju við íslendska seyðahundinm men ígjøgnum tíðina er rasan blanda við dvørgaspaniels og dvørgaspísum. Á oynnum skullu hundarnir halda seyðin úr havum og av bøum, men samstundis skuldu teir halda mýs og rottur frá gørðunum. Rasan fekk viðurkenning í 1914, sum ein sjálvstøðug rasa. Í dag er slagið viðurkent sum ein selskabs og ítróttarhundur
Um rasuna :
Shetlands sheepdog er nokk ein av teimum best umtóktu agilityhundunum. Hetta slagið hevur verið Verðinsmeistari í lýdni umframt agility. Hetta kemst tó ikki av ongum. Hundurin er sera lættur at venja og vil gjarna arbeiða fyri eigara sín. Shetland sheepdog, eisini nevndur sheltie, søkir samband við eigara sín. Hann er trúgvur og knýtir seg tætt til síni. Sheltien krevur at liva eitt aktivt og socialt lív. Hann hevur gott tol við børnum og knýtir seg tætt at síni familiu. Harumframt fjeppast hann ikki uppi í fremmandum fólki, men vil sjálvur gera av um gestirnir eru verdir at heilsa uppá. Slagið kann goyggja nakað illa.
Venjing/sinnalag :
Sheltien lærir sera væl og lærir best um innlæringin er positiv. Hann ynskir at arbeiða og trívist best um hann hevur nokk at gera. Hann hevur tørv á nógvari motión og vil hava møguleikan at spæla. Samstundis tillagar hann seg væl. Sheltien heldur seg sum oftast tætt til sina familju. Eins og allar aðara rasur tolir hendan rasan ikki harðliga viðferð. Virðir tú hann, elskar hann teg í allar ævir.
Vagthundur : Goyr, men má ikki verða aggressivur.
Børn :
Trívist væl saman við børnum.
Pleyga :
Tú mást verða fyrireikaður uppá at hesin pelsur krevur nakað av pleygu. Serliga skulu bringan, bein og ullin aftanfyri oyra bustast og friserast javnan. Um hetta verður gjørt einaferð um vikuna, so skuldi tað hildið sær væl. Tá ið hundurin losar er neyðugt við meiri pelspleygju. Tó er hesin pelsur ikki beinleiðis vanskuligur at halda. Hetta skal sjálvandi lærast frá hvølpaaldri og tá verður hetta ein hugnalig løta saman við hundi tínum.
Stødd og litur :
Hetta er ein miðal hundur á stødd. Hædd er fyri hannar 35-39 cm og tíkar 33 til 38 cm. Hundurin eigur at viga umleið 6-7 kg.
Litir : Zobel, Tricolour, Blue Merle ella svart hvítir við hvítum avteknum. Harumframt svart við tan avtekningum.
Aktivitets krav :
Fyri at menna seg krevur rasan eitt socialt lív í tøttum sambandi við familjuna. Men eisini við møguleikum fyri nýggjum upplivingum av positivum karakter. Er sera glaður fyri at røra seg frítt.
Hendan rasan er
til tín sum :
Ið vil hava ein aktivan lítlan fylgisvein, ið vil gera alt fyri teg.
Sæddur í Føroyum ? Ja!
Shih-Tzu
Rasumynd
Lyklaorð : ......Kerir, sjálvstøðugur, spælin, errin, róligur – ein klovnur
Uppruni : Sagt er atShih-Tzu hevur sín uppruna í Tibet og er reinald til sín núverandi standard. Navni merkir leyvuhundur. Upprunin er møguligan av Lahsa apso og Pekingeser og rasan hevur verið kend í Kina í fleiri árhundrað, sum ein sera vældámdir selskapshundur hjá Kejsaraslegtini. Loyvt varð ikki at útflyta hundin fyrr enn fyrst í 1900 talinum. Tá ið Kina bleiv kommunistiskt blivu nærum allir hundar í Kina dripnir og eitt aliprogram bleiv til, grunda á hundar, sum mann fann í øðrum londum.
Ein rasumynd hjá Peking kennel klub segði so vakurt um Shih-Tzu : "Hann skal hava leyvuhøvd, bjarnakrop, hógvar sum kamelur, hala sum fjøðurkustur, oyru sum pálmabløð, tungu sum krúnublað og rørslur sum ein gullfiskur."
Um rasuna :
Shih-Tzu hevur sera langan pels og hevur ein serligan hviril í pannuni, so at hárini vaksa rundt um næsaryggin. Tað hevur fingið heitið ”Chrysanthenum” anlit. Rasan hevur eitt sindur stuttan snúta og stór útstandandi eygu við langt ímillum. Minnir ikki sørt um Jackie Kennedy.
Gongulagið er heilt serligt, rankur og dansandi. Hann svevar avstað, sum um eigur hann verðina.
Venjing/sinnalag :
Shih-Tzu hevur gott sinnalag og er bæði róligur og aktivur, klókur og fimur á sínum stuttu beinum. Hann goyr lítið og er ein góður familiuhundur.
Hann er errin og velur sjálvur hvønn hann heilsar uppá. Sigst at vera fjollutur til tíðir.
Vagthundur : Kann siga frá.
Børn :
Klárar seg væl saman við børnum.
Pleyga :
Pelsurin er langur og hevur undirull. Einaferð um vikuna skal bustast væl ígjøgnum og vaskast kann eftur tørvi. Hetta skal hundurin sjálvandi læra frá hvølpaaldri.
Stødd og litur :
Ikki hægri enn 26,7 cm. Vigar millum : 4,5 – 8,1 kg.
Litir : Allir. Hvíta pannu og halaspís er ynskiligt um hundurin er fleirlittur.
Aktivitets krav :
Hampeligt.
Hendan rasan er
til tín sum :
Ynskir ein stoltan vin og hevur tíð til pelspleyguna.
Sæddur í Føroyum ? Ja!
Basenji
Rasumynd
Lyklaorð :
Flott – vakin – snjøll – klók – útbrótari – stuttlig – kerlig – sjálvstøðug - treisk
Uppruni : Basenji er ein upprunaligur hundur – t.v.s, at hann er aldur av/í náttúrini. Hann kemur frá Congo, hvagani rasan enn í dag livir, hálvvill, saman við innføddum, ið nýta hundin at veiða saman.”Basenji” merkir ”nakað, ið rørir seg í runninum”.
Hetta er ógvuliga gomul rasa. Langt yvir 2000 ár meina ærkeologar.
