Rasumyndir

Kooikerhondje

Lyklaorð : Vakur - lívligur - kerligur - dugnaligur

Uppruni/um rasuna : Kooiker hevur sín uppruna í Hollandi, í 1500 talinum. Hann er brúktur til at lokkað dunnur til, og jagstra tær í eitt net. Hann brúkar sín altíð hvíta langháraða hala, sum hann viftar við, at lokkað dunnur til.

Enn í dag er rasan brúgt til at lokkað dunnur til, men nú fyri at ringmerkja tær.

Venjing/sinnalag : Hundarnir eru aktivir og krevja eitt sindur av "arbeiði" so sum agility, dog dancing ella arða venjing. Í familiuni eru teir kerligir og vilja gjarna vera saman

Hann skal venjast frá hann er heilt ungur hvølpur við arðar hundar, onnur djór og ymisk fólk.

Vakthundur? : Nei

Børn : Um sosialiseraður rætt, ein heilt góður familiuhundur

Stødd/litur : 35 - 40 cm, 9 - 11 kg. Hvítur við reyðbrúnum blettum

Aktivitetskrav/pleyga : Hampeligt/bustan hvørja viku

Hendan rasan er til tín sum : Er aktiv/ur og vil hava ein vakran hund at brúka tíð uppá, td. at hava við á rennitúrinum.

Sædd í Føroyum : Nei

Kerry Blue Terrier

Rasumynd

 

Lyklaorð : Flottir - robustir - stuttligir – sosialir – lærunæmir -

bestemtur.

Uppruni : Kerry Blue Terrier hevur sín uppruna i Kerry í syðra

partinum av Írlandi.

Tað eru óvist hvussu rasan bleiv til og fekk sín bláa lit. Ein søga sigur at við einum spanskum skipi kom ein spaniellíknandi hundur sum hevði eina serstakliga vakran lit. Hesin var paraður við nógvum Soft Coated Weathern Terrier og soleiðis kom Kerry Blue til. Rasan hevur veri kend í fleiri enn 200 ár og var brúkt til odder og grevlingaveiðu.

 

Um rasuna : Kerry Blue er nationalhundurin í Urlandi. Hvølparnir eru

føddir svartir og fáa vakra blágráa litin tá ið teir vera vaksnir.

Hári er langt, purlut og bleytt og skal klippast. Rasan er í mest nýtt sum

framsýningarhundur og familiuhundur.

 

Venjing/sinnalag : Baði róligur og lívligur. Lættur at venja. Vil gera

hvat sum helst fyri fyri sín eigara. Trúfastur.

Aktivitetir sum sum passa rasuni er alt møguligt : lýdni, agility, at renna, dogdance, oma.

Kerry Blue er ein terrier, hevur sterkan vilja og ger sum hann sjálvur vil um hann ikki fær greið boð frá sínum eigara.

Tað vil siga at venjarin skal vera avgjørd/ur og kerlig/ur.

Venur man við harðari hánd fær man ein harðan, og ólukkuligan hund.

 

Vagthundur ? : 

Er vaktsamur, men kan vera serdeilis vinarligur.

Børn : 

Hann elskar børn, sum duga at handfara hund rætt.

Pleyga : 

Hevur tættan, langan og purlutan pels, og skal bustast minst

eina ferð um vikuna so feldurin ikki filtrar, og klippast 3 – 4 ferð um  árið.

 

Stødd og litur : 

Hundar uml. 45.5 til 49.5 cm.  Tíkar uml. 44.5 til 48

cm.  Vigar frá  15 til 18 kg. Tíkar naka minni.

Litir : 

Blágráður.

Aktivitets krav : 

Hampeligt.

Hendan rasan er til tín sum : 

Vil brúka naka av tíð uppá aktivitet og  pelspleygu saman við hundinum.

 

Sæddur í Føroyum ? Nei.

 

Keldur : www.kerryblues.info  og  http://www.dansk-terrier-klub.dk/Default.asp?PageID=73&Lang=Dk

Saluki

Rasan hoyrir til bólk 10, mjáhundar

Lyklaorð Skjótur, elegantur, flottur, “hástórur”

Uppruni Hendan rasan er elligomul, og kann daterast 8000 ár aftur! Útsjóndin er ikki broytt, sum eisini er tekin upp á góðu heilsuna hjá rasuni, hon livir í 12-14 ár. Beduinar síggja ikki ein saluki sum ein hund, men ein saluki. Hetta er einasta hundarasa sum ikki er “órein” í eygunum á islamistum. Kongar í miðeystrri høvdu rasuna sum veiðuhund, men teir seldu ongantíð ein Saluki, hann varð givin sum gáva til hávirdar persónar, og soleiðis hevur rasan funnið veg til Frankaríki og Bretland. Ein Saluki kundi eisini býtast um fyri eins høgt virdar dýrgripir, s.s tvær konur, hestar ella kamelar.

Um rasuna: Saluki krevur miðal nøgd av motión, men tað hevur enn størri týdning, at teir sleppa at renna leysir og helst skulu teir hava kapprenning ella lure coursing ítrótt (kunstig hara, sum verður jakstrað).

Rasan er mjóhundur og hevur verið brúkt til veiðu av harum og gazellum, tí er hennara instinkt at veiða og drepa, um tær sleppa framat smáum djórum s.s. kettum. Tó so kann ein Saluki liva saman við smáum hundum og kettum, men hann má ikki sleppa at jakstra tey úti.

Innandura er rasan rólig og svevur fyri tað mesta, um hon fær nóg mikið av motión og heilastimulering. Rasan er góð til barnafamiljur, tó at børn og hundar ongantíð mugu verða saman uttan uppsýn. Ein Saluki er afturhaldandi mótvegis fremmandum fólkum, og heilsar bert um og tá tað “passar honum”.

Venjing: Rasan er sjálvstøðug og gerst kanska ikki meistari í lýdni. Innkall má venjast frá fyrsta degi. Rasan gerst tvør og ómøgulig, um ikki bert positiv motivatión verður nýtt – ein Saluki veit, at hann hevur uppiborið betri.

Vakthundur:  Teir goyggja ikki, men verja eigaran, um tað gerst neyðugt.

Pelsur: Rasan finst við stuttum pelsi, men tann populerasti varianturin hevur frynsar á oyrum, hala og beinum. Allir litir eru góðkendir, uttan brindle (tikara strípur).

Langhærdi varianturin skal greiðast uml. einaferð um vikuna, men bara frynsarnir. Pelsurin “luktar” ikki av hundi.

Stødd: 58-71 cm, 19-26 kg.

Til tín sum : Hevur ein stóran hava, ella møguleika fyri stórari innihegning, har hundurin kann renna frítt, hegnið má verða minst 180 cm høgt. Ynskir ein góðan og stillan familjuhund at verða aktivur við.

Sæddur í Føroyum: Nei

Bichon Havanais/Bichon frisé/Coton de tulear

Hesar rasurnar eru øll “systkinabørn” og líkjast nógv í sinni, tó at “skinnið” er tað, ið brýtur mest frá.

Lyklaorð: Sirkushundar, kerir, elegantir, lívligir, vinarligir

Uppruni: Rasurnar eru gamlar og stava frá umráðum við miðalhavið. Coton de tulear er seinni blivin til, orsakað av blandingum millum havanais og frisé. Rasurnar hava altíð verið fylgishundar (selskapshundar) og hava verið í nógvum kongahúsum. Frisé er kendur heilt aftur til ár 230 f.kr. orsakað av at Kleopatra hevði slíkar.

Um rasurnar: Hesar rasurnar hoyra til tær sokallaðu “allergivinarligu”. Tó so eru fólk ikki einans ovurviðkvom fyri pelsinum, men flusi, slevi og skarni. Tí er av týdningi at vita hvat ein er ovurviðkvæmur fyri, áðrenn hundur kemur í húsið.

Hesir eru serstakliga góðir familjuhundar, tó at allir krevja væl av pelspleygu, umframt negl og tannapleygu. Eisini krevst klipping um labbarnar.

Venjing: Rasurnar eru namar og elska at læra. Tær hava verið brúktar sum sirkushundar.

Vakthundar: Goyggja tá fólk koma inn, men ikki áhaldandi.

Pelsur: Havanais: Sjáldan bara hvítur, men beige, brúnur, svartur, gráur við stórum plettum. Loðsar. Krevur nógva pelspleygu og má greiðast væl 3-4 ferðir um vikuna.

