Hundarøkt

Leyst og fast um røktan av hundi.

 

 

Eftir: Fríðu Matras Brekku .


”Mangan havi eg undra meg yvir, at fleiri siga seg hava fingið at vita, at pelsurin á hundi ikki skal røktast fyrr enn hundurin er vorðin eldri enn eitt ár.”

 

Fær mann sær hund í húsið, er nógv at læra um pleygu. Umráðndi er, at hvølpurin beinanvegin lærir at bliva kannaður,(hyggja og føla eftir) í munninum, oyrinum, búk, bein og í endanum. Framúrgott er, at lata hundin læra at standa á einum styttum borði við góðum undirlagið. Við at gera hesar kanningar, veitst tú alla tíðina, um hundurin hevur tað gott ella ikki. Tá ber til hjá hvølpinum/hundinum at fara til djóralækna og frisør uttan at tað nervar hann stórvegis.

Megnar tú at læra hvølpinum at handfara hesar støður væl, ert tú longu á góðari leið. Tá verður grundarsteinurin lagdur til tess at hava ein góðan og álítandi hund í húsinum.

 

TENN. Um tenninar á hundi vera hildnar væl, kann mann leggja ár afturat lívinum hjá hundinum – serliga hjá smáum hundum.

Hald eyga við tonnunum á hundinum. Kjøtbein eru góð. Tá ið hundurin hevur okkurt hart at gnaga, reinsar hetta tennirnar, men sjálvandi ikki líka gott, sum um ein velur at busta tennirnar á hundinum. Best er, at busta tær so ofta, sum tú kann (hvønn dag í mesta lagi ).

Um tannsteinur setir seg undir tannkjøti, kann tú skava tað burtur við eini negl, ella tannsteinskavara. Hetta fæst til keyps í djórahandlum. Um tað er blivi heilt galið(tannsteinurin fastur ella um hetta hevur tikið ilt fyri seg), má hundurin til djóralæknan at fáa tennirnar reinsaðar. Tannsteinur er ein bakteriubelegningur og oftast kemur bruni í tannkjøtið av hesum. Ringur luktur úr munninum, er vanligt, um hundurin hevur nógvan tannstein.

 

OYRU og EYGU. Hald eyga við um nakað ger ilt um seg í eygum og oyrum. Til at reinsa oyru við finnast ymisk evni, ið fáast til keyps hjá djóralæknunum ella í djórahandlum. Millum annað finnast oyrareinsievni, ið taka burt lukt. Tú kanst taka eitt sindur av vatti (við matolju ella oyrareins á) um fingurin, og soleiðis brúka hetta til at reinsa við í oyraganginum. Um tað ikki er pláss fyri fingurinum, kann vattpinnur nýtast við STÒRUM varðsemi! Eisini ber til at oysa eitt sindur av oyrareinsievni í oyra og gníggja uttan um oyrað. Tá loysnar skitturin og lætt er at fara afturumaftur við vattinum. mynd

Ringur luktur úr oyranum er tekin um, at okkurt ger ilt um seg.

Turka somuleiðis við fugtigum vatti, um tað rennur úr eygunum.

Dømi eru um, har hundurin er vorin dulur, tí oyrini ikki hava verið reinsaði.

 

Eyguni skulu bert turkast, um sjónligt svans er í teimum. Eitt nú um svøvnur sæst. Summi hundasløg hava rukkur rundanum eyguni og hesir hava tørv á, at eyguni verða turkaði.

 

 

HUNDUR SKAL VASKAST eftir tørvi. Shampoo fæst av øllum sløgum og dygdum. Brúka ikki sápu til hundin, ið er ætla menniskjum. Ymiskt pH virðið er í húðini hjá okkum tvey beintu og hjá okkara fýrabeintu vinum.

Blanda eitt sindur av shampo í lunkað vatn og koyr í pelsin – ansa eftir ikki at gníggja so at pelsurin filtast, skola væl og virðiliga sápuna úr. Koyr balsam í langhærdan pels. Her kan tú eisini blanda uml.eina súpsk.av balsam í ein bolla av vatni og koyra á hundin og lata tað sita í.

Turka hundinum - ansa aftir ikki at gníggja, so at pelsurin filtar.

Langhærdir hundar skulu helst fønast og bustast samstundis. mynd

 

Á hannhundi er neyðugt at halda umhvørvið kring skapningin reint. Her kunnu skittur og bakteriur gera ilt um seg.

 

Summar hundarasur hava nógva húð og av tí rukkur á kroppinum ella í trýninum(Sharpei, mops o.fl). Turka javnan ímillum rukkurnar, serliga í trýninum.

 

LABBAR ímillum labbarnar skullu hárini klippast, ikki ov tætt, men so tað ikki filtrar og samlar skitt. Neglirnar skullu klippast javnan, men tó alt eftir, hvussu hundurin slítur tær. Ansa eftir ikki at klippa ov langt inn, so at tú klippur í nervina. Á ljósum neglum sæst nervin, men á svørtum sæst hon ikki. Best er, um tú klippur eitt lítið sindur í senn og tá heldur oftari.

Amboð: Neglatong – saks,- um tú er óheppin at klippa í neglarótina/nervina, fæst evni til at koyra á neglina, so at bløðingin steðgar.

