Barn og hund

Vit vitja við hundi

Í 2008 kom Lise Lotte Christensen til Føroya at upplæra nakrar
venjarar til  barna og hund konsulentar.

Vit koma út at vitja skúlaflokkar, barnagarðar og onnur støð har børn og ung hittast, við einum fittum vælvandum hundi.

Her undirvísa vit børnunum um, hvussu ein prátar hundamál og hvussu ein skikkar sær saman við hundi.

Síðani fáa næmingarnir diplom, bók og badge, sum staðfestir at tey hava verið á skeið.



Trygdarráð Hundar og børn:

1.  Standi still sum eitt træ, um ein hundur kemur rennandi.
2.  Tú má ikki byrja at rópa og skríggja ella veitra við ørmunum.
3.  Ikki hyggja beint í eyguni á hundinum.
4.  Vend síðuni til og lat sum um hundurin ikki er har.
5.  Ikki boyggja teg fram yvir hundin, heldur ikki um tú bert vil klappa honum.
6.  Ikki taka mat ella leikur frá hundinum.
7.  Ikki vakja hundin, um hann svevur.
8.  Ikki fara til fremmandar hundar uttan at spyrja eigaran fyrst.

Barn og hund konsulentar

Føroyskir Barn og Hund konsulentar undirvísa børnum, hvussu tey møta ókendum hundi.

Í Danmark hevur hetta verið eitt sera væleydnað tiltak og er talið av hundabiti av børnum, nógv fallið.

Tilboðið er serliga væleydnað stovnum, barnagørðum og skúlum.

Hevur hetta tykkara áhuga, kunnu tit seta tykkum í samband við HUFF.



Tey í eru Barn og Hund konsulentar:

Lars Mohr Nielsen, Stoffalág 31, Fo 100 Tórshavn, Tlf
311041 eller 511041

Fríða Brekku, Oman Viðarlund 3 kj, Fo 100 Tórshavn,
Tlf. 506876

Bjørg Clementsen, Tinghúsvegur 21, Fo 100 Tórshavn,
Tlf. 504051

Óluvá Johannesen, Fo 416 Signabøur, Tlf 288801

Tina Ziska, Hamarsgøta 16, Fo 100 Tórshavn, Tlf 556473

Katrin Thomsen, Gillagøta 7 kj, Fo 188 Hoyvík, Tlf
251430

Ester Áarskarð, Oman Reyðhúsvegur 23, 700 Klaksvík, Tlf 220233

Nina Brockie Hansen, Norðuri í Sundunum 59, Fo 410
Kollafjørður, Tlf 223333

Tór Tungá, Tingvej 22.2, mf, 2300 København S, Tlf
31371532

Annika Nørspang, Arne Jacobsens Allé 11 D 2, tv, 2300
København S, Tlf 60787681

Rakul Weber (fyribils búsitandi í USA)