Frisé: Hvítur. Loðsar ikki. Pelsurin má greiðast væl tvær ferðir um vikuna og klippast 3-4 ferðir árliga.

Coton: Hvítur og kann hava sjampanju litaðar plettir. Loðsar. Pelsurin er lættur at halda, men krevur dagliga lætta pleygu. Má greiðast í gjøgnum væl einaferð um vikuna.

Stødd: 4-6 kg

Til tín sum vilt hava: Ein góðan familjuhund, sum ikke krevur so nógv og sum elskar at spæla við børnini, tó at børn og hundar ongantíð mugu vera saman uttan uppsýn.

Sæddir í Føroym: Ja

 

English Toy Terrier

English Toy Terrier (ETT)

Lyklaorð: Elegantur, sjálvstøðugur, lívligur, loyalur, vinarligur, kvikur.

Uppruni: Rasan bleiv  ald frá smáum Manchester Terrierum. Hundurin bleiv tá stungin í lumman og slapp við húsbóndanum á pub. Har var kapping millum mennirnar um, hvør hundur var skjótastur at drepa flest rottur. Í endanum av 1800 talinum gjørdist rasan tó ov lítil og tíkarnar megnaðu ikki at leggja hvølpar, og ETT mundi doyð út. Tíbetur bleiv rasan endurskapað og ald nakað størri.

Um rasuna: Hóast rasan líkist sera nógv eini miniature útgávu av Dobermann hava rasurnar onki annað enn útsjóndina til felags. Rasan stavar sum sagt frá Manchester Terrier.

Rasan verður í dag roknað sum fylgishundur (selskapshundur), m.a. orsakað av at hon er blandað við Italska mjáhundin.

English Toy Terrier eru glaðir hundar og teimum dáma væl at spæla við børnini í familjuni. Rasan er vinarlig móti kendum sum fremmandum fólkum. ETT hevur tørv á dagligum túri og at renna leysur.

Hetta er ikki ein hundur at leggja á silkipútuna, heldur vil hann verða við har tað “sker”.

Venjing: Rasan er nom og læruvillig. Eisini eru teir sjálvstøðugir og tí krevst at venjarin er tolin og dugir at variera sínar venjingarhættir. ETT elskar at læra hundakynstur.

Vakthundur: Goyr tá fólk koma inn, men er vinarligur.

Pleyga: Pelsurin krevur onga pleygu, men ETT er kuldakráka og skal hava frakka til kaldar og vátar dagar. Tennirnar skulu bustast, møguligur tannsteinur skavast og neglirnar skulu klippast.

Stødd og litur: 2,7-3,6 kg. Svartir við rustreyðum avtekningum.

Til tín sum: Vilt hava ein stuttligan vin og ynskir at hava ein lættan hund at aktivera, bæði fysiskt og psykiskt.

Sæddur í Føroyum? Nei.

Shi-tzu

Shih-tzu

 

Lyklaorð :               Kerir, sjálvstøðugur, spælin, errin, róligur – ein klovnur

Uppruni :                Sagt er atShih-Tzu hevur sín uppruna í Tibet og er reinald til sín núverandi standard. Navni merkir leyvuhundur. Upprunin er møguligan av Lahsa apso og Pekingeser og rasan hevur verið kend í Kina í fleiri árhundrað, sum ein sera vældámdir selskapshundur hjá Kejsaraslegtini. Loyvt varð ikki at útflyta hundin fyrr enn fyrst í 1900 talinum. Tá ið Kina bleiv kommunistiskt blivu nærum allir hundar í Kina dripnir og eitt aliprogram bleiv til, grunda á hundar, sum mann fann í øðrum londum.

Ein rasumynd hjá Peking kennel klub segði so vakurt um Shih-Tzu : "Hann skal hava leyvuhøvd, bjarnakrop, hógvar sum kamelur, hala sum fjøðurkustur, oyru sum pálmabløð, tungu sum krúnublað og rørslur sum ein gullfiskur."

Um rasuna :          Shih-Tzu hevur sera langan pels og hevur ein serligan hviril í pannuni, so at hárini vaksa rundt um næsaryggin. Tað hevur fingið heitið ”Chrysanthenum” anlit. Rasan hevur eitt sindur stuttan snúta og stór eygu við langt ímillum. Minnir ikki sørt um Jackie Kennedy.

                                Gongulagið er heilt serligt, rankur og dansandi. Hann svevar avstað, sum um eigur hann verðina.

Venjing/sinnalag : Shih-Tzu hevur gott sinnalag og er bæði róligur og aktivur, klókur og fimur á sínum stuttu beinum. Hann goyr lítið og er ein góður familiuhundur.

                                    Hann er errin og velur sjálvur hvønn hann heilsar uppá. Sigst at vera fjollutur til tíðir.

Vagthundur : Kann siga frá.

Børn :                    Klárar seg væl saman við børnum.

Pleyga :                 Pelsurin er langur og hevur undirull. Einaferð um vikuna skal bustast væl ígjøgnum og vaskast kann eftur tørvi. Hetta skal hundurin sjálvandi læra frá hvølpaaldri.

Stødd og litur :     Ikki hægri enn 26,7 cm. Vigar millum : 4,5 – 8,1 kg.

Litir : Allir. Hvíta pannu og halaspís er ynskiligt um hundurin er fleirlittur.

Aktivitets krav :   Hampeligt.

Hendan rasan er

til tín sum :           Ynskir ein stoltan vin og hevur tíð til pelspleyguna.

Sæddur í Føroyum ? Ja!

 

Japanese Chin

Uppruni: Tað hevur leingi verið ivamál, hvar Japanesarin hevur sín uppruna og hetta hevur skapt til eitt sindur av einum stríði millum partanar. Onkur sigur Kina og onnur vilja vera við, at hundurin bleiv givin sum gáva frá Korea til tann japanska keisaran í ár 732. (Men DKK sigur Japan)

 

Aldur sum: Selskapshundur.

 

Um rasuna: Hesin hundurin líkist sera nógv kettuni. Hann vaskar sær sjálvum við labbunum og kann ganga uppi á eini reol uttan at koppa nøkrum. Eisini dámar hann væl at liggja høgt, so hann kann halda eyga við øllum. Men hann kann finna uppá at leggja seg undir teppir og onnur støð, har tað er myrkt og hann følir seg tryggan. Men av somu grund, eru tað hundar, ið eru komnir til skaða, tí fólk hava sett seg á teppi og harvið á teir eisini. Tú kann finna ein sovandi Japanesara á teimum mest løgnu støðum í húsinum.

Tað er ymiskt, hvussu Japanesarin er. Ein hundur kann fylgja tær alla staðni, meðan hin er meira sjálvstendigur. Hann kann verða eitt sindur afturhaldandi, tá tað kemur til fremmand fólk, men so skjótt sum hann hevur lært teg at kjenna, fær tú ikki frið.

Hann elskar at vera miðpunktið í familjuni og um hann ikki er tað, ja, so finnur hann uppá onkur klovnaríðir, so leggur tú heilt sikkurt merki til hann.

Japanesarin er sera klókur og snildur. Men hann brúkar bert sína snildir, tá tað gagnar honum best. Japanesarin hevur tað fínt við broytingum. Hann dámar væl at kanna og studera alt tað nýggja, sum kemur í hansara umhvørvi.

Hann blívur ikki skuffaður, um hann ikki sleppur út at ganga tann eina dagin, men blívur hann skuffaður inn á teg, so veit tú tað. Hann blívur ikki destruktivur á nakran hátt, men velur at ignorera teg og serliga, tá tú biður hann koma til tín.

 

Venjing/sinnalag: Japanearin er ikki tann lættasti hundurin at venja. Teir vilja venja so leingi tað gagnar honum best. So nógvar góðbitar, nógv rós og uppmuntring skal til. Men teir kunnu brúkast til mangt. Fleiri Japanesarir hava verið sæddir til heila- og kroppsliga krevjandi venjingar og tað hava teir klára fínt.

Sinnalagið hjá hesum hundinum er gott. Hann er sera kjerligur og uppmerksamur yvir, hvussu eigarin hevur tað og teir trívast fínt saman við øðrum hundum.

Hundurin er gott nokk lítil, men hann er sterkur og úthaldandi hundur, tá tað kemur til sinni. Teir hvína ikki nakað serligt av pínu, so hetta er nakað, ein eigari má halda eyga við.

