Vit viðmæla

 Takið hædd fyri at ymisku útgávurnar broytast! Tí kann útsjóndin vera øðrvísi enn myndin vit vísa her.

Alfasyndromet

Ert tú í iva um tú ert nóg góður leiðari fyri tín hund? Skal man yvirhøvur vera leiðari fyri sín hund?

Anders Hallgren hevur í hesi frálíku, stuttu og greiðu bókini, tikið hugtøk fram, sum fylla nógv innan hundaverðina: Dominans, hierarki, rangordan og leiðslu.

Í bókini grundgevur Anders Hallgren fyri hví vit skulu skifta leiðslu (lederskab) út við "lærerskab" og rangordan við kammeratskap.

Anders Hallgren er ein av heimsins førandi hundasálarfrøðingum og hevur gjørt nógvar egnar granskingar, umframt at hann hevur sett seg nógv inn í eldri og nýggjari granskingar hjá øðrum.

Bókin er sera skjót at lesa, bæði stutt og greið.

    Victoria Stilwell: Det er mig eller hunden
Vit kenna Victoriu Stilwell frá sjónvarpsrøðini ið hevur sama heitið sum bókin.
Í bókini umrøður Victoria hvussu ein hundur lærir, og hvussu eigarin skal kommunikera við hundin.

M.a. tekur hon fram í bókini um hundurin ikki lurtar eftir eigaranum og um hann oyðileggur møblar o.a. í húsinum.

              Irene Jarnved: Fra hvalp til hund
Hendan bókin er eitt "must have" til hvølpaeigaran. Hon gevur gott innlit í ymiskar fasur ið hvølpurin fer ígjøgnum. Hvussu grundvenjingar, sosialisering o.s.v. eigur at fara fram.

Bókin er ikki long, og er sera løtt at lesa.

                    Irene Jarnved: Hunden i hverdagen
Hendan bókin hevur undirheitið: Forebyggelse og løsning af adfærdsproblemer.

Bókin tekur teir mest vanligu atferðatrupulleikar/avbjóðingar ið flest øll við hundi munnu kenna aftur:

-Hunden kommer ikke når der bliver kaldt
-Hunden trækker i snoren på gåturen
-Hunden tigger om mad
-Hunden udvikler en gøen eller rastløshed for at få kontakt til ejeren.

Hetta eru bert fá dømir ið eru nevnd. Høvuðsinnihaldið í bókini er m.a. hvagani trupulleikarnir koma, hvussu tey mennast, sambandið millum eigara og hund, børn og hund o.s.v.
Hendan bókin er einar 250 síður og kann tykjast eitt sindur intens og "pakkað". Men hon er løtt at lesa, og tað kann viðmælast at lesa alla bókina, fyri at fáa eitt gott innlit í lívið saman við hundi. Síðani er hon eisini sera góð sum "uppslagsbók" og greiðir frá hvat ein trupulleiki kann vera, hvat eigarin skal gera og hvussu loysnin tekur form

                Helhjertet hundetræning
Ein bók ið vit kunnu viðmæla øllum hundaeigarum at lesa. Rithøvundurin, Irene Jarnved, er tann fremsti í Danmark tá talan er um at venja hundar við atferðartupulleikum. Hendan bókin eitur "Helhjertet hundetræning", og er ein sera góð bók til teirra ið hava hund á fyrsta sinni, og til teirra ið hildu seg vita "alt" um hundavenjing. Bókin lærir hundaeigaran at avlesa sín hund, at fáa gott samstarv í lag við bara at brúka positiva venjing. Hundurin er glaður hjá einum positivum eigara. Øll kunnu læra av bókini. Hon er løtt at lesa.
Bókin fæst til keyps hjá bókahandlum í Føroyum, og teir bíleggja fegnir bøkurnar um tær eru útseldar.

Hennara bloggur kann eisini viðmælast:
https://www.dyrekassen.dk/?DK/HUND/IRENE%20JARNVED.aspx

På talefod med hunden - de dæmpende signaler

Skilir tú tín hund?  Skilir tú,hvat hann roynir at siga tær tá hann geispar? Ella sleikir sær um kjaftin? Tá hann leggur oyruni afturá?
Vit kunnu læra at tosa við okkara besta vin. Turid Rugaas hevur skrivað um dempandi signalini sum hundurin sendir.
Við at læra signalini kunnu vit betur avlesa hundin í øllum støðum hann kemur út fyri. Vit læra at samskifta við hann á hansara egna móðurmáli, og ikki minst kunnu vit læra at avlesa aðrar hundar, tá vit hittast á gøtuni ella vit fara á gátt hjá øðrum hundaeigarum.
Bókin er løtt at lesa