Tey innføddu eru ógvuliga fegin um sínar hundar og dáma lítið at selja teir. Mann veit ikki heilt nær og hvagani Basenji hevur sín uppruna, men í gamla Egyptalandi finnast tekningar av hundum, ið líkist Basenji. Av útsjónd er hann eyðkendur – vælpropotioneraður, við smáum rukkum í pannuni og tætt kurlaðan hala.
Um rasuna :
Basenji er ein hundur líkur fáum. Tíkin gongur av illum eina ferð um árið og goyr ikki – sum úlvur. Sjálvt um hann ikki goyr, men í gerandisdegnum er friðaligur - kann hann tosa! Tað ljóðar nakað, sum jodlan og tað kann verða rættiliga harðmælt.
Hann er reinligur, sum ein ketta. Pelsurin er bert av stuttum dekkhárum uttan undurull, so honum dámar illa regn og kulda. Finnist ein sólargeiðsli í húsinum, finnur tú Basenji’in liggjandi har. So ein troyggja, tá kalt er, er vældámd.
Í 1920 – 30’inum royndu Zoologiskir havar at halda basenji, sum ein villan hund, tí tað er hann! Men teir yvirlivdu ikki og egnað seg best til at liva saman við fólki.
Hevur tú einaferð mist hjarta til ein basenji, er tú seld fyri lívið.
Venjing/sinnalag :
Av sinnalag minnur Basenji í nógvar mátar um kettu, sjálvstøðug og aktar illa og skal tí venjast við virðing fyri serliga sinnalagiðnum. Hetta er ikki av tí at hundurin er býttur, tvørturímóti. Hann dugur væl at loysa uppgávur og lærir skjótt. Av tí at hann er klókur og sjálvstøðugur, roynir hann altíð at finna út av ymiskum t.d. hvussu hann skal fáa fatur á matinum ella koma út úr garðinum.
Sjálvsáliti er sera stórt, so eigarin má vera (kerliga) avgjørdur við venjing og í krøvum til sín hund. Hóast tað skal tú ikki vænta at Basenji hundur ger sum tú vil, tá tú ikki er hjá!
Til húsbrúk kann hann saktans venjast, men til meira skal tolið vera stórt og lagið gott! Straffar tú ein Basenji missir hann virðingina fyri tær. Virðir tú hann, virðir hann teg.
Hann dámar væl selskap og vil ikki vera einsamallur ov leingi. Nógv velja at hava fleiri hundar saman og Basenji gongur væl saman við øðrum hundum.
Vakthundur ? : Nei – Basenji tekur ímóti gestur við stórum áhuga.
Børn :
Ja, um tey ikki eru harðlig.
Pleyga :
Pelsurin krevur lítla pleygu.
Stødd og litur :
Uml. 10 – 12 kg. Hundar : 43 cm. Tíkar : 40 cm.
Litir : Svartur, Reyður, Tricolor = Svart/Reytt/hvítt, Brindle. Altíð við hvítari bringu, labbum og halasnippi.
Aktivitets krav :
Basenji er ein vakin og forvitin hundur og trívist við nógvari aktivering. Lure coursing er ein góður aktivitetur til rasuna, sum er veiðihundur. Men fysisk motión er ikki nokk – hann vil eisini hava mentalan aktivitet og keðir seg skjótt, um einki hendur. Tá kann Basenji vera destruktivir í heiminum.
Hendan rasan
er til tín sum : Sum hevur tíð at vera saman við hundinum og
hevur eitt aktivt lív har hundurin kann vera við. Humor er eitt
must, um tú vil hava Basenji í heiminum. Hann stjelur, klatrar
og strýkur, um tú ikki ansar eftur.
Sæddur í Føroyum ?Ja!
Mops
Rasumynd
Lyklaorð :
Lívligir-charmerandi-blíðir- gløggir-summi siga so ljótir at teir eru elskuligir.
Uppruni :
Hesin lítli charmerandi hundurin varð fluttur til evropu úr Asia saman við hollendskum sjófólki í 16 árhundraði. Tí trúðu fólk at rasan av fyrstan tíð var úr Hollandi, men so er ikki. Mopsurin hevur sín uppruna í Kina. Lítla vøddabundið kom til Onglands fyrst í 20 árhundra og var hann tá at finna ímillum fínari ríkmans bólkar. Hundurin fylgdist ofta við ríkmanskvinnum og hann var, sum oftast væl gøddur og í alt ov góðum holdum. Av somu orsøk hildu fólk eisini mopsin verða býttan og feitan. Biðandi eyguni og snorkan mundi ofta smeldu hjørtuni eigarunum. At standa ímóti hesum kravdi stórt sjálvsdisiplin. Mopsin hevur av uppruna sikkurt verið størri enn hon er nú. Rasan gjørdist sera vælumtókt í Onglandi og higani kann mann siga at Mopsin at enda varð reinrøkta.
Um rasuna :
Mopsin er ein vøddamikil og kraftiga bygdur hundur. Sagt verður at hesin hundurin ikki krevur tað stóru motiónina, men hetta er ikki heilt so. Teir elska at verða úti. Mopsin er ein glaður hundur og eigur ongantíð at verða aggressivur og eigur altíð at verða í góðum lag. Sera væl egnaður sum familjuhundur og sum ein barnahundur.
Venjing/sinnalag :
Mopsin er rættuliga egin og krevur at verða uppald frá fyrsta degi. Hon kann læra, hvat sum er. Lærir gjarna frá børnum. Elskar at læra nýggj ting.
Vakthundur :
Er góður vakthundur, um tú ræðist snorkan
Børn :
Er sera robustur og egnar seg væl har børn eru.
Pleyga :
Krevur nær um onga pelspleju, men stutta trýni skal verjast móti sólini. Harumframt er neyðugt at reinsa trýnið í rukkunum hvønn dag.
Stødd :
Vekt uml. 6,5-8,5 kg og hædd áherðar ímillum 30cm.
Litir :
Mopsin hevur oftast hesar litir: silvur, abrikos, fawn, svart. Svørt maska, álastrípa og svartar vakurleikablettir á pannuni og um kinnarnar.
Aktivitets krav :
Lítið til miðal. Góður í íbúð, um hann sleppurat renna frítt av og á.
Hendan rasan er
til tín sum :
Til tín, ið vil hava ein góðan familjuhund og sum tolir snorkan.
Sæddur í Føroyum ?