 

Vakthundur: Tað er ymiskt hvussu góður vakthundur ein Japanesari er. Onkur hundar kann goyggja nógv, meðan ein annar ikki gevur nakað ljóð frá sær. Men teir fara beinanvegin til hurðina at kanna, hvat tað er sum hendir.

 

Børn: Japaneseran hevur tað fínt við at verða saman við bønum, um børninið hava lært, hvussu farast skal við einum hundi. Er barnið buldrasligt, tímur hundurin  ikki og heldur seg vekk.

 

Pleyga: Japanesarin krevur eitt sindur av pelspleygu. Ikki bara vegna hundin, men um hann ikki verður greiddur minst einaferð um vikuna, er alt húsið fult við hundahárum og enntá í matinum. Men lærir tú hundin at venja seg við pelspleygu frá tí hann er hvølpur, kemur hann at elska tað so leingi hann livir.

Pelsurin skal ikki klippast.

Japanesarin vaskar sær sjálvum og tann skitnasti hundurin kann skjótt blíva reinur aftur av sær sjálvum. Tí er tað ikki neyðugt at vaska hundinum oftani.

 

Stødd og litur: Akslahædd og kroppslongd skal helst vera tann sama. Tó kunnu tíkar verða eitt sindur longri.

Hundar eru umleið 25 cm høgir og tíkar eitt sindur minni.

Pelsurin er altíð tvýlittur. Hann er hvítur við svørtum blettum ella við brúnum blettum. Men ongantíð bæði svart og brúnt. Tað brúna kann verða næstan gult til tað myrkasta mahogni.

Pelsurin er nógvur og tað kann taka upp til 2-3 ár hjá honum at vaksa til fulla longd.

 

Aktivitetskrav: Gongutúrar er nokk fyri hendan hundin, men hann kann brúkast til meira heila- og kroppskrevjandi venjingar. Hann hevur tað fínt við at búgva í íbúðum.

Japanesarin kann hava lætt við at taka uppá, so hetta skal haldast eyga við.

 

Rasan er til tín sum: Vil hava ein kjerligan hund, sum kann finna uppá mangt fyri at fáa teg at flenna. Um tú vil hava ein hund at hugna tær við m.a. sofahygg, pelspleygu og róligar gongutúrar.

 

Sæddur í Føroyum: Ja. Her eru tveir av slagnum. Báðir hannar.

 

Viðmerking: Fær man sær ein slíkan hund úr útlondum, er hvølpurin næstan fullvaksin í stødd, tá hann kemur til landið.

Annars hevur hundurin ongar beinleiðis rasurestrikstiónir. Hann skal kannast fyri leys knø,  og  hava nóg góða góðskudøming til framsýningar fyri at verða aligóðkendur í DKK.

Diablo

Border Collie

Uppruni: Hendan rasan er nakað eldri enn 100 ár. Hon stavar frá fleiri sløgum av arbeiðshundum, úr Skotlandi og Onglandi.

Rasan er ald til at reka við. Vit kenna hana einamest sum seyðahund, men at reka kýr, dunnur, hønur – og mín sann, um ein undirstimuleraður Border Collie ikki eisini megnar at “reka” rennarar, súkklur, bilar og alt sum flytir seg.

Um rasuna: Border Collie er ein rasa ið samarbeiðir sera væl við sín eigara, og tí er hon løtt at venja. Border Collie hevur sera stóran tørv á at arbeiða. Gevur eigarin ikki sínum B.C. nóg mikið av arbeiði, so megnar hundurin at finna “arbeiði” sjálvur, men hetta eru aktivitetir ið eru minni populerir millum fólk, s.s. at standa í havanum og “reka” alt ið flytir seg, ella hann kann gerast destruktivur innandura og oyðileggur møblar og lutir. Ein B.C. hevur sokallaðan “lágan stresstærskel”, hetta inniber, at hann kann gerast hyperaktivur og bæði hundur og eigari gerast stressaðir.

Nógvir aktivitetir egna seg til Border Collie. Sjálvandi skal hann fáa túrar hvønn dag, men hetta er ikki “arbeiði” fyri hann. Eitt arbeiði inniber at hann skal brúka heilan, og samstarva við sín eigara. Av arbeiðum til B.C. kunnu nevnast: At reka fena, hundafimi, dogdancing, lýdni, rally lýdni. Er eigarin aktivur og nógv úti, men hevur ikki møguleika fyri ella áhuga í, at ganga til ymiskar venjingar eru nógvar venjingar man kann læra hundin, s.s ymisk hundakynstur og aktiveringar á gongurtúrum, t.d. at balansera á gørðum, leita eftir góðbitum o.t. tað ræður tó um at vera kreativur, tí allar venjingar skulu útbyggjast og skulu blíva við at krevja av hundinum at hann “hugsar”, fyri at kunna loysa uppgávuna.

Tað er hent at læra sín Border Collie at stressa av, og slappa av. Hetta kann hann læra, tá hann hevur verið til arbeiðis og er blivin stimuleraður.

Venjing/sinnalag: Rasan er løtt at venja, tí hon samarbeiðir væl, men hon krevur nógv. Sinnalagið er serstakliga gott.

Vakthundur: Kann siga frá tá fólk koma inn, men er sera vinarlig.

Børn: Børn skulu læra at vera um hundar. Sleppa børn at viðfara ein hund sum teimum lystir, kann ein og hvør rasa glepsa/bíta. Border Collie er kortini ein av teimum heilt vinarligu rasunum.

Pleyga: Um feldurin er “rættur”, er han sjálvreinsandi. T.v.s. at um hundurin gerst skitin, so dettur skittur av aftur tá hann tornar. B.C. loðsa 1-2 ferðir um árið, tá er gott at busta væl, um ein vil sleppa undan at dustsúgva fleiri ferðir um dagin.

Stødd og litur: 53 cm, í akslahædd, er idealhædd fyri hundarnar. Tíkarnar skulu vera eitt sindur minni. B.C. Finst í næstan øllum litum – tó má hvítt ikki dominera.

Aktivitetskrav: Høgt!

Rasan er til tín sum: Hevur tíð, orku og elskar at arbeiða og venja við tínum hundi.

Sæddur í Føroyum: Ja!

Viðmerking : Nógvir hundar eru blandaðir Border Collie í Føroyum. Hesar upplýsingar eru eftir FCI rasustandardinum.

Í Føroyum síggja vit ofta at er rasan blandað við aðrar rasur, hetta kann gera at aktivitetsniveau´ið gerst enn hægri.

Emmy Simonsen til dogdancing við einum av sínum Border Collie.

Papillon/Phalene

Lyklaorð: Elegantur, klókur, stoltur, glaður, trúfastur, skjótur.

Uppruni: Hendan rasan er gomul, og kann sporast aftur til 1500 talið, tá hon var populer hjá fronsku kongafamiljunum. Rasan sigst stava frá Frankaríki ella Belgia.  Papillon og Phalene er ein og sami hundur. Upprunaliga rasan hevði hangandi oyru (Phaléne) ið merkir náttsvermur.

Marie Antoinette hevði Papillons, og tað sigst, at hon navngav rasuni við stóru oyrunum, ið merkir summarfuglur. Enn í dag er loyvi at para rasurnar saman, men hetta verður helst ikki gjørt, tí so veit alarin ikki hvørjar typur hvølparnir verða, og Papillon er betur umtókt enn Phaléne. Men orsakað av genunum, kemur tað fyri at Papillon foreldur fáa Phalene hvølpar og umvent.

Rasan er sera trúføst, og tá ein maður kom inn á hoffið hjá Henry 3. Kongi, íklæddur sum munkur, sigst at hansara trúfasti hundur goyði sera illa. Hundurin bleiv koyrdur út, men “munkurin” var komin at drepa kong. Tá kongur hevði fingið mønustingin vóru hansara seinastu orð, at hann átti at lurta eftir hundinum.

Um rasuna: Papillon/Phalene eru nemmir at venja. Men teir eru klókir, og hava eisini sína egnu meining. Teimum dáma ikki at blíva viðfarnir sum “baby” ella bamsur av húskinum. Teir elska langar túrar og motiverandi venjingar. Ynskir tú ein glaðan Papillon/Phaléne venjast við positivari motivatión. Rasan er selskapshundur, men tímir ikki at verða viðfarin sum “pyntipúta”.

