DKK/HUFF lógin og okkara málsetningar

Lógin

Lógin

§ 1
Navn felagsins er Hundaeigarafelag Føroya, stytt HUFF.

§ 2
Felagið er beinleiðis partur av Dansk Kennel Klub, stytt DKK, og er herundir nevnt kreds 12, Færøerne.

§ 3
Endamál felagsins er:

-At vegleiða og hjálpa limunum at ala og menna góðar hundar í Føroyum m. a
- at arbeiða við og menna aliarbeiði av rasuhundum.
- at skipa fyri skeiðum, hundavenjingum og útbúgvingum av hundavenjarum.
- at skipa fyri kappingum, gera skráir, og skipa tiltøk hundum og eigarum til góðar.
- eftir førimuni og við góðum felagsanda, skal felagið verja, hjálpa og menna áhugamál limanna.

§ 4
Rætt til at gerast limir í felagnum, hava tey sum hava áhuga fyri hundum.

§ 5
Aðalfundurin er hægsti mynduleiki felagsins. Tó undir DKK.

Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári, áðrenn september við hesi dagsskrá:

1) Formaðurin greiðir frá arbeiði felagsins fyri árið, sum farið er.
2) Grannskoðaður rokniskapur verður framlagdur til samtyktar.
3) Nevndarval, har skiftivís 3 og 4 av 7 limum verða valdir.
4) Val av tveimum tiltakslimum.
5) Val av grannskoðara.
6) Ymiskt

Nevndarformaðurin, ella um honum berts frá, annar nevndarlimur, gevur fundarboð minst 14 dagar áðrenn aðalfundin, annhvørt við brævi til limirnar, ella við lýsingum í fjølmiðlunum ella á heimasíðufelagsins www.huff.dk. Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur, tá ið hann er lógliga lýstur sbr. lóg § 7. Allar samtyktir á felagsfundi verða greiddar við vanligum meiriluta av persónligum atkvøðum.

§ 6
Eykafundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá ið 20 limir skrivliga biðja nevndina kalla saman til fundar. Tá talan er um slíkan fund, skal altíð vera tilskilað, hvat ella hvørji mál, skulu leggjast fyri fundin. Eykafundur skal lýsast á sama hátt, sum aðalfundurin og skal tá eisini fundarskráin kunngerast. Fundurin er viðtøkuførur á sama hátt, sum aðalfundurin.

§ 7
Um henda lógin skal broytast, krevst at broytingaruppskotið, verður sent til limirnar 14 dagar áðrenn aðalfundin. Uppskot til lógarbroytingar skulu vera nevndini í hendi, árenn 1. juni undan aðalfundinum. Til lógarbroytingar krevst, at 2 / 3 av limunum eru á fundi, og at 2 / 3 av teimum greiða atkvøðu fyri broytingunum. Eru ikki 2 / 3 av limunum á fundi, kann broytingaruppskotið takast uppaftur á eykafundi og fær tá lóggildi um 2 / 3 av limunum, sum eru á fundi eru fyri broytingunum.

§ 8
Roknskaparárið er álmanakkaárið.

§ 9
Á aðalfundinum verður vald ein nevnd við 7 limum til at hava ta dagligu felagsleiðsluna um hendur. Samstundis verða 2 tiltakslimir valdir. Valtíðin er 2 ár, tó soleiðis, at tríggir standa fyri vali annaðhvørt ár, og fýra annaðhvørt. Fyrsta árið við lutakasti. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, kassameistara, skrivara og tveimum nevndarlimi.

§ 10
Á felagsfundum, setir formaðurin ella annar nevndarlimur fundin, og síðani verður valdur ein fundarstjórið, ið stýrir fundinum og avgerð øll trætumál viðvíkjandi fundinum. Nevndarval fer altíð skrivliga fram. Onnur atkvøðugreiðsla skal vera skrivlig, um ein av limunum krevur hetta.

§ 11
Nevndin skipar starv felagsins fundanna millum, og heldur nevndarfundir fyrsta mikudag í hvørjum mðr ella so ofta hon heldur tað vera neyðugt. Hon heldur fund um, og viðgerð tey mál, sum verða løgd fyri felagsfundir, og fær serkøna hjálp, tá hon heldur tað verða neyðugt. Nevndarumboðini hava ábyrgdina av, at arbeiðssetningurin verður hildin.

§ 12
Persónur fær limarætt, tá ið hann hevur goldið limagjald til DKK

§ 13
Árliga limagjaldið verður ásett á aðalfundi hjá DKK. Gjaldið verður innkravt einaferð um árið. Hesin peningur fellur beinleiðis til DKK.

§ 14
Verður felagið niðurlagt, ella fellur niður, skulu ognir tess falla til Dansk Kennel Klub.

Fyrstu lógirnar vórðu samtyktar á aðalfundi í august 2008.

 

Málsetningar

Huff er eitt felag fyri allar hundaeigarar og hundaáhugaði, og stendur fyri Hundaeigarafelag Føroya. Felagið skal virkað fyri at hundalívið í Føroyum verður skipa á einum ábyrgdartilvitnum støðið.

Hundaeigarafelag Føroya er eitt áhugafelag og virkar fyri áhugamálum hjá hundum og eigarum teirra. Felagið er stovna við eini 7 manna nevnd.

Huff hevur, at byrja við, sett sær hesi mál at røkka fyri hundar í Føroyum:

1) Fríøkið til venjingar í agility, lýdni og samveru við aðrar hundar.
2) Skeiðir í lýdni fyri hvølpar og eldri hundar, agility og pleygu.
3) Framsýningar og kappingar.
4) Virka fyri at betra umstøðurnar fyri hundin, sum fylgisvein okkara.
5) At verja almennu áhugamál hundaeigarans.
6) Upplýsing - m.a. við barn og hund ráðgeving og mangt annað.

Sum ein partur av Dansk Kennel Klub (DKK) fáa vit ágóðan av teirri drúgvu royndum innan arbeiðið fyri hundinum í samfelagnum.

Vit hava sum "lokal felag" sett okkum egin mál, men vit eru limir í DKK og eru teirri mál eisini okkara. Okkara øki eitur "Kreds 12".

Tað vil siga, at meldar tú teg sum lim í Huff, er tú eisini limur í DKK. 10 ferðir um árið fær hvør limur limablaðið "Hunden", sum inniheldur nógv gott at lesa um hundar. Eitt nú um framsýningar, kappingar, greinar og mangt annað.

Eisini sær ein í blaðnum, hvør hevur tlf. ráðgevingina, har limir kunnu tosa við serfrøðingar um trupulleikar, teir hava við hundi sínum.

Á heimasíðuni hjá DKK finnir tú alarar av øllum rasum í Danmark og ein altíð dagførdan hvølpalista við góðkendum alarum.

Sum sagt, so er Huff partur av DKK, ið er størsta felag fyri hundaeigarar í Danmark við einum limatalið uppá uml. 27.000.

DKK var stovnað í 1897, og hevur arbeitt fyri at fremja aling av sunnum og rasutypiskum hundum.

Felagið leggur seg harafturat eftir at verja áhugamál hundsins og eigara teirra í samfelagnum, hervið at framja ábyrgdartilvitna luttøku í útilívinum.

Í Danmark bjóðar DKK nógvar aktivitetir fyri hundar og eigarar, m.a. agillity, lýdni, framsýningar og royndir í ymiskum førleikum hundarnir eru trenaðir í.