Ja
Cavalier King Charles Spaniel
Cavalier King Charles Spaniel
Rasumynd
Lyklaorð : Vakrir-fittir-elskuligir-lívligir-blíðir-lýdnir-vinaligir- góður fylgisveinur
Uppruni : FHin lítli spaniel er av sponskum og fronskum uppruna. Hann var sera væl umtóktur hjá teimum ensku kongunum og ber hann enn navnið av tí í dag. Hóast hundurin er ein av elstu rasunum í Onglandi er tað einum amerikana at takka at rasan er til í dag. Mr. Eldridge hevði sað henda fitta lítla hundin á málningum og fór tískil til Ongalands at ogna sær ein. Tíverri fann hann bert King Charles Spanielin, ið hevur stutt trýn. Onkuntíð kundu koma hundar við vanligum trýni undan hesum stutttrýnaðu foreldrunum. Eldridge gav stórar pengaupphæddir fyri at fáa hendur á long trýnaðu hundunum. Soleiðis byrjaði eitt nýtt ættarlið av Cavalier King Charles Spaniels og í 1945 bleiv rasan viðurkend sum sjálvstøðug rasa. Hendan rasan hevur vunni nógv størri áhuga heldur enn King Charles Spaniels hundurin.
Um rasuna : Talan er um ein serliga vinaligan hund, ið er sera vældámdur sum familjuhundur. Sinni skal verða vinarligt og knýtur gjarna til øll menniskju. Her er talan um ein hund, ið elskar langar túrar og er vinaligur mótvegis øðrum hundum. Hann er lættur at uppdraga. Cavalierurin er sera væl umtóktur kring allan heimin.
Venjing/sinnalag : Cavalierurin er ein sera mildur hundur. Hann er serstakliga vinaligur og talin ein hin besti familjuhundurin. Her er talan um ein rættan selskabshund. Hann er lærinemmur og spælisjúkur, men dugir væl at tillaga seg umstøðurnar í familjuni. Bæði um talan er um familjur við børnum ella eldri fólki.
Vakthundur : Sigur frá, men tekur væl ímóti gestum.
Børn : Egnar seg væl har, sum børn eru.
Pleyga : Krevur at verða greiddur javnan, men hevur tó ikki tørv á umfatandi pelspleju.
Stødd : Vekt ímillum 5-8 kg og hædd á herðar ímillum 31-33 cm.
Litir : Mesta av kroppinum er hvítur og hava størri blettir. Reyðligir og - ella svartir blettar. Men kann eisini verða svartur, gyltur, trýlittur ella reyður.
Aktivitets krav : Lítið til miðal. Góður í íbúð, um hann sleppur at renna frítt av og á.
Hendan rasan er
til tín sum :
Vil hava ein blíðan og góðan familjuhund.
Sæddur í Føroyum ? Ja
Fox Terrier
Rasumynd
Lyklaorð : Flottir - stásiligur – viljasterkur – kvikur – lívligir
Uppruni : Fox terrier var upprunaliga úr Onglandi. Hann bleiv brúktir til jakt eftir revi. Uppgávan hjá Fox terrierinum var at fara í grøvir og reka revin upp. Tvær variatiónir eru av rasuni (glathærdur og ruhærdur) og tær báðar eru av sama hundi, men hava verið aldar hvør sær síðan 1980.
Um rasuna :
Variatiónirnar eru, sum áður nevnt, stutthærdir og ruhærdir. Umframt tað at verða nýttir til revajagt, eru teir dugnaligir rottuhundar.
Eftir at grísahandlarin í sjónvarpsrøðini ”Matador” hevði sín trúgva fylgisvein í einum foxterriera, gjørdist hann sera vælumtóktur í Danmark.
Venjing/sinnalag :
Hann hevur typiskt terriersinnalag,- størri dirvi enn krop, og er áhaldin arbeiðshundur. Hann er lærinemmur og spælisjúkur. Agility og lure cursing eru góðir ítróttir til rasuna. Hann er fínur cirkusartistur. Sum dugnaligur rotti, - og jakthundur jaktar hann alt, ið rennur undan. Tískil má hann tíðliga socialiserast við onnur djór, hundar og børn.
Vakthundur : Sigur frá, men tekur væl ímóti gestum.
Børn :
Fox terrier eru góðir og kerligir familjuhundar um teir eru væl socialiseraðir.
Pleyga :
Stutthærdi fox’urin krevur ikki nógva pleygu. Ruhærdi skal bustast og trimmast javnan.
Stødd og litur :
Hundar 7 – 8 kg Tíkar 6 – til 8 kg
Litir :
Mesta av kroppinum er hvítur og hava størri ella minni blettar. Reyðligir og - ella svartir blettar.
Aktivitets krav :
Stórt.
Hendan rasan er
til tín sum :
Vil hava ein glaðan og lívligan vin í húsið.
Sæddur í Føroyum ? Ja
Border Collie
Rasumynd
Lyklaorð : klókur – elskar at arbeiða og má sleppa at arbeiða – aktar væl – kvikur – samstarvar væl – nógva orku
Uppruni:
Border Collien kemur frá markinum ímillum Skotland/Wales og Onglandi. Soleiðis hevur hann eisini fingið navn sítt. Ìgjøgnum fleiri hundrað ár hevur hann ment seg til tað hann eri dag. Ein av nútímans bestu seyðahundunum. Teir bretsku seyðamennirnir hava havt seyðahundar í nógv harrans ár. Teir hava tískil alt hundarnar eftir hvussu væl teir megnaðu sítt arbeiðið. Ì endanum av 1800 talinum byrjaður seyðamenn at halda seyðahundakappingar. Tað vísti seg skjótt at teir hundarnir ið megnaðu at flyta seyðin við ”eye”(T.v.s at stara at seyðinum), við krúpandi rørslum og uttan at goyggja, kláraðu seg nógv best. Soleiðis bleiv aliarbeiðið fram ímóti nútímans border collinum lagt. Í 1906 bleiv ISDS (The International Sheepdog Society) sett á stovn. Felagið gjørdi eina ættbók fyri hetta hundaslagið, ið vit í dag kenna sum Border Collie. Tað var ikki fyrr enn í 1976 at Border Collien bleiv góðkendur, sum ein sjálvstøðug rasa.