Teir elska hundafimi og venjingar ið krevja nakað av heilanum. Teir eru eisini nakrir av teimum skjótastu rasunum til hundafimi.

Veiðihugurin er enn stórur hjá rasuni, teimum dáma væl músaveiðu ella haruveiðu í fjøllunum. Men teir halda relativt gott samband við eigaran, og fara ikki ov langt frá honum.

Vøkru oyruni og eleganti halin eyðkenna rasuna. Hóast teirra nettu útsjónd er rasan sera robust. Rasan kann goyggja nakað, men tað er eisini lætt at venja teir til at goyggja minni.

Venjing/sinnalag: Hendan rasan er sera løtt at venja, men krevur venjing við positivari motivatión.

Vakthundur: Hann goyr og sigur frá, men orsakað av lítlu støddini ræðir hann helst ikki so mong.

Børn: Hann skal sosialiserast væl við børn, frá tí hann er hvølpur. Børn skulu læra at vera um hundar, og Papillon/Phaléne finnur seg ikki í at verða viðfarin sum best ber til.

Pleyga: Rasan krevur ikki nógva pleygu. Sum hjá øllum smáum rasum mugu tennirnar bustast og neglurnar klippast. Eisini skal pelsurin á labbunum klippast. Pelsurin krevur at verða greiddur lættliga umleið 1 ferð um vikuna ella 14. Hvønn dag.

Stødd og litur: 1,5-5 kg (tó er best umtókt um rasan vigar meira enn 2 kg). Rasan skal vera mest hvít. Høvdið skal verða svart, tricolor, zobel ella reytt – ein hvítur blettur á høvdinum er betur umtóktur enn einlitt høvd, og onkur blettur á rygginum er eisini gott. Svartir og zobel litur fáa longri frynsar á oyrunum enn reyðir.

Aktivitetskrav: Lítið/miðal (men hann tolir nógv).

Rasan er til tín sum: Vilt hava ein hund, sum er stuttligur, vakur og hevur sera stóra persónsmensku. Rasan hóskar bæði til ta minni og meira aktivu familjuna.

Sæddur í Føroyum: Ja.

Tann føroyski pudilin - Skopunarpudilin.

Ikki rættiliga ein rasumynd men eitt hundaslag vit kenna so væl.

Uppruni :                Hundurin ið vit í Føroyum eru komin at kenna sum pudil hevur ikki stóra líkheit við tann altjóða kenda pudilin (umrøddur fyrr á síðuni), sum er ein høgur stásiligur hundur við proptrekkarakrúllum. Tað kemst av at føroyski pudilin hevur sín uppruna í einum Bichon Havanese ið einaferð kom av einum russiskum trolara. Eg havi mangan fortalt hesa søguna og viðmerkt at tað bert er nakað eg havi hoyrt, men ein dagin fekk eg søguna váttaða av eini kvinnu sum eigur ein av slagnum. Hon segði at tað var abbi hennara sum átti upprunahundin og hann búði í Skopum. Hundarnir vera nemmliga eisini kallaðir Skopunarpudilin. Tað komu heilt nógvir hvølpar eftir hesum Havanese og man kan hugsa sær at blandingar av border collie og ørðum spísshundum eru upprunin av flestu. Man veit eisini at nógv hevur veri para við avkomi av sama hundi so ein stór grad av innaling má vantast at vera framd, eftirsum at hundarnar hava verið tætt í ætt hvør við annan.

                               Tað tíðina var bann fyri innflutningi av hundi og stórur eftirspurningur var eftir smærri familiuhundum.

Um rasuna :         Hundarnar eru ymsikir á sinn og skinn so tað er ikki nógv ein kann siga er serligt fyri slagið. Pelsurin meira ella minni purlutir, -heilhvítur – ella við gráðum, brúnum ella svørtum plettum. Kanska vegna innaling er ikki óvanligt við td. krabbamein og aggressión.

Venjing/sinnalag : Skopunarpudilin er sum vera mann ymiskir av sinni. Nógvir eru  snakksaligir (goyggjandi) fittir og glaðir um teir hava fingið røttu venjing og sosialisering men eru ikki ovur sosialir. Man hevur ikki sæð nógvir av teimun til lýðni og teir virka heldur sjálvstøðugir til at vera so nemmir at venja. So man skal vera jaligani konsekventur í uppalingini.

Vagthundur ? :     Nja?.

Børn :                    Við rættari venjing kunnu teir vera sera góðir við børn, men sum sagt kunnu teir vera aggresivir.

Pleyga :                Pelsurin kann vera einkult lag og vaksir alt lívið og losar ikki ella dubultir sum losar og veksur alt lívið. Hann skal bustast hvørja viku og javnan klippast.

Stødd og litur :     Uml. 8 – 10 kg. Litir : Allir einslittir ella við plettum.

Aktivitets krav :   Ymiskt.

Hendan rasan er

til tín sum :           Er til reiðar at tilpassa teg tey krøv hundurin veksur upp til at seta av aktiviteti, pelspleygu oa.

Sæddur í Føroyum ? Ja!

Keldur :                   Slatur, søgur og eftirkomarar.

Cavalier King Charles Spaniel

Uppruni:  Tað verður hildið at Cavalier King Charles Spaniel stavar helst frá Miðeystri ella Miðasia.

Rasan hevur verið um at doyggja út.

Í dag verður rasan mett sum eingilsk og hetta stavar kanska serstakliga frá áhuganum sum enska kongshúsið hevur havt fyri rasuni upp gjøgnum tíðirnar, og í 16., 17., og 18. Øld er rasan javnan avmyndað saman við ensku kongafamiljunum.

Útsjóndin á Cavalierum er broytt fleiri ferðir gjøgnum tíðirnar. Hann varð nýttur sum veiðuhundur, men tá “fínu” damurnar ynsktu sær ein selskapshund bleiv Cavalierurin blandaður við m.a. Mops. Hetta gjørdi at rasan bleiv minni, og útsjóndin var øðrvísi enn tann vit kenna ídag, ma. Fekk rasan meira flatt trýn og størri eygu. Rasan bleiv  í 1930 unum endurskapað til upprunaligu rasuna, sum man kendi frá málaríunum. Fyrstu Cavalierar, sum vit kenna teir í dag, blivu registreraðir í DKK í 1971.

Um rasuna: Cavalierurin gjørdist sera skjótt ein populerur familjuhundur, eins og hann er tað enn ídag. Men hetta hevur eisini sett síni spor á heilsuna hjá rasuni. Í dag krevur DKK, at allir hvølpar sum skulu registrerast skulu vera hjartaskannaðir. Nógvir alarar hava verið óansnir við aling, og tí er ein hjartafeilur nógv útbreiddur millum Cavalierarnar. Í dag eru kortini fleiri ættarlið ið eru registreraði hjá DKK, orsakað av hjartaskanningini, feilafríir. Ongin annar klubbur krevur skanningina, tí er hjartafeilurin nógv útbreiddur hjá Cavalierum registreraðir í øðrum klubbum.

Eginleikarnir hjá Cavalierum gera hann til tann fullkomna familjuhundin.

·     Hann er lítil nokk til børnini at ganga túr við

·     Hann er lítil og skjótur og hevur eginleikar til bæði    hundafimi og lýdni

·     Hann hevur ongar trupulleikar av øðrum hundum, um hann er væl sosialiseraður

·     Hann er ein lættur framsýningarhundur, tí ikki nógv pleyga krevst

·     Hann er róligur og stillur, eisini til familjuna sum býr í íbúð

·     Hann elskar at liggja í sofuni

·     Hann er tætt knýttur og sera trúgvur mótvegis sínum eigara

·     Hann er nemmur at taka við at vitja vinfólk og familju

Venjing og sinnalag: Rasan er sera vinarlig og tolin við børnini. Cavalierurin samstarvar fegin við eigaran í venjingum

Vakthundur: Rasan kann goyggja tá onkur kemur inn, men er vinarlig og ræðir helst ikki mong við síni fittligu stødd.

Børn: Rasan er tolin mótir børnum

Pleyga: Feldurin krevur ikki nógva pleygu, ein løtt greiðing eina ferð um vikuna.

Stødd og litur: 6-8 kg.

