Hundaeigarafelag Føroya, DKK Kreds 12

Ársaðalfundurin verður tann 12. septembur 2010 klokkan 16.00 í barnagarðinum Spírin í Havnadali.
Skrá sambært lógum felagsins.
Møti fjølment.


Freistin at melda hundin til framsýningina 2 okt. er úti mánakvøld. So nú er um at fáa útfylt og handa okkum tilmeldingarskjalini

Vit taka ímóti tilmeldingum
til framsýningina , fram til (og við) mánadagin, á mail eisini. Scanna tær og maila til okkum. Til ber eisini at avlevera persónligt hjá Fríðu Brekku, Oman Viðarlund 7 kj. Tórshavn, tlf. 506876 og hjá Nannu Lamhauge, Byrgisheyggur 3, Lambi, tlf. 588806

Rasuparada verður leygardagin 11.09.2010 kl. 17.00
við Leynavatn.
Um tit hava áhuga at vísa tykkara fitta rasuhund fram send so teldupost á www.huffdkk@gmail.com ella ring ella smsa á telefon 251430

National framsýning 2. okt. 2010.

Nú er tíð at melda hundin til  
Til ber at maila til okkum og fáa tilmeldingarskjali via mail til at downloada, fylla út og senda til okkum via gammeldags posti(Posta)
Tilmeldingarfreistin er 1 sept. Avmarkað luttøka

Dómari verður Gert Christensen
.

Sjálvboðin hjálparfólk til framsýningina.
Okkum tørva hjálparfólk til tiltakið, í cafeteria, við inngongdina og til at ganga til handa annars.
Skriva okkum ein mail, tit sum ikki longu hava boði tykkum til, og upplýs navn og tlf. nr.

Best in show 2009 Óluva við Glæðu og dómara Kresten Scheel

http://hundaliv.blogspot.com/ 

Hetta er bloggur um hundalív og hvat tað kann innibera.


31 aug. Nýggj rasumynd
30 aug. Nýtt undir Tíðindi : Búr í staðin fyri krók uttanfyri handilin


Venjingar og skeiðir (Trænig og kurser)


Hundaeigara Felag Føroya skipar fyri skeiðum og venjingum. Hevur hetta tín áhuga, so er tú vælkomin at seta teg í samband við felagið á tlf.: 277317 ella maila til huffdkk@gmail.com

Skeiðir og venjingar verða, tá nóg nógv hava tilmeldað seg.

Huff arrangerer kurser og træning. Har dette din interesse er du velkommen til at ringe eller skrive til os.

Kurser og træning bliver arrangeret efterhånden som der er nok tilmeldt.

DKK Kreds 12

Huff er eitt felag fyri allar hundaeigarar og hundaáhugaði, og stendur fyri Hundaeigarafelag Føroya. Felagið skal virkað fyri at hundalívið í Føroyum verður skipa á einum ábyrgdartilvitnum støðið.

Hundaeigarafelag Føroya er eitt áhugafelag og virkar fyri áhugamálum hjá hundum og eigarum teirra. Felagið er stovna við eini 7 manna nevnd.

Huff hevur, at byrja við, sett sær hesi mál at røkka fyri hundar í Føroyum:

1) Fríøkið til venjingar í agility, lýdni og samveru við aðrar hundar.
2) Skeiðir í lýdni fyri hvølpar og eldri hundar, agility og pleygu.
3) Framsýningar og kappingar.
4) Virka fyri at betra umstøðurnar fyri hundin, sum fylgisvein okkara.
5) At verja almennu áhugamál hundaeigarans.
6) Upplýsing - m.a. við barn og hund ráðgeving og mangt annað.

Sum ein partur av Dansk Kennel Klub (DKK) fáa vit ágóðan av teirri drúgvu royndum innan arbeiðið fyri hundinum í samfelagnum.

Vit hava sum "lokal felag" sett okkum egin mál, men vit eru limir í DKK og eru teirri mál eisini okkara. Okkara øki eitur "Kreds 12".

Tað vil siga, at meldar tú teg sum lim í Huff, er tú eisini limur í DKK. 10 ferðir um árið fær hvør limur limablaðið "Hunden", sum inniheldur nógv gott at lesa um hundar. Eitt nú um framsýningar, kappingar, greinar og mangt annað.

Eisini sær ein í blaðnum, hvør hevur tlf. ráðgevingina, har limir kunnu tosa við serfrøðingar um trupulleikar, teir hava við hundi sínum.

Á heimasíðuni hjá DKK finnir tú alarar av øllum rasum í Danmark og ein altíð dagførdan hvølpalista við góðkendum alarum.

Sum sagt, so er Huff partur av DKK, ið er størsta felag fyri hundaeigarar í Danmark við einum limatalið uppá uml. 27.000.

DKK var stovnað í 1897, og hevur arbeitt fyri at fremja aling av sunnum og rasutypiskum hundum.

Felagið leggur seg harafturat eftir at verja áhugamál hundsins og eigara teirra í samfelagnum, hervið at framja ábyrgdartilvitna luttøku í útilívinum.

Í Danmark bjóðar DKK nógvar aktivitetir fyri hundar og eigarar, m.a. agillity, lýdni, framsýningar og royndir í ymiskum førleikum hundarnir eru trenaðir í.

DKK Kreds 12

Allir limir hjá DKK/HUFF kunnu tekna seg til okkara teldupost adressu og fáa kunning um tiltøk o.a. sendandi.

Teldupost adressan er:  huffdkk@gmail.com

Alle vores medlemmer kan skrive til vores mailadr. og få oplysniger om arrangementer tilsendt.