Hundaeigarafelag Føroya, DKK Kreds 12

Tað nýggjasta

Tann árliga Tjóðarframsýningin verður tann 25.08.2011.
Vit taka ímóti tilmeldingum. Sí upplýsingar á leinkjuni til vinstru. Les alt væl ígjøgnum.

HUFF á facebook: send okkum vinarumbøn á: Huff Hundaeigarafelag Føroya

HUNDAVENJING: hava tit fyrispurningar um hundavenjing, ella ynskja at melda til, skrivið á: HUFFDKK@GMAIL.COM
(hetta er ikki ein leinkja til teldupostadressuna)

13.05: 
Ringvenjing er avlýst í dag.
Til sosialiseringina hittast vit í kolonihavanum og ikki niðri við Á handilin.

23.04: Nýggj rasumynd: saluki

22.04: Hvølpasosialisering: undir síðuni "hundavenjing" og "hvølpavenjing" lýsa vit nú við hvølpasosialisering fyri heilt ungar hvølpar.

18.04: Nú veðrið batnar og várið er í nánd: Undir síðuni "Hundavenjing" er síðan "hundasosialisering",her stendur um hundasosialisering í Havn, fyri hundar í terrier stødd og fyri smærri selskapshundar
 
27.02: Nýggjar rasumyndir: bichon havanais, bichon frisé og coton de tulear

17.04: Løwchen hvølpar og Italskur mjóhundahvølpur til sølu! Sí "hundaaling" og "hvølpar til sølu"






 

ÁRSINS HUNDAVINUR 2011

Margreta Daslgaard: Ársins hundavinur 2011

Margreta hevur víst stórt hjartalag og gestablídni við at lata felagið brúka sítt øki til venjingar, sosialisering, túrar o.l
Hon hevur havt hegni og árræði til at gerast fyrsti útbúni ringskrivarin í Føroym, sum felagið í framtíðini fær stóra gleði av, til árligu hundaframsýningarnar.
Eisini møtir Margreta upp til flestu tiltøkini hjá... felagnum og ofta við kaku í hond.

Margreta fekk blómutyssi, sum var latið av Fípuni í SMS. Steinprent hevði latið diplom. HUFF lat gávuna, sum var bókin “Det er mig eller hunden”, hjá Victoria Stilwell. Harumframt fekk Margreta ein kekk áljóðandi 1000 krónum frá HUFF, at lata vælgerandi endamáli. Hon valdi at geva kekkin til Djóraverndarfelagið.

Framsýningin 27. aug. 2011


Best In Show: Garfield (eigari Lars Múller). Dómari Paul Stanton, handlari Fríðhild Debes