Rasan finst í fýra litum: 
Blenheim (reyður og hvítur)
Tricolor (Svartur, hvítur og reyður)
Black and tan (Svartur og reyður)
Ruby (Reyður) 

Aktivitetskrav: Miðal/lítð

Til tín: sum vil hava ein góðan familjuhund/selskapshund

Kortini skal havast í huga, at er ein Cavalier ikki væl aldur, og er blivin hjartaskannaður fleiri ættarlið aftur, er skjótt at hann blívur ein stór útreiðsla til heiligvág og djóralæknavitjanir.

Silken Windhound

Lyklaorð :              Elegantir - kerligir - skjótir - flottir - stoltir.


Uppruni :               Í Texas var ein gitin Borsoi alari sum ynskti sær eina rasu at ala afturat. Hon ynskti sær ein sum líktist Borsoi men minni og lættari. Eftir langa tíð fann, og keypti hon ein sum tann alarin kallaði langháraðan wippet. Francie Stull, sum hon eitur, sá her ein møguleika at skapa tí rasuna hon ynskti sær. Hetta við at ala henda hund við teim minstu Borsois og Wippets av bestu ætt. Soleiðis hevur Silken Windhound ikki nógv ár á baki sum rasa og hon er ikki enn góðkend av FCI. Men rasan hevur veri ald seriøst nú í áleið 30 ár og vantast at vera góðkend um ikki langa tíð. Í fleiri FCI londum loyvir man Silkens á framsýningum og kappingum. Tað eru javnan Silken framsýningar runt um í Europa og USA.

Um rasuna :            

Sum sagt er rasan nýggj og ald til at vera selskapshundur. Allíkavæl er Silkens útpregað mynda av sinn og skinn. Av sinnalagi mild og kerlig, men kan vera óintereserða í fremmandum. Veiðiinstinkti er vakið so tað er ikki ein hundur sum man sleppur har djór ganga í nærmasta fjallalendi. Silken er ein sprintari og dámar sera væl ein skjótan spurt ella at renna (róliga) við síðunar av súkkluni.             

                                   

 

 

Venjing/sinnalag : Silkens eru klókir, lívligir og samstarva fegnir. Teir gera helst eigaranum til vildar. Teir egna seg væl til kapprenning og annað hundafimi. Sum hjá øllum myndum er sinnalagið sart og teir tola ikki harligan atburð og venjing. Hetta ger teir til bangnir og afturhaldandi hundar.

 

 

Vakthundur ? :      Nei.

 

Børn :                    Silkens eru tolnir og familiukærir.

Pleyga :                 Feldurin skal bustast javnan men krevur ikki tað stóra.

 

Stødd og litur :       46 - 60 cm til herðarnar

 Vekt:  12 - 15 kg  
           Litir : Allir

 

Aktivitets krav :     Maðal/lítið.

Hendan rasan er

til tín sum :            Sum vil hava ein sofavin og ein at   ganga/renna/súkla góðar túrar við.

 

Sæddur í Føroyum ?   Nei.

Minni hundurin er ein Silken Windhound. Tann størri er ein Borzoi, sum Silken stava frá.

Berner Sennen

Lyklaorð :               Flottir-sterkur-stórur-kerligur- stoltur imponerandi.

Uppruni :               Rasan hevur sín uppruna í Schweiz nærhendis Bern, og er í dag altjóða góðkend sum ein schweizisk rasa. Í Schweiz hevur hundurin upprunaliga verið garðshundur. Um summarið hava neytahyrðarnir haft hundin við sær í hagan sum vin, og til at verja ímóti úlvum og bjarnum. Hundurin hevur verið nýttur til at spenna fyri vogn og draga mjólkaúrdráttir ið skuldu á marknaðin.

 

Um rasuna :          Berner sennenhundur er ein stórur, trýlittur hundur við  hálvlongum, sløttum ella bylgjutum feldi. Liturin er djúpt svartur, við reyðbrúnum eygnabrúm og leggjum, hvítari rípu á pannuni, hvítur um snýði, og hvítar labbar og halaenda, eins og ein hvítan kross á bringuni. Vøddamikli kroppurin, kraftigu beinini og stóru labbarnir eru eyðsýnd. Verður ofta blandaður við sankt bernhardshundum. Hetta kemst helst av slagnum á hundinum og skapið á høvdinum. Berner sennenhundurin er tó minni, lættari bygdur og altíð svartur um stórsta partin av kroppinum.

Tað  eru fýra Sennenhundasløg ið  øll eru schweizisk og øll eru trýlitt. Hini trý eru: Grosser Schweizer Sennenhundur, Appenzeller Sennenhundur og Entlebucher Sennenhundur.

Bernarin er ein moloshundur; hesin bólkur av hundum umfatar fleiri stórar og tungar hundar so sum sankt bernhardshundin og newfoundlændarin. Mest sanlíkt er hann komin til Miðeuropa við romaraherinum umleið Kristi føðing; tó er helst eisini ein uppíblanding við eitt annað stórt hundaslag sum longu var kent í miðeuropa um hetta mundi. Í Berner Mittelland í Schweiz varð hann nýttur sum neytahundur og garðshundur. Fólk vildu hava ein stóran hund sum kundi verja garðin ímóti úlvum, bjarnum og óynkstum fólkum. Um eina leið ynkstu tey at hundurin skuldi kunna ganga leysur millum hini krýatúrini uttan at gera teimum mein. Haraftrat ynkstu tey at hundurin skuldi vera nær garðinum uttan at neyðugt var at binda hann. Hesir eginleikar vóru frammalaðir hjá ættarfaðirinum at bernaranum og síggjast aftur í rasuni í dag.

Tað var siðvenja at fólk tóku teir bestu hundarnir og tíkar sum gingu á illum við til krónna í bygdini Dürrbach. Av tí varð hundaslagið kallað dürrbächler.

Í nítjanda árahundrað tá ið ostaríini komu, nýttu fólk hundarnar at draga lítlar vognar við mjólk. Sum oftast var tað uppgávan hjá ynksta syni at fylgjast við hundinum, og tí var tað av størsta týdningi at hundurin hevði eitt pálítiligt lyndi. Í fátøkum økjum var vanligt at fólk høvdu ein dürrbächler, um tey ikki høvdu ráð at hava ross. Harav kom kelinavnið fátakarahestur. Heilt upp til

                                   

Aliarbeiði.               Í 1883 varð hundaslagið góðkent sum serlig rasa. Áðren hetta varð hann oftani seldur undir følskum vøruheiti sum 

sankt bernhardshundur ið var ógvuliga vældámdur um hesa tíð. Nústani í 1907 fekk racan núverðandi navni.

Fyrstu árini var rasan kroyst, bæði av tí at sankt bernhardshundurin var so vælumtóktur, og tí at hungursneyð var í miðeuropa umleið fyrra verðaldarbardaga. Tað vóru trupuleikar at stabilisera slagið, og tey høvdu trupuleikar við lyndinum á hundunum. Nógvir av hundunum høvdu varra- gómarivu, og hetta sást sum rivnaður snúti. Ein bólkur av berneránarum hildu at tey skuldu útnytta hetta til at skapa ein hund við einari meiri ræðandi útsjónd. Tíbetur samdust tey um at tey ikki vildu arbeiða við feilskaptum djórum. Í 1948 varð ein bernertík við hvølpum við einum newfoundlændara. Ánarin forkláraði at nuffarin var lopin uppum eitt hegn; tað er tó ikki ótonkiligt at blandingin var fyrireika. Hvølparnir arvaðu tað góða lyndi eftur pápanum. Eftirkomararnir vórðu skjótt meiri stabilir í slagnum, og teir roknast sum upprunin til teir bernarir vit hava í dag.

Tað týdningarmiklasta í aliarbeiðnum í dag er at berjast ímóti mjadnaliðsdysplasi og krabbaslagnum malign  histiocytose. 

 

Venjing/sinnalag : Róligur og ógvuliga glaður fyri sambandið  við fólk. Vil helst sita oman á fótunum á ánaranum. Ríma sjálvdan, fer helst ikki so langt vekk at hann ikki sær ánara sín. Hevur ógvuliga veikt veiðulyndi, og er tí neyvan egnaður til veiðuhund.

                             Lættur at venja, hann vil gera alt fyri ein
                             góðbita.