Um rasuna :
Border Collien er ein sannur arbeiðshundur. Hann er satt at siga gjørdur til at arbeiða. Um hann ikki fær eitt arbeiðið, ja so finnur hann sær snøgt sagt sjálvur eitt. Tað kann verða at reka bilar, børn, hønir ella bara at . Ymiskt verður sagt um border collien er góður familjuhundur ella ikki. Flestu hava tó royndir av at um hundurin hevur góðar treytir at liva undir, so innrættar hann seg væl. Hetta hongur saman við, at hann má arbeiða ella so koma trupulleikarnir. Border Collien lyftir ikki labbarnar høgt frá jørðini, tí at hann skal arbeiða tætt við jørðina og kunna flyta seg skjótt. Hetta er ein hundur, ið gjarna fylgir eigara sínum leysur. Tó má hann undir ongum umstøðum sjálvur sleppa at ganga túrar. Tí at so finnur hann sær við vissu eitt hvørt arbeiðið. Nógvir blandingshundar hava borðið navnið Border Collie her í Føroyum. Hetta er tó ikki rætta heitið, tí at rasan hevur sín standard, sí http://www.dansk-kennel-klub.dk/files/pdf/Bordcoll.pdf
Venjing/sinnalag :
Border Collien hevur eitt lívligt lyndi og er tiltikin fyri at verða sera klókur. BC er gjørdur at arbeiða saman við seyðamanninum og er tískil lættur at fáa at akta og elskar at læra nýggjar lutir. Honum dámar ikki, at verða arbeiðsleysur. Hetta er ein krevjandi hundur, ið kann gera góða nyttu á bóndagarðinum, sum katastrofuhundur og leitanarhundur, við lýdniskappingum, agilitykappingum v.m .
Vakthundur :
Er av náttúru eingin vakthundur. Kann goyggja, men eigur undir ongum umstøðum at verða aggressivur.
Børn :
Border Collien kann verða ein góður barnavinur, um hann tíðliga lærir at verða saman við børnum.
Pleyga : Feldurin á Border Collinum kann verða bæði langur ella stuttur. Sjálvsagt krevur longri feldurin javna pleygu og má haldast við at verða greiddur uml. 1 ferð um vikuna. Serliga um hundurin arbeiðir úti í haganum, so má mosi og annað, ið kann festa seg í feldinum, takast burtur.
Stødd og litur :
Hetta er ein miðal stórur hundur. 53 cm uppá herðarnar. Nógvir litir verða góðkendir, men teir mugu ongnatíð hava ov nógv hvítt.
Aktivitets krav :
Sum áður nevnt hevur Border Collien stórt kræv á at røra seg. Best er sjálvsagt um BC sleppur at arbeiða við seyði, sum hann er aldur til. Um hetta ikki letur seg gera, so er hann ein góður felagi, at hava við sær súkklutúr langar gongutúrar o.a. Border Collien hevur stóra gleði av lýdnisvenjingum og brillierar sum agilityhundur. Tó skal ein ansa eftir stressstøðuni hjá Border Collienum. Hann hevur av náttúru eina høga stresslegu og skal tískil arbeiða eftir tí. BC er ikki ein róligur hundur, ið bara liggur í kurv sínari allan dag uttan so, at hann sleppir at arbeiða. Border Collien er eitt upplagt hundaproblem fyri tey ið fáa sær rasuna uttan at hava sett seg inn í hvat tað inniber at hava ein BC.
Hendan rasan er
til tín sum :
Ynskir ein samstarvsglaðan og klókan hund. Border Collien vil gjarna verða sama við tær allatíðina og ger alt fyri at gleða teg. Border Collien er bert til tann, ið megnar at geva hundinum røttu arbeiðsuppgávurnar. Hevur tú ikki møguleika til tess, fær tú ikki ein góðan vin í Border Collienum.
Sæddur í Føroyum ? Ja!
Amerikanskur cocker spaniel
Amerikanskur cocker spaniel
Rasumynd
Lyklaorð : Kerir – vakur – spælin – lívligur - stuttligur
Uppruni : Amerikanskur cocker spaniel hevur sín uppruna av enskum cocker spaniel. Í USA aldi tey hesa typuna, sum er tættari, minni og nógv hárfagrari enn tann eingilski. Spaniel eru av elstu hundarasum og teir eru av uppruna veiðihundar. Am. cocker er í dag mest nýttur, sum útstillings og selskabshundur nú á døgum.
Um rasuna :
Sum útstillingshundur er Am. cocker sera flottur. Hann hevur varðveitt sín upprunaliga veiðihug og er ein virkin hundur. Honum tørvar tætt sambond við sína”familju”. Rasan kann hava anlegg fyri húðovurviðkvæmi, HD., ov smalar oyragangir. Innvend eygnalok eru eisini ein trupulleiki hjá rasuni. Ein trupulleiki, ið krevur skurðviðgerð. Tískil er alneyðugt at fáa hvølpin frá einum góðum alara, sum alir sunnir hundar. Ábyrgdarfullir alarar royna at ala burtur frá hesum fyribrigdum.
Venjing/sinnalag :
Am. cocker er ein kátur og spælisjúkur hundur. Hann hevur lætt við at læra og ger alt fyri ein góðan bita. Hann eigur ongantíð verða bangin ella aggressivur.
Am.cocker er, sum veiðihundur, fullur av orku og trívist best við at hava uppgávur, sum líkjast teimun hann er ætlaður til – at bera í munninum. Av tí at tað liggur til slagi at bera, tekur hann skógvar o.a. hann fær fatur í. Hetta kann gerast ein trupulleiki og tingini kunnu verða biti sundur, um ikki hann lærir at brúka eginleikan rætt. Nógv hava stuttleika av at venja Am. Cocker, at bera vøru heim, hjálpa tær at rudda.
Vakthundur : Sigur frá, men tekur væl ímóti gestum.
Børn :
Am. cocker er vælumtóktur familjuhundur.
Pleyga :
Langi pelsurin krevur umfatandi pleygu, javnan. Einaferð um vikuna skal feldurin bustast væl ígjøgnum. Harumframt skal hann vaskast eftir tørvi – t.d. 8 hvørja viku. Eftir vask skal pelsurin bustast, meðan fønin stendur á. Hetta er nemt at læra, um mann hevur hug og tíð, at hugna sær saman við hundi sínum. Hetta skal sjálvandi lærast frá hvølpaaldri. Til útstillingar skal Amerikanski cocker spanielin bera fullan pels.
Stødd og litur :
38 cm
Litir : svartur, reyður, beiga, svartur við reyðum og hvítur við
plettum.
