 |
 |
|
 |
 |
Forkvinna
Ester Áarskarð
Til dagligt eri eg námsfrøðilesandi á Føroya Læraraskúla. Eg búgvi í Klaksvík, og her norðuri havi eg havt fleiri skeiðir, men kanska serliga nógv hvølpaskeiðir. Mær dámar, at hundaeigarar fáa eitt gott fundament undir teirra venjing av hundinum.
Innan hundaverðina havi eg grundskeiðið, “Basis- og Atferð”, frá DKK. Eisini eri eg Barn og Hund konsulent, frá DKK.
Eg eigi tveir papillon, Snoopy f. 2005 og Kashmir f. 2011
Mítt ynski fyri felagið er, at náa út til fleiri ið kunnu fáa gleði av felagnum, so tí stendur marknaðarføring sum ein týðandi liður í arbeiðnum sum forkvinna.
Onki felag uttan limir, bæði nevndarlimir og aðrir ið brúka felagið. Tað er mín vón, at fleiri kunnu kenna seg sum ein part í felagnum, og kunnu fáa gleði av okkara ekspertisu.
Innanhýsis samstarv, samanhald og samskifti hevur nógv at týða, tí ynski eg eisini at vit standa saman sum ein maður, og fáa eitt gott arbeiðsstev millum nevndarlimir og hundavenjarar, og øll tey ið ynskja at gera tiltøk o.a. fyri felagið.
Við vón um gott samstarv
Næstforkvinna
Bjørg Clementsen
Eigi eitt par av Shih Tzu har báðir eru frá 2008.
Shih Tzu er kendur sum selskapshundur, men er ótrúliga glaður fyri at samarbeiða við sínum eigara. Við røttu venjing og toli kann ein nýta teir til fleiri ymiskar venjingar.
Mítt størsta áhugamál er venjing og er tað eg arbeiði mest við í HUFF.
Endamálið við okkara venjingum er at hundur og eigari hava stóra gleði av hvørjum øðrum, har vit einans venja jaliga venjing har hundurin bjóðar ynskiligu atferðina.
Kassameistari
Katrin Thomsen
Eg eigi tveir Japanesarar. Teir eru frá 2005 og 2009.
Sum støðan er nú, eri eg arbeiðsleys og tí er felagið mítt arbeiði.
Eg havi stóran áhuga innan atferð hjá hundum og kundi hugsað mær at ment mína vitan innan økið.
Eg vil stremba eftir at hundar og eigarar teirra hava eitt gott lív saman, har báðir partar eru glaðir og eg gangi nógv eftir orðalagnum: Vil tú hava ein hund sum aktar við gleði ella vil tú hava ein hund sum aktar, tí hann ikki torir annað.
Innan hundaverðina havi eg Basis og Atferðarskeið. Hvølpavenjing, har eg bert skal standa tí seinastu royndina og so eri eg við til at hjálpa í ringvenjingum.
Skrivari
Súsanna Guðrið Dam
Til dagligt starvist eg sum námsfrøðingur í dagstovninum Sólareygað.
Mítt áhugamál í felagnum eru venjingar, serliga er tað lýdni og agility sum hevur mín størsta áhuga. Og tað vildi glett meg um vit høvdu eitt hóskandi venjingarøki, sum til eina og hvørja tíð var tøkt til hundavenjing
Sjálv havi eg ein Japanskan Spíðshund, sum eitur Flykra. Hon er 2 ára gomul, og bæði hon og eg elska at koma til hundavenjing.
Stutt kann sigast um Japanska Spíðshundin at tað er ein forholdsvís lítil, robust og alsidig rasa, hann er lærunemmur, og egnar seg væl til bæði lýdni og agility, harafturat er tað ein ordans selskabshundur sum gjarna vil vera saman við familjuni so nógv sum møguligt, kann tó gott vera einsamallur heima í nakrar tímar um dagin.
Nevndarlimur
Óluva Johannesen
Eigi sjey hundar. Tveir Parson Russell Terrier og fimm Chihuahua.
Eri eigari av Kennel Hundaland og kennel inspektør í kreds 12.
Skeið og útbúgvingar:
-Barn og Hund
-Opdrætterkursus (hundaaling)
-Kennel inspektør
-Ringvenjing (hundaframsýning) -Grundskeið, Atferð og basis, til hvølpavenjari.
(Er í barnsburðarfarloyvi)
Nevndarlimur
Lív Kvilt Lindberg
Upplýsingar koma
Nevndarlimur
Heidi Lava Elgeirsdóttir
Upplýsingar koma
|
|
 |