Aktivitetir sum serliga eru knýttir til berner sennenhundar er vognkoyring. Hesin sportur er nógv frammi í Svøriki, og vindur uppá seg í Danmark. Í Alpunum verður hann nýttur sum omanlopshundur. Hetta er hann sera vælegnaður til vegna sína kropsligu styrki, áhaldni og harðføri í veðurlagnum.

 

 

Vagthundur ? :      Er vagtsamur og goyr hart tá ið fremmanda fólk koma, men vísur sjáldan vreiði móti fólki.

 

Børn :                    Vegna sítt róliga og blíða lyndi er ein bernari ein upplagdur familjuhundur við  stórum tokka til børn.

Pleyga :                 Hevur tættan undirfeld og grovari yvirfeld, og skal bustast eina ferð  um vikuna so feldurin ikki filtrar. Í Føroyum er ofta vátt og tíðningarmiki er at feldurin verur turkaður hvønn dag.

 

Stødd og litur :      hundur: 64-70 cm 

tík: 58-66 cm  Vekt: hundur: 50 kg  
          tík:  43 kg 

 Litir : Trýlittir

Aktivitets krav :     maðal.

Hendan rasan er

til tín sum :           Sum hevur tíð til pleygu og tolir at hundurin losar, slevar og dregur eitt sindur av náttúruni inn.

 

Sæddur í Føroyum ? Ja. Í Føroyum eru í apríl 2010 uml. 6 berner sennenhundar.

Zalli á sandinum í Leynum

Whippet

Lyklaorð: Elegantur, kerligur, skjótur, flottur og “eigarafikseraður”.

Uppruni: Fyrr í tíðini var Greyhound ein “fínur” hundur hjá aðalinum í Onglandi, hann bleiv brúktur til veiðu av kaninum. Fátæku kolanámsbeiðararnir fingu gomlu og slitnu hundarnar, tá teir ikki kundu brúkast meira. Fyri uml. 170 árum síðani byrjaðu kolanámsbeiðararnir  at para Greyhound við smærri terrier rasur, fyri eisini at fáa ein skjótan og góðan veiðuhund, og ein sum var bíligari enn Greyhound í útreiðslum – úrslitið bleiv Whippet, sum er “systkinabarn” stóru rasuna Greyhound og lítlu rasuna Italskan Greyhound.

Um rasuna: Whippet hevur onga kenda arviliga sjúku ella feilir, tí eru vaccinatiónirnar vanliga einastu grundir fyri at hann skal til djóralækna.

Rasan skelvir av kulda, spenningi og kæti. Hetta hevur gjørt at hann eisini hevur verið hildin at vera veikur og bangin, men hann er robustur, kraftigur og sterkur sum ein arabarahestur.

Whippet sigur frá tá fólk koma inn, men goyr annars sera lítið, fleiri Whippets dáma at “tosa”.

Whippet “luktar” ikki av hundi, hann hevur stuttan pels, og dregur tí ikki móru og skitt inn í húsið. Teimum dáma væl at hava eitt “dækken” (áklæði) í kulda og regni, tí pelsurin verjir ikki so væl.

Venjing og sinnalag: Whippet er sera kelin og elskar at kroysta seg upp í fólk í sofuni – eisini elska teir at sova undir dýnuni um náttina, men tað er ongin trupulleiki at venja teir at sova í búri um náttina, um man venur hetta frá hvølpi av.

Ein whippet venjast við positivari motivatión, og er ikki til illsint fólk, sum rópa eftir hundunum, tá gerast teir nervøsir. Teir eru matglaðir g tí nemmir at venja við góðbitum. Orsakað av teirra matgleði eru teir eisini hopleysir at leita eftir mati á borðinum – so ein whippeteigari lærir at rudda mat burtur.

Whippet er aldur til at hugsa sjálvstøðugt (sum veiðuhundur), tí tíma teir ikki at gera tað somu venjingina fleiri fer – teir keða seg skjótt, men tá man hevur lært at gera eitt tricks er ongin grund til at endurtaka tað fleiri ferðir upp í saman, ikki so?

Vakthundur: Orsaka av sínum stóru lungum goyr Whippet sum ein stórur hundur, men hann tekur væl ímóti gestum, um enn honum dámar best at “hyggja” at gestunum eina løtu áðrenn hann fer ov tætt uppá.

Børn: Whippet elskar børn og er ein sannur familjuhundur.

Pleyga: Whippet loðsar “miðal” nógv. Men brúkar man ein skinn vaskiklút til at busta honum við hvønn dag, er loðsingin minimal. Annars eru bert tenn og negl at viðlíkahalda.

Stødd og litur: 45-51 cm, uml. 13 kg. Allir litir og  allar avtekningar eru loyvdar.

Aktivitetskrav: Flest øll, sum ikki kenna til rasuna halda, at Whippets kevja eina rúgvu av motión, men so er ikki. Whippet krevur dagliga gongutúrin, eins og allar rasur gera, umframt at sleppa at renna leysur uml. 1 ferð um vikuna, men av tí teir eru “sprintarar” troyttast teir eftir bert 10 – 15 minuttum. Hann tillagar seg bæði róliga familjulívið og tí sportsligu familjuna.  Men onki er sum at síggja dovna hundin á sofuni sleppa at spenna seg út á einum innigirdum øki. Økið skal helst vera innigirt, annars mugu teir hava “rennigrímu” á. Fáa teir eyga á eina kettu ella annað smádýr, kann veiðuinstinktið taka yvir, tá gloyma teir alt rundan um seg, og fanga lættliga eina kettu aftur.

Til tín sum: Vilt hava ein miðalstóran, robustan, kerligan og “eigarafikseraðan” familjuhund. Tað sigst at trupulleikin við at hava ein Whippet er, at man altíð vil hava tveir!

Sæddur í Føroyum: Ja.

Frá Kennel Magiccolour

Tibetanskur Terrier

Uppruni :               Tibetanskur terrier er sum rasa elligomul og upprunin til allar arðar Tibetanskar rasur, frá Shih-tzu, lahsa Apso til Tibetanska Spaniellin.

                                Munkar aldu rasuna og virdi hundarnar sum vóru hildnir at bera eyðnu. Teir vóru baði seyða,- og vakthundar og søgdu goyggjandi frá um nakar narkaðist templinum.

Teir vóru ikki seldir, men givnir sum gáva og komu soleiðis útum Tibet. Í Onglandi var alt miðvíst við rasuni.

Um rasuna :          Tibbin, sum hann kerliga verur kallaður, er ein robustir, sjálvsikkir, klókir og kerligir familiuhundur. Hann er uppfinnsamur og skeg. Hann líkist meira einum langháraðum seyðahundi enn einum  terrieri. Longu fíni uttaru hárini eru sløtt ella bylgut. Undirlagið er ullint.

Venjing/sinnalag : Sjálvsikkur sum Tibbin er krevst av eigaranum at hon/hann vísir seg sum ein mentalt sterkur leiðari. Tibbin er aktivur og trívist væl við at fáa langir dagligir túrar og høvi at renna frítt. Hann egnar seg til venjingar sum agility, lýðni oma.

Vagthundur ? :       Ja, hann er vakin og sigur frá.

Børn :                    Tibbin er trúgvur og spælin, um barni ikki er ov harðligt.

Pleyga :                Pelsurin langur og dubultur. Hann losar ikki og krevur nógva pleygu, men tann stóra pleygan er ikki neyguð fyrr enn hundurin er um 1 - 1½ ár. Harafturímóti er alneygut at venja hvølpin frá byrjanini at liggja á borði og vera bustaður og pleygaður.

Stødd og litur :     Hædd uml. 35 - 40 cm. Vigar uml. 8 – 14 kg.

Litir : Allir u/ sjoko.- og livurlitir.

Aktivitets krav :    Maðal.

Hendan rasan er

til tín sum :            Vil hava ein stuttligan, lívligan familiuhund.

Sæddur í Føroyum ? Ja!

Keldur :                   www.tibetanskterrier.dk   -   Dog breed info center  -

www.canis.no

Basset Hound

Uppruni :                Basset hound hevur sín uppruna í Onglandi, sum tann einasti av basset hundunum, ið annars hava sín uppruna í Fraklandi.

Um rasuna :          Basset hound er aldur av Basset artesien normand og Blood hound o.ø. fyri at ala ein seintgangandi sporhund.

Sum allir av slagnum hound/drívandi veiðuhundar, er hann ótroyttiligur, um hann fylgir einum spori. Somuleiðis hevur hann tað serliga ”syngjandi” goyggji, sum er serligt fyri houndin.