Aktivitets krav :
Stórt.
Hendan rasan er
til tín sum :
Hevur tíð og orku at aktivera og pleyga henda kerliga og spæliglaða hund
Sæddur í Føroyum ? Ja!
Chihuahua
Rasumynd
Lyklaorð : Stórur hundur í lítlum kroppi-virkin-stuttligur-spælisjúkur-kelin-klókur-fínt følandi-alskin-trúgvur
Uppruni : Nógv er at siga um Chihuahuanir. Men fólk eru tó samd um, at hesin lítli charmerandi hundurin hevur fingið navn sítt eftir fjallaríka statinum Chihuahua í norðuri Mexico. Hetta hundaslagið varð av fyrstan tíð, sað í USA í endanum av 19.árhundrað. Seinni kom Chihuahuain til Evropa. Flestu av teimum chihuahua vit síggja í dag, eru eftirkomarar av teimum upprunaligu 50 hundunum, ið vóru fluttir úr Mexico til USA.
Tá ið tosað verður um Chihuahuain, sum vit kenna hann í dag er neyðugt at venda sær móti Aztekarasamfelagnum og Toltekarunum. Hetta samfelagið var frá 1325 og fram til 1521. Ein franciskanara munkur, Bernhardino Sahagún (1499-1590) hevur skrivað eina rúgvu um hetta samfelagið og nevnir har í sínum ritum chihuahuain. Hann skrivað millum annað, at hundurin var høgt elskaður og ein nattúrligur partur av famljuni.
Um rasuna :
Chihuahuain er bæði stutthærdur og langhærdur.Chihuahuain er nokk ein av teimum hundum, ein sær mest til í dag. Henda rasan er vorin „moderna“ og sæst ofta í taskum og er ofta klæddur í fínasta puss. Tak ikki feil, hetta er ein hundur við stórum H! Hann krevur sítt og er glaður fyri at verða undirhildin og nýtir at sleppa við allastaðni. Chihuahuain velur sær oftani ein kæran persón í familjuni, men er glaður um alla sína familju. Hann er forvitin og vil gjarna hitta nýggj fremmand fólk, men í sínum egna tempo.
Venjing/sinnalag :
Hóast chihuahuain er av minsta hundaslagi í heiminum, so hevur hann tørv á at verða vandur. Hann lærir væl, men ofta halda fólk at hann ikki hevur tørv á at verða vandur orsakað av sínari stødd. Men skal tú hava stóra gleði av hundinum, so krevur tað, at hann veit hvør er leiðari í familjuni. Ella velur hann sjálvur at gerast stjóri av húsarhaldinum.
Chihuahuain eigur at verða blíður og glaður at hitta fólk. Hann má ikki verða afturhaldin ella illur í sær.
Vakthundur : Chihuahuain er ein lítil, men framúr góður vakthundur.
Børn :
Ymiskt er, hvat fólk siga um børn og Chihuahuair. Teir eru smáir og tola tískil ikki tað sama, sum ein størri hundur. Men børn kunnu hava stóra gleði av at verða saman við einum Chihuahua. Av tí at teir eru so smáir, so eru teir væl egnaðir til børn, ið duga við hundum ella eldri børn.
Pleyga :
Krevur ikki nógva pleygu. Tó má mann halda eyguni við tonnunum Krevja ikki nógva motión, men mugu sleppa út at upplivað naka nýtt hvønn dag. Teir stutthærdu krevja lítla og onga skinnrøkt, men teir longhærdu skulu bustast aðru hvørja viku gjarna oftari, tá ið feldurin skiftir.
Stødd og litur :
Nærum allir litir eru loyvdir. Tó ikki merle. 1-3kg.
Aktivitets krav :
Chihuahuarnir hava, sum allir aðri hundar, brúk fyri at brúka kropp, nøs og heila. Chihuahuain hevur gleði av at sleppa út at røra seg/túr hvønn dag. Ein sunnur vaksin chihuahua kann saktans ganga ein langan túr, ið er uml. 10 km. Ein hundur, ið rør seg hvønn dag er glaðari, etur betri, og er í likamligum góðum formi.
Hendan rasan er
til tín sum :
Ynskir sær ein selskabshund og ein stóran hund í lítlum kroppi. Til tín, ið ynskir ein hund, ið er lættur at hava við sær allastaðni, og sum ikki hevur tørv á so nógvum.
Sagt verður:“ Hvat er betri enn at hava ein Chihuahua? At hava tveir!”
Sæddur í Føroyum ? Ja
Afghansk mynda
Rasumynd
Lyklaorð : klók – flott – aristokratisk – tolin – dovin – kvik – stolt – pudsig – skeg - følin
Uppruni : Afghanska myndan hevur sín uppruna í Afghanistan. Her er funnin 4000 ára gomul holumálarí av hundi, ið líknar afghanarinum. Somuleiðis eru tekningar og umtala av líknandi hundi, at finna úr gamla Egyptalandi.
Mynda, eisini kallaðar ”sight hound” er skjótir veiðihundur, sum rennur djórið upp, og antin heldur tað á staðnum, ella niðurleggur tað. Í Afghanistan, er Afghanarin virdur á sama støðið, sum rossið fyri eigaran. Eigarin leggur stóra æru í at ala henda serliga hundin. Upp til ár 1900 varð bannað at selja hundin til útlendingar.
Kurlan uttast á halanum er serstak fyri afghanarin og kennist hundurin aftur á henni.
Um rasuna :
Afghanarin má sigast at vera ein av flottastu hundum. Við fullum pelsi, nærmast sveimar hann eftir gólvinum í framsýningarringinum. Har eigur afghanarin ein stóran fjepparaskara. Eisini sum familjuhundur er Afghanarin væl dámdur. Hann hevur gott tol við børn og knýtir seg tætt at síni familiu. Hann fjeppast ikki uppi í fremmandum fólki. Klárar væl upp við aðrar hundar, men dámar best at renna við sínum líka. Hetta er ikki hundur, sum kan ganga leysur! Er ferð komin á hoyrir hann ikki nakað innkall. Eisini er hann skjótur nokk til at taka haru, kettu o.a.
Venjing/sinnalag :
Afghanarin er sjálvstøðugur av sinni og skal tí venjast tíðiliga og við virðing fyri serliga sinnalagnum. Afghanarin skal socialiserast tíðiliga við smádjórum og børnum. Til húsbrúk kann hann saktans venjast, men til meira skal toli vera stórt og lagi gott! Henda rasa tolir ikki harðliga viðferð. Virðir tú hann, elskar hann teg í allar ævir.
