Tjóðarframsýning 2013!!!!
Nú er tíð at melda hundin hjá tær til ta árligu Tjóðarframsýningina 2013.
Dómarin hesaferð er: Arne Foss úr Noregi.
Framsýningin er 24. august 2013.
Tilmeldingarfreistin er 20. juli 2013.
Tað er avmarkað pláss, so tú mást skunda sær.
Í ár er onki tilmeldingarskjal. Tú sendir bara ein t-post til framsyning@gmail.com og upplýsir ættartalvunummarið hjá hundinum, hvat deild, hundurin skal er við í, navn, fullan búðstað, telefonnumar og t-postadressuna hjá eigaranum.
Babydeild: 3-6 mánaðir – 270 kr
Hvølpadeild: 6-9 mánaðir – 270 kr
Juniordeild: 9-18 mánaðir – 385 kr
Millumdeild: 15-24 mánaðir – 385 kr
Opindeild: úr 15 mánaðum og uppeftir – 385 kr
Meistaradeild: úr 15 mánaðum og uppeftir – 385 kr
Brúkshundadeild: úr 15 mánaðum og uppeftir – 385 kr
Veterandeild: úr 8 árum og uppeftir – 385 kr
Hevur tú fleiri hundar, sum tú ætlar at melda til, hava vit eitt tilboð:
Fyrsti hundur – 385 kr
Annar hundur – 335 kr
Triði hundur – 290 kr
Peningurin skal flytast á kontu 6460 1786131, BankNordik
Á bankaflytingina skal navnið á hundaeigaranum viðmerkjast.
Fylgir kvittan fyri bankaflytingina við tilmeldinginið, verður tilmeldingin skrásett beinanvegin. Annars verður hon ikki skrásett fyrr enn bankaflytingin sæst á kontu felagsins.
Bara hundar við FCI-góðkendari ættartalvu sleppa við.
Hevur hundurin aðra enn DKK-ættartalvu, skal eitt kopi av henni latast inn við tilmeldingini.
Dømi um tilmelding:
DK08831/2009
Opindeild
Katrin Thomsen
Á Bø 13
180 Kaldbak
Tlf: 251430
katrinthomsen1982@gmail.com
Eigarar, ið geva avboð eftir at tilmeldingarfreistin er úti, fáa ikki peningin afturgoldnan. Eigarar, ið ikki koma til framsýningina við sínum hundum, fáa ikki peningin afturgoldnan.
Hetta tí at hesir hundar hava tikið plássið, sum onkur annar hundur kundi fingið.
Avmarkað tal á hundum á framsýningini.
Ungdómskapping og barnakapping.
Tað ber eisini til at melda seg til ungdóms- ella barnakappingina.
Hundurin skal vera tilmeldaður til eina av deildunum á framsýningini.
Her verður hugt eftir, hvussu hundurin verður vístur fram.
Kostnaður til hesa kappingina er 100 krónur.
Ungdómskappingin er 10-17 ár. Barnakappingin er 10 ár og niðureftir.
Send okkum ein teldupost á framsyning@gmail.com, um áhugi er fyri tí.
Hví tær ymisku deildinar?
Pinkudeild og hvølpadeild: Hesar deildirnar eru ikki almennar. Tað, dómarin dømir av hesum hundum, verður ikki skrásett. Dømingin er bara vegleiðandi, og tí er hundurin ikki aligóðkendur eftir hetta. Hundarnir kunnu ikki fáa vanligt certifikat ella altjóða certifikat.
Juniordeild: Hetta eru fyri ungar hundar og tíkar, ið ikki eru fult útviklað, men feilir, um hundurin hevur slíkar, eru týðiligir, og tí kann dómarin lættliga síggja feilirnar og døma hareftir. Henda dømingin er almenn og verður skrásett. Hundurin verður aligóðkendur, um hann fær nóg góða døming. Hundarnir kunnu ikki fáa altjóða certifikat.
Millumdeild: Hevur tú eitt hundaslag, ið t.d. hevur tjúkt skinn, og skinnið ikki er fullbúnað enn, er millumdeildin ein góð deild at melda sín hund til. Tó skal hundurin vera millum 15-24 mánaðir. Henda dømingin er almenn og verður skrásett. Hundurin verður aligóðkendur, um hann fær nóg góða døming. Hundarnir kunnu fáa vanligt certifikat og altjóða certifikat, um framsýningin lýkur tey røttu krøvini.
Opindeild: Hetta er fyri allar hundar, 15 mánaðir og eldri. Øll døming er almenn og verður skrásett. Hundurin verður aligóðkendur, um hann fær nóg góða døming. Hundarnir kunnu fáa vanligt certifikat og altjóða certifikat, um framsýningin lýkur tey røttu krøvini.
Brúkshundadeild: Fyri at kunna vera við í hesi deildini skal eitt FCI-brúksroyndarcertifikat fylgja við, tá ið meldað verður til hesa deildina. Mangla hesi pappír, tá ið meldað verður til, verður hundurin settur til at vera við í opnari deild.
Meistaradeild: Henda deildin er fyri hundar, ið hava fingið meistaraheiti. Tá meldað verður til hesa deild, skal eitt kopi av prógvum fyri tjóða- ella altjóða meistaraheitið fylgja við. Mangla hesi pappír, tá ið meldað verður til, verður hundurin settur til at vera við í opnari deild. Hundar í hesi deildini fáa ikki vanligt certifikat.
Veterandeild: Henda deildin er fyri hundar, ið eru 8 ár og eldri. Hesir hundar kunnu ikki fáa vanligt certifikat ella altjóða certifikat.