Hundafóður

Vegleiðing um hundafóður

Tað er torført at finna runt í frumskógini av hundafóðri ið veljast kann í millum. Eitt slag kann vera gott, til vit hoyra um okkurt ið skal vera betri. Vit vita illa nokk hvat vit koyra í okkum sjálvi, so hvat hundarnir fáa at eta, er ikki altíð so lætt at halda skil á.

Tíverri er ikki nakað einfalt svar. Sum heild kunnu vit siga, at fóðursløgini ið fáast á handilshillunum hjá matvøruhandlum p.t. ikki kann viðmælast. Hvør einstakur hundaeigari má finna rætta kostin til sín hund. Men tað ber til at seta seg eitt lítið sindur inn í fóður. Eisini ber til at fylgja við hesum:

·         Loðsar hundurin meira/minni eftir at tú skifti       matin/fóðrið út?

·         Kemur meira/minni afføringur av hundinum? (Ynskiligt   er, at afføringurin minkar).

·         Er pelsurin blankari/mattari enn fyrr?

·         Er hundurin meira hyperaktivur enn fyrr?

 

Ja, tað er veruliga soleiðis at fóðrið kann ávirka um hundurin blívur hyperaktivur av ávísum fóðursløgum. Tí kann fóðrið eisini viðføra, í ávísan mun, nakrar atferðartrupulleikar.

 

Minst til: Tá tú lesur innihaldsyvirlitið aftanfyri á pakkanum av hundafóðri, stendur tað ið fyllir mest fremst av øllum produktunum ið eru í. Hesin parturin er skrivaður á donskum, tí soleiðis stendur tað á okkara pakkum.

Innihaldsyvirlit í einum fóðurposa. T.d.: “Kylling, formalet kyllingebiprodukter, formalet majs, formalet hel dura, formalet fuldkornshavre, kyllingefedt, fiskemel, EU godkendte antioxidanter, farve og konserveringsmidler”.

Í sær sjálvum er tað gott at kyllingur stendur fremst, tí tað merkir at fóðrið inniheldur kjøt. Men harvið er eisini alt tað góða í fóðrinum sagt.

Kylling:

Er kyllingur, lambakjøt ella oksakjøt fyrst nevnt skuldi ein trúð, at so var sloppið. Men, er fóðrið somuleiðis bíligt er vandi fyri, at tað inniheldur nógv vatn.

Formalet kylling, okse eller lam:

Hetta merkir at beinini í djórunum eru malin til mjøl.

Kyllingebiprodukter:

Hetta er ikki fyri sartar sálir. Biproduktir eru hálsur, føtur, óútviklaði egg og innvølur. Onkuntíð høvd og nev eisini. Fjarðar eru eisini loyvdir. Er neyðugt at viðmerkja, at hetta er sera vánalig føði?

 

Kødbiprodukter:

Hetta er oftast tað ið ikki egnar seg sum mannaføði.  Høvd, føtur, hali, hár, senur, bein, innvølur o.s.v. Innvølur nýtist ikki at vera ring føði, men vansin er, at hetta ofta eru sjúkir innvølir

 innvølir ið koma á fabrikkina.

Majs, majsgluten og kornproduktir

Mais og korn kann verða torført hjá hundinum at sodna. Majs er ein góð ífylla ið ikki inniheldur nógva næring. Majs er allergiframkallandi, so um hundurin hevur tendens til at skriða sær nógv, sleikja labbarnar ella verða uppblástur, kann tekin verða um mais í fóðrinum. Hveiti er enn meira allergiframkallandi, og korn sum heild.

Forarbejdet oksekød

Hetta er ymiskt ið stavar frá deyðum oksum. Ikki kjøt, men húð o.l.

Forarbejdet fjerkræbiprodukter

Nakað tað sama sum “kyllingebiprodukter”.

Olier og fedt

At byrja við í prossessini at slakta djórið verður kjøt og feitt skilt sundur av sera nógvum hita. Síðani verður feittið sproytað omanyvir fóðrið at enda við, fyri at gera fóðrið meira appetitligt. Hitin, ið feittið verður viðgjørt við, oyðileggur týdningarmiklar aminosýrur í proteinunum.

Tilsætningsstoffer

Vitaminir, mineralir, antioxidantar, farvustoffir og konserveringsmidlar. Orsøkin til, at vitmainir og mineralir  mugu tilsetast er tann, at tað sum nattúrliga var í kjøtinum er oyðilagt av viðgerðini.

Farvustoffir gera, at maturin sær “lekrari” út – fyri fólkini ið keypa fóðrið. Hundarnir eru líkaglaðir.

Antioxidantar sum BHT (E321) og BHA (E320) og konserveringsmidlar sum etoxyquin eru vørur ið ávirka hundin á sama hátt sum skundverðar og sodavatn ávirka børn at blíva hyperaktiv. Hetta virkar fyri at fóðrið heldur sær longri, og er bannað í menniskjamat.

Síðsti søludagur:

Hundafóður kann innihalda so nógvar kemikaliur at tað hevur ongan síðsta søludag á pakkanum.

 

Gott fóður:

Inniheldur ikki bara neyðug protein, feitt, vitaminur o.s.v. men er eisini viðgjørt og framleitt á góðan hátt – við lágum temperaturum og undir vakuum.

Flestu hundar trívast best um teir fáa at eta 2 ferðir um dagin (hvølpar týttari). Um morgunin og seinnapart/nátturðatíð er passandi.

Hundur kann keðast av bert at eta (turr)fóður dag út og dag inn. Til ber at blanda fóðrið við:

Kóka: kylling, oksakjøt, livur, pasta, rís, eplir og grønmeti. Verður hetta kókað og skorðið/blendað í størri mongdum og goymt í portiónum í frysti er lætt at taka upp um kvøldi.