Hundar ið skulu umplaserast

Lýsast kann við hundum við FCI góðkendum ættartalvum.

Av ymsum orsøkum verða summir hundaeigarar noyddir at finna sínum vaksnu hundum nýtt heim. Her ber til at lýsa við hundum til umplasering, iðhava FCI góðkenda ættartalvu.

Set teg í samband við HUFF um tú ynskir at lýsa, huffdkk@gmail.com

Flatcoated Retriever

13.09.2011

Hey 
Eg eiti Elliot og skal á pensión í nov. Eg hevði ynskt at komi í eitt heim har tað er tíð til mín, tí mær dámar væl at venja og vera aktivur.

Eg var á útstilling í aug. har eg fekk frálík úrslit og dómarin segði at eg hevði eitt sera gott sinnalag.
Eg eri 7 ára gamal, men tað merkist ikki á mær 

Um tú vilt vita meir um meg, kanst tú ringja á tlf. 792776 (Fróði Davidsen)