Basset hevur sera nógva húð, sum hongur leys og rukkut.

                                Sjálvt um hann er lágur, er hann ein stórur og sterkur hundur.

Ansast má eftur, at man ikki belastar langa ryggjin við yvirvekt og ov ógvisligum aktivitetum, t.d. við at ganga í trappum og harligt spæl við børn og størri hundum.

Venjing/sinnalag : Eftur Blood hound hevur Basset hound óiva sín sterka vilja at fylgja sína egnu leið. Men við positivari og konsekventari venjing frá hvølpi av, er hann ein góðsligur og trúgvur hundur at hava í familiuni. Tað krevst av eigaranum at hon/hann er avgjórd/ur og viljasterk/ur.

Honum dámar væl at fáa loyvi at ganga spor og aðra venjing í passar til slagið.

Vagthundur ? :      Hann sigur frá, men tekur væl ímóti gestum.

Børn :                   Basset hound er tolin og blíður við børn.

Pleyga :                Pelsurin er stuttur og krevur ikki nógva pleygu. Hann losar alt ári. Oyrini skullu pleygast væl, sum hjá øllum rasum við longum oyrum.

Stødd og litur :     Hundur  38 cm   Tíkar  33 cm

Litir : svartur, reyður, beiga, vanliga við hvítum labbum, bringu, pannu og snúta.

Aktivitets krav :    Miðal.

Hendan rasan er

til tín sum :           Vil hava ein góðsligan sjálvsikran familiuhund.

Sæddur í Føroyum ? Ja!

 

Alaskan Malamut

Lyklaorð :               Flottur-sterkur-stórur-kerligur- stoltur-imponerandi.

Uppruni :                Alaskan malamute er ein av upprununum til spísshundarnar. Rasan hevur útvikla seg í Alaska, í hørðum og køldum umhvørvið, hvar tey veiku fullu burtur.

                                Malamutin var og er nyttur av Eskimo’um sum sletuhundur, og teir hava verið nýttir á nógvum ekspeditiónum aftur til 1500- talið.

Um rasuna :          Malamutin er ein polarhundur, og tann stórsti av teimum rasunum. Hann er úthaldandi og tolir veður og vind. Hann trívist væl við at hava møguleika at vera úti, men skal sjálvsagt hava skjól.

                                Innandura kan vera for heitt hjá hundinum, sum hevur ein imponerandi tjúkkan og dubultan pels. Hann goyr ikki, men ýlur sum úlvur og summir ýla nógv og ofta.

                             Tað er ein sunn rasa og livur eini 11-12 ár.

Venjing/sinnalag : Malamutin er ein góðsligur familiuhundur um hann fær rættu sosialisering og venjing. Hann krevur konsekvens og ein málfastan eigara. Hann kann vera illsligur við fremmandum hundum, serliga av sama kyni. Men trívist væl í flokki. Hann er útpregaður arbeiðshundur, dámar væl at fáa loyvi at hála sletu og er dugnaligur til lýðni. Av sinni trúfastur og kerligur við familjuna, men oftani ófólkaliga lítlan áhuga í fremmandum (reserveraður).

Vagthundur ? :      Støddin einsamøll gevur respekt, men hann er ikki vaktsamur.

Børn :                   Hann er stórur og sterkur, men við rættari venjing blíður við børn eisini.

Pleyga :                Pelsurin er tjúkkur við grovum dekkhárum og undirull. Hann skal bustast fyri at fjerna leys hár og fora fyri filtran.

Stødd og litur :     Hundar uml. 63 cm.  Tíkar uml. 58 cm .  Vigar frá 34 til 45 kg.

Litir : hvítir við ella uttan myrkum tekningum sum eru úlvalíknandi.

Aktivitets krav :   Stórt.

Hendan rasan er

til tín sum :                 Sum hevur tíð, pláss og fysik til ein krevjandi og sterkan hund.

Sæddur í Føroyum ? Ja.

Suðurrussisk Ovtcharka

Lyklaorð :               Risi - róligur - trúfastur - kvikari enn man trýr

Uppruni :                Suðurrussisk Ovtcharka kemur úr sunnara Russland og er ein seyðahundur/vogtari. Man heldur at mastiff líknandi hundar komu til Russland í 1700 talinum úr Spania og blivu blandaðir við Skotskum hjortahundi og Sibiriskum úlvahundi. Av hesum bleiv tað til skjótar og fimar hundar.

Um rasuna :          Suðurrussisk Ovtcharka er ein sjálvstøðugur hundur og víkir ikki fyri nøkrum. Hann er trúðfastur og góður við alla familiuna. Hann kan vera dominerandi við øðrum hundum, er vaktsamur og goyr nakað.

Hann má hava ein innhegnaðan hava/stykkið, sum hann verjir væl. Er einki hegn at halda hann inni víðkar hann um sítt umráði, og tað kan vera sera stórt.

Traditionelt vóru oyrir og hali skorin av, men tað er bannað í flestu vestanlondum í dag.

Venjing/sinnalag : Suðurrussisk Ovtcharka skulu helst ganga ella trava langan túr hvønn dag. Hann kann sýnast at vera dovin og tungur, men hann er vakin og skjótur sum ein bjørn.

Skal hann verða familiuhundur skal hann sosialiserast væl við onnur djór, fólk, børn og samfelagið sum heild, heilt frá hvølpi av. Eigarin má vera sterkur, baði fysiskt og psykiskt og venja hundin konsekvent, so hann ikki er í ivað um hvør hevur leiðsluna.

Vagthundur ? :      Ja, tað ger hann væl.

Børn :                   Suðurrussisk Ovtcharka er tolin og verjir børnini sama sum familiuna.

Pleyga :                Suðurrussisk Ovtcharka kan vera stutt,- ella langháraður. Hann skal bustast javnan at taka undurullina av og halda hann filtfríðan.

Stødd og litur :     Hundur vigar uml. 55-79 kg.  Tík uml. 40-65 kg. Hædd frá 60-78 cm. Eingin max. stødd er og summir eru størri.

Litir : Ofta hvítur við brunum blettum, kan vera einslittur.

Aktivitets krav :   Stórt.

Hendan rasan er

til tín sum :           Sum hevur tíð, pláss og styrki til ein megahund.

Sæddir í Føroyum ? Ja!

Løwchen

Lyklaorð :                    Kerir - stuttligur - glaður - lærinemmur - uppfinnsamur.

Uppruni :                     Løwchen - ella Petit chien lion - hevur sín uppruna í Frankaríki, hvar hann var ógvuliga populerur sum selskaphundur og hitapúta hjá herskapinum í 18. øld. Herfrá kemur frisuran sum fær hundin at líkjast eini leyvu. Beri afturparturin gav hita í fanginum hjá eigaranum. Rasan er endurgivin nógv í málningum og standmyndum í rænessansuni.

Um rasuna :                  Í dag er rasan sjálvsom, mest av tí at hon er lutfalsliga ókend. Eftir fyrsta veraldarbardaga var hon nærum útdeyð. Ein týsk kvinna gjørdi av at finna allir hundar av rasuni, hon kundi, fyri at ala og bjarga rasuni til eftirtíðina. Í 60'inum kárdi Guinnes rekordbókin rasuna sum tann mest sjálvsama. Í dag er hon meira og meira populer.
Hann er tann av Bichon hundunum, sum er friðaligast og nemmast at pleyga pelsin á. Hann skilir seg eisini frá hinum Bichon rasunum við at hava longur bein og er líka høgur, sum ryggurin er langur.

Venjing/sinnalag :        Løwchen hevur altíð verið aldur sum selskapshundur og er glaður, góður í sær, spælisjúkur og dámar væl børn og onnur djór. Hann er lærinemmur/glaður og kann nýtast til flestu venjingar og tricks. Hann er sjálvsikkur og víkir helst ikki fyri nøkrum.  

Vagthundur ? :            Vinarligur og kann goyggja, um hann heldur tað
                                    vera neyðugt.
Børn :             Hann elskar at spæla og er tolin og                                         blíður.
Pleyga :          Langi pelsurin krevur pleygu. Einaferð um                                 vikuna skal bustast væl ígjøgnum og vaskast                             kann eftir tørvi - hetta er nemt at læra, um                               man hevur hug og tíð at hugna sær saman við                         hundi sínum.
                        