 

FÁ TÆR UMSTØÐUR at arbeiða við hundinum, so at bæði tú og hundurin fáa eina góða arbeiðstøðu. Set teg við hundinum framman fyri teg á einum borði. Ein góð stív gummimátta ger, at hundurin er tryggur á borðinum og er ikki bangin fyri at glíða ella detta. (Gummibelegningur til gólv kan nýtast). Kann hundurin læra at liggja, ímeðan hann verur bustaður, kann tað vera ein røtt hugnaløta. Lættari er eisini at sleppa framat tá hundurin liggur.

Lat ongantíð hundin loypa niður av borðinum sjálvur. Hann kann koma til skaða.

 

PELSURIN . Ymiskt er, hvussu hárlagið á hundarasunum er. Langhærdir – stutthærdir – ruhærdir – krúllutur o.s.fr.

Her er neyðugt at greiða pelspleygu nærri í dømi um ymisku rasurnar. Gøtuhorn hava pelstypu eftir onkrum av rasunum.

Langhærdir : Afghansk mynda – bichon – puddil – pekingeser – collie – bearded collie o.a.

Stutthærdir : stutthærdir shæfari – stutthærdir collie – gravhundur – labrador - basenji  - saluki o.a.

Millumlanghærdir :  gravhundur - border collie – shæfer – chow chow – sankt bernhard o.a.

Bleytan trimmpels : spaniels o.a.

Ruhærdan trimmpels : gravhundur – west highland hvite – schnauzer – griffon – cairn terrier – parson russel terrier o.a.

 

Langhærdir hundar skullu greiðast javnan, summir hvønn dag, men hjá flestu rasum er tað nokk at blíva bustaður gjølla eina ferð um vikuna.

Amboðini eru : universalkærði, stálbust u.knobbar við bleytum botni, grovan kamb og ein saks.

Við kærðanum greiðir tú filtraðan pels út – byrja uttast á longu hárinum og arbeið so inn eftir til hárbotnin. Mynd

Hugaligari er, um tú arbeiðir skipa, soleiðis at tú altíð byrjar við afturbeininum og síðani flytur teg frameftir og vend so hundinum. Um tú velur, at býta arbeiðið upp í dagar, veitst tú betri, hvar tú kom til.

Summar langhærdar rasur hava pels, sum veksur alt lívið. Eitt dømi er puddil, ið skal klippast javnan – í ymiskar siðbundnar vakrar frisurir.

 

Stutthærdir hundar krevja lítla pleygu. Men eitt sindur skal allíkavæl til. Ein bust til endamálið, tekur leys hár og annað, sum kann sita í pelsinum. Gummibustin er góð til einkultlagspels.

Flestu stutthærdar rasur hava dubultan pels – t.v.s. dekkhár og undirull. Hesar krevja eitt sindur meira bustan. Best er við einari bust, undirullskambur og at enda at ein nýtir eina gummibust.

 

Millumlanghærdir hundar krevja heldur ikki ta nógvu pleyguna. Summir hundar, sum bert hava ”fanir”, skal bert greiðast á beinum, hala, um háls og oyru, har pelsurin er langur.

 

Ruhærdir hundar skulu trimmast – tað vil siga, at teir skulu roytast! Trimmpelsur hevur tann góða eginleikan, at hann avvísir skitt, og at hann ikki losar. Men eini 4 ferðir um árið, er eitt nýtt pelslag vaksi út og tað gamla loysnar soleiðis, at mann kann royta tað av. mynd

Amboðini eru: Trimmiknív (óskarpur), kambur, universalkarði og saksur.

Hundurin skal ikki vaskast tvær vikur áðrenn ella aftaná hann verður trimmaður. Tá eru hársekkinir opnir og sápa setur seg og kann elva til ovurviðkvæmi.

Tá ið pelsurin loysnar, skríður tað hjá hundinum, og hetta órógvar hann illa.

Um leysa lagið ikki verður roytt, venur pelsurin seg til tað og blívur bleytur, sum hjá ørðum hundum og missir góðu eginleikarnar.

Sama trupulleikin stendst, um hundurin verður maskintrimmaður.

Til trimmhund skal tú ikki nýta balsam.

Ímillum trimm skal hundurin eisini bustast fyri at fyribyrgja filt og fyri at halda pelsinum vakran.

 

Bleytir trimmpelsur á spanielrasum skal eisini roytast javnan. Tað krevur tol og dygd, at fáa eitt gott úrslit. Men so er hundurin eisini sera flottur.

Amboðini eru : trimmiknív, undirullskambur, kambur, universalkarði og saksur.

 

Fá alaran av hvølpinum ella ein frisør at vísa tær, hvussu tú pleygar pelsinum á tínum hundi. Hetta skal gerast, áðrenn tú fær trupulleikar av pelsinum við einum eitt ára gomlum hundi. Tá er aloftast ov seint at fáa pelsin í upprunaligan stand.

 

Ivast tú í, hvussu tú skal pleyga hund tín, so spyr um ráð. Taað kann verða hjá Huff. tlf 277317 ella  hjá hundafrisørinum, í djórahandilinum ella hjá djóralæknanum.

 

Vit ynskja tykkum góða eyðnu og eitt gott hundalív saman.

 

keldur:

Connie Johansen hundaalari á kennel Vicky.

http://www.lhs-dk.dk/Bredsten%20Hundesalon/pelspleje.htm www.dyrepsykologen.dk/artikler/pelspleje.htm www.schapendoes.dk/pages/Pelspleje.html (góð frágreiðing við myndum)