Vagthundur : Goyr, men er ikki aggressivur.
Børn :
Afghanarin er tolin við børnum, men for stór til at spæla við
børn.
Pleyga :
Langi pelsurin krevur pleygu, javnan. Einaferð um vikuna skal pelsurin bustast væl ígjøgnum og hundurin kann vaskast eftir tørvi - uml. 8 hvørja viku. Eftir vask skal pelsurin bustast meðan fønarin stendur á. Hetta er nemt at læra, um mann hevur hug og tíð at njóta hesa løtu saman við hundi sínum. Afghanarin er ein av fáum hundum ið kann njóta at liggja í tímar og blíva pleygaður. Hetta skal sjálvandi lærast frá hvølpaaldri.
Stødd og litur :
Hetta er stórur hundur, men mjáður. Hædd upp til 67 cm. akslahædd.
Litir : allir.
Aktivitets krav :
Afghanarin er ein sprintari og passar tað tískil væl at hava vælinnhegnaðan garð til hundin kann renna í. Kapprenning og lure coursing eru góðir aktivitetir til hesa rasu. Innandura er hann friðarligur og ansast má eftir, at hann ikki er for magiligur.
Hendan rasan er
til tín sum :
Vil hava ein stoltan vin at deila dagin og dagligir túrar við. Afghanarin deilir fegin mat og sofu saman við tær. Hann er tolin at hava hann við til arbeiðis – um hann fær ein lílan túr av og á.
Sæddur í Føroyum ? Ja!
Samojed
Uppruni
: Samojedhundurin er upprunaliga úr norður Ruslandi og Sibiria. Hann eitur eftir fólkaslagnum har, ið eru nomadar. Samojedfólkið nýtti hundin til at toga sleturnar, ansa reinsdjórunum og at hita seg við um náttina, hundarnir svóvu nemliga hjá eigarunum. Hundarnir komu til Onglands í 1889 við rannsóknarfaranum Robert Scott. Hann aldi hundin til tað, vit kenna hann. Elegantur og fimur og vælumtóktur til framsýningar og kappingar, tó hevur hann eina søgu sum hartarbeiðandi hundur undir trongum livikorum.
Útsjónd
: Miðalstórur elegantur hvítur arktiskur spísshundur. Útsjóndin gevur ein varhuga av styrki, áhaldni, fimi, sjarmu, tign og sjálvsáliti. Hann hevur tað sokallaða “samojed smílið”. Høvdið er kílaformað, nøsin brún ella svørt, eyguni eru djúp, brún og mandluformaði, oyruni eru lítil og tríkantaði og standa beint uppeftir. Halin er langur og loðin og liggur í einari krúllu oman á rygginum. Pelsurin er tjúkkur og grovur, og hann hevur ein mjúkan undirpels, ið skal verja hann ímóti tí arktiska kuldanum. Hundarnir hava størri pels um hálsin og lørini enn tíkirnar.
Hædd og vekt
: Hundarnir 53 – 60 cm og 20 – 30 kg. Tíkirnar 48 – 53 cm og 16 – 20 kg
Sinnalag
: Samojedhundar eru góðsligir og tignarligir. Teir eru sera trúfastir. Tað sigst, at teir hava lyndi til at hava ein yndispersón, men elska annars øll. Teir eru opnir, vinaligir og spælisjúkir. Teir eru blíðir ímóti øllum, sjálvt óbodnum gestum, so teir egna seg ikki so væl sum vaktarhundar, tó kunnu teir goyggja fyri at gera vart við fremmandafólk. Teir duga væl at tilpassa seg familjulív og eru vælegnaðir saman við børnum. Teir eru sera klókir, men hava ein sterkan vilja, so tað er best at vera tolin og avgjørdur, tá talan er um at venja samojedhundar. Tað er eisini best at fara undir at venja teir, tá teir eru smáir hvølpar.
Liviumstøður
: Ein samojedhundur klárar seg í einari ibúð, um hann fær nógva motión. Tó dámar honum best at vera uttanfyri stóran part av degnum. Honum dámar væl at spæla innandura, bólt og annað.
Motión
: Samojedhundurin hevur tørv á at røra seg nakað, men er veðrið gott, við sól og hita, dámar honum best at taka tað róligt og liggja í skugga, tá er best at fara túr, eftir at sólin er farin niður.
Livitíð
: umleið 12- 15 ár
Pelsrøktan
: Pelsurin á samojedhundi krevur at verða greiddur javnan. Um long tíð gongur, har hann ikki er greiddur, fløkist pelsurin, og tá kann hann vera sera trupul at fáast við. Tvær ferðir um árið losar samojedhundurin illa, tá er best at greiða honum hvønn dag ella seta seg ein dag um vikuna og greiða honum væl og virðiliga, tað kann taka nakað av tíð at koma ígjøgnum allan pelsin. Annars er pelsurin nemmur at hava við at gera, hundarnir verða verðandi hvítir, sjálvt um teir ikki verða baðaðir. Um teir onkuntíð síggja eitt sindur gráir út, so er at taka eina bust ígjøgnum pelsin, so er hann hvítur aftur. Tó kann verða neyðugt at skola undir búkinum og um labbarnar, tá veðrið er sjaskut, hvat tað ofta er í Føroyum.
Fjodor fær sær ein lúr
Puddil
Rasumynd
Lyklaorð : Lærir væl –vakur – stuttligur – kerligur – spælisjúkur – dugnaligur – klókur
Uppruni : Ósemja er um, hvørt Puddilin hevur sín uppruna í Tyskalandi ella Fraklandi. Frakkland metir Puddilin, sum sína nationalu hundarasu. Har hevur rasan havt eina langa søgu heilt aftur til ár 1400. Puddilin er upprunaliga brúktu til at heinta fugl úr vatni. Herfrá kemur frisuran, sum mong undra seg yvir.
Afturparturin stuttkliptur fyri lættliga at kunna svimja – hárið á høvdinum, bringuni og um liðirnir fyri at hundurin kann halda hitanum. Toppurin er á halanum, so at veiðimaðurin betur kann síggja hundin í vatninum.
Afturat at vera dugnaligur veiðihundur, hevur Puddilin altíð verið vældámdur selskapshundur – Eina mest fyri tær kongaligu familjurnar.