Man velur sjálvur, um man klippur hundinum í                          tí  traditionellu leyvufrisurini.

Stødd og litur :Hundar 32 cm. Tíkar 26 cm. Rasan vigar uml 6                          kg.
Litir:                 Allir
Aktivitets krav:Lagaligt.
Hendan rasan er
til tín sum:        
Sum antin vil vera aktiv saman við tínum                                 hundi ella hava ein góðsligan og friðaligan hund.
Sæddur í Føroym?:Ja.

Chinese Crested

(Hárleysur og Powder Puff)

 

Lyklaorð :               Heilt serligir-kerligir-lívligir-sjálvsamir

Uppruni :                Tað er í Afrika man í útgrevstrum hevur funnið teir fyrstu hárleysu hundamumiirnar. Man meinar at tær eru 3.000 ára gamlar. Tað sigst at kinesiskir handilsmenn hava ferðast kring heimin og selt hundin í norðuramerika, sum var høgt virdur og tilbiðin.

Um rasuna :          Chinese Crested eru hárleysir uttan á høvdi, labbum og hala. Í sama holdi av hvølpum kunnu Powder Puff eisini vera. Tað er sami hundur við fullum pelsi. Hárini eru fín og mjúk, oyrini eru standandi og eyguni myrk.

At hundurin er hárleysur er ein mutatión, sum eisini gevur rasuni ymiskar heilsutrupuleikar. Td. missa teir skjótt tenn. Gev honum ikki bein o.t. sum er ov hart at tyggja.

Tað finnast fleiri hárleysar rasur, sum allar hava til felags at tannsettið er ókomplet og í ringum standi.

Powder puff hava færri trupuleikar og alarar mugu ala millum báðar variantarnar, fyri at gera hárleysa variantin sunnari við betur tonnum og fyri at fáa góðan hártop (Crest).

Venjing/sinnalag : Chinese Crested eru klókir og arbeiðssamir. Vilja fegnir læra og vera aktivir saman við familjuni. Góðir til lydni og agility.

Nógvar smáar rasur líða undir at eigarin ansar hundinum sum eitt smábarn. Ansast má eftur ikki at verja teir ov nógv, so hundurin verður bangin av sær. Lat hann uppliva nógv,- djór, børn og fólk, trafik v.m. Og lat hann føla veðrið so hann ikki verður ov krillutur, men tá ið ov ábart er, má hann hava ein frakka. Hárleysi kan eisini verða skoldaður av sólini.

Vagthundur ? :      Teir goyggja lítið og taka vanliga væl ímóti gestum.

Børn :                   Chinese Crested eru sera góðir saman við børnum, men eru sjálvandi sartir, tá ið teir ongan pels hava at verja húðina.

Pleyga :                Hárleysi skal smyrjast javnan við sólcreme fyri at verja og feitta inn húðina. Powder puff skal bustast fleiri ferð um vikuna og klippast javnan. Busta eisini tenn javnan.

Stødd og litur :     Viga hægst 4,5 kg.    Hædd 30 cm.

Litir : Allir. Einslittir ella blettitir.

Aktivitets krav :    Sámuligt.

Hendan rasan er

til tín sum :           Sum hevur tíð at vera saman við hesum kerliga hundi.

Sæddir í Føroyum ?  Ja!

 

Sealyham terrier

Lyklaorð :               Kerur-flottur-stoltur-charmør-klovn.

Uppruni :                Sealyham terrier hevur sín uppruna í Wales, Onglandi. Ein kaptein John Edward blandaði rasur sum West Highland White, Dandie Dinmonde, ruhærdan Fox terrier, Corgi vf. og rasan var anerkend í 1910.

Um rasuna :          Av tí at Sealyham er blandaður av so ymiskum rasum er sinnalagi eitt sindur mildari enn man kennur tað hjá terrierum annars og pelskvaliteturin kan vera ymiskur.

                                Hann krevur ikki so nógv pláss og aktivering.

                             Sealyham er enn ein sjálvsom rasa, men var á verðinsframsýningini í Svøríki 08’ kosin baði Verðinsvinnari og ”Best in show”, so man ikki fleiri fara at velja sær hesa rasu framyvir.

Venjing/sinnalag : Sealyham er kerligur og bindur seg tætt til eigaran. Hann hevur ógvuliga gott sinnalag og er nógv nyttur í terapiarbeiði við børnum í USA.

                                Sum ein terrier er hann viljasterkur, men er eisini sartur og skal venjast við virðing og konsekvens. Annars missur hann áliti á eigaran. Sjálvt um hann ikki er so krevjandi vv. aktiviteti, kan hann vera úthaldandi á sínum smáu beinum.

                             Venjing sum spor, agility og lydni passa honum væl.

Vagthundur ? :       Goyr, men er ikki vagtsamur.

Børn :                   Hann elskar at spæla og orkar væl. Við røttu venjing er hann kerligur barnavinur.

Pleyga :                Pelsurin er ruhærður, skal trimmast regluliga og bustast hvørja viku. Hann losar líti.

Stødd og litur :     Hægst 30 cm. 9 kg.

Litir : hvítir við ella uttan smáðum gulum, brúnum ella gráum plettum

Aktivitets krav :    Lítið.

Hendan rasan er

til tín sum :           Sum vil hava ein kerligan, stuttligan hund.

Sæddur í Føroyum ? Nei.

 

 

 

Italiensk mynda

Lyklaorð :              Kløn - Flott - kuldakráka - skjót - stuttlig - springbóltur - kerlig.

Uppruni :                Man veit at Kleopatra hevði nógvar smáir mjáhundar um seg, sama sum herskapi í Rom tað tíðina sum vildi gera sum Egyptiska herskarindan. Í egyptalandi eru tekningar og mumiir av hesum hundum funnar. Í øskuleivdinum í Pompeii eru ”stoypingarformar” av m.a. italienskum myndum. Á hesum funnum kunnu ærkeologar taka mát, og soleiðis veit man at talan er um sama hund.

Navni hava teir av tí populariteti tær høvdu og hava í Italien.

Um rasuna :          Italienskur Greyhound,- stytt IG og Italienarin, sum rasan eisini kallast, hevur altíð veri selskapshundur og varmapúta, men sanniliga eisini veiðihundur. Sum teir størru mjáhundarnar veiðir hann við sjónini.

                                Italienarin skelvir oftani, ikki altíð av kulda men eisini av kæti og tá hann er spentur. Hann luktar ikki av vátum hundi og er sera reinligur.

                             Teir trívast sera væl at vera fleiri enn ein og sigast at vera nemmir at hava saman.

Venjing/sinnalag : Italienarin er ein kerligur familiuhundur. Ger ikki nógv um seg og vil gjarna ballast í sofuni hjá tær. Av tí at pelsurin er so tunnur hevur hann ilt við at halda varmanum og má hava eitt hvørt klæði tá ið regn og vindur er. Synd hevði eisini veri at nokta honum sofuna ella annað bleytt at liggja á.

                                Hann er lívligari enn tær stóru Mjáhundarnar, men eisini lættari at venja. Hann hoppar høgt og ansast má eftur at hann ikki loypur av borði og vindeygaskarmi meðan hann er hvølpur - hann veit ikki hvussu kløn beinini eru og beinbrot eru ikki óvanlig.

                             Agillity og lure coursing eru góðir aktivitetir til rasuna.

                             Av tí at hann er so krillutir, mán man vera sera konsekventur við reinligheitsvenjing.

Vagthundur ? :       Vegna síni stóru lungur goyr hann sum ein størri hundur, men tekur væl ímóti gestum.

Børn :                    Italienarin kemur væl útav tí við børnum, men tolir ikki baldrut spæl.

Pleyga :                Hárlagið er sera stutt og krevur lítla pleygu. Strúk hann við einum lappa nakrar ferðir um vikuna. Smáir hundar fáa lætt tannstein og daglig tannbust heldur tennirnar reinar og kjaftin frískan.

Stødd og litur :     32 – 38 cm. 3 - 5 kg.

Litir : Einslittur gráður til svart, skifergráður, gulur (Isabell) frá heilt ljóst til sjokoláta. Hvítt er bert loyvt á bringu og labbum.

Aktivitets krav :    Miðal.

Hendan rasan er

til tín sum :            Vil hava ein lívligan og kerligan lítlan hund.

Sæddur í Føroyum ? Ja!