Kunning

Sosialisering

Hugsanin við sosialisering er at hundar skullu læra hundamál, at tolorera ymiskir hundar og typir og vit hava ein møguleika at vísa hundunum at vit duga at ansa teimun (uttan at yvirbeskytta teir) so teir fáa álit á okkum.

Tað eru tveir bólkar sum hittast fyri at sosialisera saman.

Tann eini hittist við INN við Sundsvegin. Vit ganga niðan í ein kolonihava. Har spæla hundarnar og eigaranar fáa eitt gott prát.
Sunnudagar kl 12.10 til 13.10 Møti stundisliga!
Hetta eru hundar av slagnum Parson terrier, Westie, Cocker spaniel, Beagle vm.
Tvs. rubustir smærri og miðalstórir hundar passa í hendan bólkin.

Ein bólkur hittist Oman Viðarlund (við listasavnið)
Hetta eru smærri hundar, - chihuahua, italiens mynda og hundar uml. 3, 4 kg.
Sunnudagar 13.30 - 14.30
Møti stundisliga!

Hesi treff eru sjálstøguð og hvør eigari hevur fulla ábyrgd av sínum hundi. Ofta eru venjarar við fyri at sosialisera egnar hundar, men ikki altíð.

Lati tykkara hundar vaccinera og ormaviðgera!
Hetta er ikki eitt tilboð til "problemhundar" Teir vera vístir til td. koyrikort til hund skeið.


At sosialisera er ein stór avbjóðing fyri hund og eigara. Summir hundar hava líti sjálvsálit og eru bangnir av sær og arðir hava stórt sjálvsálit og kunnu plága fyrsta bólkin.
Her hevur eigarin sera stóra ábyrgd at sikra at samveran verur posetiv fyri sín hund. At eingin hundur sleppur at troka seg inn á egna hund, vera ov ógvusligur vm. Og somuleiðis sikra at egni hundur ikki ger so við minni sjálvsikrir hundar.

Hvør hundaeigari má gera sær greitt hvat tað er fyri ein hundur hann/hon hevur. Summar rasur eru sera sjálvsikrar og ágangandi og arðar eru mótsatt sárar og afturhaldandi.
Hundar eru onnur art enn vit og vit skullu ikki vera kedd av at okkara hundur ikki er vinir við øll og ikki vil hava við summir hundar at gera. Somuleiðis skullu vit ikki vera særd um eigarar av summun hundum halda at tykkara hund frá sínum tí tey halda at teirra verur kúðaður.
Líka hundar leika best og tað skullu vit respektera. Summir rasubólkar hava sama sinnalag og hesir passa væl saman. Við blandingshundum og gøtuhornum má man vurdera hvønn einstaka hund fyri at vita hvønn typa hann er.

Gongutúrar
 
Gongutúrarnir, ið felagið skipar fyri, er ein møguleiki hja hundaeigarum at ganga túr saman við øðrum hundum og eigarum. Soleiðis ber til at fáa eitt prát ella bara læra sín hund at ganga pent í reim saman við øðrum hundum. Um tín hundur hevur ilt við at síggja aðrar hundar, kann tú at byrja við halda teg eitt sindur burtur frá hinum, so hundur tín verður róligur. So við og við ber til at nærkast, sum hundurin venir seg við hinar hundarnar.
 
Í hesum høpi er ikki hóskandi at lata hundin leysan. Sjálvt um tín hundur aktar væl og hugnar sær, er hetta sum ein “reyður klútur” fyri hundin í bandinum.
Slíkir túrar eru bert hugnaligir um allir eigarar hava sín hund hjá sær – so eru allir kenna hundar tryggar – harvið róligar.
Eisini kann “træk ud”(flexlinie) reimarnar verða ein trupulleiki, tá ið vit ganga túr saman. Hesar reimar eru gjørdar til at lata hundin kenna seg frían, og til tað rigga tær væl. Tá ið fleiri hundar eru saman í bandi, skullu allir hundar kenna seg vera á líka fót.

Hugskotið við túrunum er ikki, at teir skullu vera skipaðir av nevndini. Ofta er onkur úr nevndini í Huff við á túrinum, men tað eyðnast ikki altíð. Í vetur hava ikki verið nógv fólk, - tað hevur ikki viðra. Tá ið vit, ella tú , ætla okkum at fara at ganga túrin skriva vit á "spurningar og heilsanir" Um tað er ein meira fyriskipaður túrur verur lýst og skriva tíðindabræv J

Hugsar tú at ganga til hundavenjing

Hundaeigara Felag Føroya skipar javnan fyri skeiðum og venjingum í Havn og í Klaksvík. Hevur hetta tín áhuga, so er tú vælkomin at seta teg í samband við felagið á tlf.: 277317 ella við at maila á huffdkk@gmail.com

Skeiðir og venjingar verða, tá nóg nógv hava tilmeldað seg.

Tá tú keypur ein hvølp

Fleiri hvølpakeyparar hava vent sær til felagið og klaga sína neyð. Tey hava keypt hvølp, sum tey høvdu fingið at vita hevði DKK ættartalvu - men tað vísti seg síðan at eingin ættartalva var við ella at  ættartalvan var heimagjørd.
Hetta er hent fyri fólk, sum hava keypt hvølp frá sokallaðum "hundahandlarum" uttanlanda. Hesir keypa inn hvølpar - oftani frá eystanlondum - fyri at selja teir víðari.
Men eisini eru tað fólk, ið hava keypt hvølp frá alarum her í Føroyum.

Um upplýst verður at hvølpurin hevur DKK ættartalvu, er hetta nemt at kanna. Sjálvandi vil alarin vísa tær øll pappírini frá Dansk Kennel Klub, um hann einki hevur at goyma. Og hvør hvølpur hevur eitt ID nr. Tað er ein tatovering í oyranum ella innan lærið ella eitt mikrochip. Hetta nummari fylgir hvølpinum og ættartalvuni og kann síggjast á www.danskhunderegister.dk og á heimasíðuni hjá Dansk Kennel Klub, her finnur tú eisini ættina hjá hvølpinum.

Um tú hevur nakað ivamál er tú vælkomin at venda tær til felagið og fáa ráð.

Keyp ikki hvølp áðrenn tú hevur sett teg í samband við Huff ella DKK.