Um rasuna :
Puddilin er ein av best umtøktu og mest kendu rasum í heiminum. Hann tilpassar seg flestu umstøður og er glaður fyri fólk, børn og onnur djór.
Venjing/sinnalag :
Puddilin er eina mest familiuhundur. Glaður fyr at læra, spæla og vera virkin saman við sínari familju. Puddilin er nógv brúktur sum cirkusartistur, hjálparhundur til fólk við breki. Men hann egnar seg væl til flest allar venjingar.
Vagthundur : Puddilin sigur frá, men tekur vanliga væl ímóti fólki – Kanska stórpuddilin/”kongapuddil” kann ræða ein tjóv við síni stødd aleina.
Børn :
Puddilin er tolin við børnum og elskar at spæla.
Pleyga :
Puddilin hevur ikki pels, sum flestu hundar, men hár sum vaksa alt lívið. Tískil skal hann javnan klippast og ofta bustast, vaskast og fønast. Hann losar ikki og er á tann hátt góður hjá fólki við ovurviðkvæmi.
Stødd og litur :
Puddilin fæst í fleiri variatiónum. :
Stórpuddil : Hundar 60 cm Tíkar 45 cm
Millum : Hundar 40 cm Tíkar 35
Dvørg : Hundar 30 cm Tíkar 28 cm
Toy : Hundar 25 cm Tíkar 23 cm
Litur : Svartur, Hvítur, Morreyður, Apricot, gráður og beige. Altíð einslittur.
Aktivitets krav :
Puddilin er virkin, forvitin og spælisjúkur. Hann trívist best við at vera virkin saman við familjuni, og kann verða nøgdur við dagliga gongutúrinum. Men eisini er hann úthaldandi og kann vera góður at renna ella at súkkla saman við. Agility er góður aktivitetur til Puddilin.
Hendan rasan er
til tín sum :
Vil hava ein hund at hugna og stuttleika tær saman við. Sama, um tú er ítróttafólk ella ikki.
Sæddur í Føroyum ? Ja!
Karl Friedrich Louis Dobermann (1834-1894), æt hann, sum aldi dobermann av fyrsta sinni, og hann var úr Týsklandi. Dobermann er tann fyrsta hundarasan, ið er kalla upp eftir tí, sum hevur ala eina hundarasu. Louis Dobermann var skattakrevjari og hundafangari viðsíðuna av. Sum hundafangari fangaði hann nógvar hundar, og tað var út frá hesum hundum hann fangaði í 1870´inum, at hann byrjaði at ala og serliga leggja dent á skarpleika, mót og skjót reaktiónsevnir. Umframt pinsher var tað eisini ”slagtarahundarnir” (en rottweiler-typa), ið vóru brúktir í alingini. Tann franski brúks- og hyrdehundurin beauceron, við teimum fýra farvunum (svart, brúnt, blátt og isabella), sum eisini kann sporast í dobermann, meina tey er í rasuni dobermann. Eftir FCI-standardinum er bara svart og brúnt góðtikið. Schæfarin og tann týski hønsehundurin meina tey eisini er í.
Í 1895 bleiv rasan almanna góðkend í Týsklandi undir navninum ”dobermann pinscher”, seinni bleiv pinscher sletta.
Umleið í ár 1900 bleiv tann enski manchester terrier blandaður uppí fyri at bøta um pelsin og fáa avtekningarnar myrkari og meira avmarkaðar. Samstundis fekk man tær tætt liggjandi kettulabbarnar.
Dobermann var nú ein lutfalsliga lítil hundur, ca. 56 cm í hædd og sera grovur at síggja til. Fyri at gera rasuna hægri og meira eleganta bleiv svartur greyhound brúktur. Síðan 1910 hevur man ikki brúkt aðrar rasur í alingini.
Nógv ár eftir at rasan kom fram bleiv dobermann brúktur sum vakt- og politihundur, og eftir at man í alingini hevur roynt at dempa niður sinnið, sær man ein dobermann í dag sum ein typiskan brúks- og familjuhund.
Ein dobermann er miðalstórur, kraftigur og vøddamikil bygdur. Við teimum elegantu linjunum, stolta kropsburði, temperamentfulla sinninum og avgjørda úttrykkinum svarar hann til idealmyndina av einum hundi. Man kann kalla ein dobermann fyri GTI-modelli hjá brúkshundunum. Ein dobermann er ein glaður og sera aktivur hundur við einum sera stórum tørvi á motión. Hann er altíð til reiðar til hvat sum helst av aktivitetum tú skuldi komi við, og elskar at arbeiða, og skal arbeiða, tí tað er ein brúkshundur, sum er gjørdur til tað. Rasan er ótrúliga lærinem undir røttu venjingarháttunum, elskar at læra nakað nýtt og at fáa avbjóðingar.
Ein dobermann er næstan kvadratisk bygdur, serliga er hetta galdandi fyri hannar. Hannarnir hava eina herðahædd uppá 68-72 cm og eina vekt millum 40-45 kg. Tíkarnar eru 63-68 cm til hæddar, har miðalstødd er tað man ynskir og viga millum 32-35 kg.
Ein dobermann er ikki ein hundur fyri øll. Hann kemur við krøvum, og áðrenn tú keypir ein, má tú gera upp við teg sjálvan um tú hevur:
* TÍÐ og Heilsu/Fysik til at motiónera hann hvønn dag.
* KONSEKVENT, róð og tolni – tað er ein lærinem rasa, men eisini ein rasa, sum hevur brúk fyri at man altið er konsekventur, og hvar hann-hundarnir serliga prøva grensir av alt lívið.
* PLÁSS – sjálvt um ein dobermann ikki krevur so nógv pláss inni, so hevur hann brúk fyri sera nógvum plássi uttanfyri.
Kelda: Tina Ziska & Dansk Dobermann Klub
Mynd: Tina Ziska
Rottweilarin er ein sterkur og arbeiðskrevjandi hundur. Samstundis er hann álítandi og avballanseraður saman við familjuni. Hann ger alt tað hann kann fyri at verja familjuna.Rottweilarin arbeiddi upprunaliga saman við rómarunum, ið høvdu stórar bólkar av neytum. Hundurin skuldi halda skil á djórunu og skuldi verja neytini. Tiskil høvdu teir tørv á einum sterkum seyðahundi. Hundurin bleiv seinni arbeiðsleysur og tá varð farið undir at venja hann til eitt nú vaktarhund. Rasan kemur upprunaliga úr Týsklandi.
Rottweilarar eru rættuliga stórir hundar. Hannarnir eru 61-69 cm uppá herðarnar og tíkarnar eru 55-63 cm. Teir viga uml. 41-50 kg. Hundurin er svartur við sokallaðum rust avteknum.
Sinnið er ikki, sum fleiri halda. Rottweilarin er ein sera vinaligur hundur. Hann er t.d sera góður við børnini í familjuni. Hann verjir tó heimið, men er blíður og glaður tá ið hann er róligur. Hetta er ein aktivur og sjálvstøðugur brúkshundur, sum fær stóra gleði av einum virknum lívið. Rottweilarin er ein sterkur hundur, ið krevur rástyrki at handfara.
Pelsurin er miðallangur, harður, tættliggjnandi og hevur tjúkka undirull. Pelsurin verjir mótvegis regni og heldur hundinum heitum, men verjir í ein vissan mun ímóti hita. Ikki tí at tað er eitt vandamál her í Føroyum. Hesin pelsurin krevur ikki tað heilt stóra arbeiðið. Um pelsurin verður greiddur hvørja viku, so heldur hann sær vakran.
Tað er eitt gott hugskot at venja rottweilanir og stuttligt, tí at hann er arbeiðsglaður og lættur at uppala. Tó kunnu hannarnir verða sjálvhevdandi og kunnu svara aftur, tá ið vant verður. Serlig um hann kennir seg hóttan. Rottweilarnir mugu venjast við vinaligum venjing alt lívið. Nógvar uppgávur og tætt samband við sín venjara, er júst tað rottweilarin hevur tørv á.
Hevur ein sett í seg at brúka tíð uppá tørvin hjá hesum hundaslagið, so er rottweilarni ein spennandi familjuhundur
Rottweilanir hevur, sum áður nevnt, stóran tørv á at arbeiða. Tú má geva tær stundir at uppala og venja hundin. Tað er týdningarmikið, at hundurin verður socialiseraður tíðliga. Fær rottweilarni eina skilagóða uppaling, so er grunnurin lagdur, til tess at fáa eitt gott socialt lív saman við hesari hundarasuni.
kelda: Politikens hunde leksikon.
Gravhundurin kemur upprunaliga úr Týsklandi. Har verður hann nevndur ”Dachshund”. Tað finnast 3 útgávur av gravhundinum: stutthærdur, ruhærdur(grov hár) og langhærdur og harumframt finnast teir í 3 støddum: standard, dvørga og miniature. Tann stutthærdi er hin mest vanligi og er hann ættfaðir til rasuna. Tann ruhærdi er aldur framm vid at
para tann stutthærda gravhundin vid tí ruhærda pincherinum og sídani vid einum dandie dinmont terriara. Hin langhærdi gravhundurin er aldur fram ígjøgnum ein blanding ímillum ein stutthærdan gravhundin og tann stuttbeinta sussex og field spaniel.
Gravhundurin hoyrir til bólkin grav og rottuhundar. Talan er um ein jagthund, sum í fleiri hundra ár er aldur til at arbeiða sjálvstødugt og til at fara í grevlinga og revagrøvir (dvørga og miniaturehundarnir er aldir at fara í kaninholir). Gravhundurin verður brúktur til jagt allastadni í heiminum, har hann djarvur fylgir offrinum við áhaldandi goyggjan.
Í dag eru flest allir gravhundar familjuhundar. Tó eru nógv sum luttaka í grøvroyndum og í praktiskari jagt. Nakrir gravhundar eru eisini útbúðnir, sum sweiss-hundar. Ein Sweisshundur er ein hundur, sum er góðkendur til at leita eftir skaddum villum kríatúrum( t.d harum), sum t.d eru blivin skotin ella ákoyrd av bili. Teir fylgja blóðsporum og finna veg fram til skadda djórið, sum í útlondum antin verður latið djóralækna ella verður avlívað á staðnum. Hesir hundar skulu hava jagttekin. Sweiss hundar fáa starv ígjøgnum Falck http://www.falck.dk/. Gravhundurin hevur framúr góða nøs til slíkt arbeiðið.
Gravhundurin er ein stórur hundur í einum lítlum kroppi. Hann er djarvur og stoltur og hevur eitt livandi lyndi. Av tí at hann er aldur til at arbeiða sjálvstøðugt, kann hann verda torførður at venja. Men als ikki ógjørligur. Um ein venur umleið 70% samstarvandi venjingar og áleið 30 % sjálvstøðugar venjingar( so sum spor) so skuldi úrslitið verið gott.
Munur er á sinnalagnum á teimum ymisku útgávunum av gravhundinum. Hin langhærdi er mildari í lyndi enn hin ruhærdi orsakad av, at hann er aldur fram av spanielslagnum. Tó eru altíð undantøk. Um ein hevur gravhundin sum familjuhund, er tad týdningarmikið at hugsa um, at hann hevur stóran tørv á at røra seg. Tad er eitt gott hugskot at venja spor og at geva honum smáar leituuppgávur, t.d. við at leita eftir góðbitum ella lutum inni ella úti. Ein má tó venja nógv samstarv og kontakt. Gjarna á einum borðið, ið gevur betri eygnakontakt. Harumframt ber til at brúka eitt targettól at venja við. Tað er ein langur stavur, ið hevur góðbitan í endanum.
Av tí at gravhundurin er ein jagthundur, sum skal megna at arbeiða í nógvar tímar í senn, hevur hann lætt við at stressa seg. Gravhundurin vil ofta gerast stressaður um hann er undirstimuleraður ella skeift stimuleraður. Spæl við bólti og pinnakast eigur tískil at verda bannlyst – gev honum heldur leitiuppgávur ístaðin. Ein eigur ei heldur at venja við harðari hond. Soleiðis røkkur ein ongantíð inn til ein gravhund - tad er hann alt ov sjálvstøðugur til. Tad kann koma fyri at um ein venur so, tá styrkir tað nattúrligu harðalyndi í hundinum. Hugsa um, at gravhundurin er aldur til sjálvur at verja seg mótvegis revum og grevlingum. Pína vil tiskil tendara lyndi hansarar enn meiri. Royn tískil heldur at uppbyggja sambanðið vid at styrkja álitið. Hetta ger at tú soleiðis virkar klókari enn hann og tískil fær leiðaraleiklutin nærum givið.
|
|
 |
|
|
|